Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 18. mars 2011 20 VIKUSKIFTI Tað er ikki so torført at skilja, at barnið ávirkast av øllum, sum tað etur og drekkur. Føðslan verður nýtt til vøkstur og til at viðlíkahalda kroppin við, og eisini til rørslu, har spæl og stuttleiki verður til læru og kunnleika. Tískil er tað sera umráðandi, at øll tey neyðugu føðsluevnini eru til staðar. Kroppurin hevur tørv á teimum til vøkstur og viðlíkahald. Tað er okkara ábyrgd sum vaksin at keypa inn og borðreiða við sunnum og fjøl broyttum mati. Tað inniber eisini at taka tey tey røttu valini i handlunum, tá íð sukur søtar vørur freista á øllum hillunum, og barnið grætur og vil hava bæði hetta og hatta. Tað er lætt at lata seg freista - men tað lønar seg ikki sum frálíður. Tað er í barna árunum, at teir góðu matvanarnir verða grundlagdir, og teir verða mentir í einum fínum samanspæli millum foreldur og barn. Tá ið tað snýr seg um mat, er einasta uppgávan hjá barninum at eta seg mettan við tí úrvali av mati, ið vit bjóða tí. So leingi, vit bjóða sunnan mat, vil eisini tað, sum barni velur at eta, vera sunt. Matarlysturin gongur upp og niður. Um tú heldur teg til tey 8 kostráðini, hevur barnið tað bestu byrj anina fyri góðari heilsu nú og í fram- tíðini. Frukt og grøn­ meti hvønn dag Børn eru í vøkstri og hava tørv á teimum føðsluevnum, sum eru í frukt, berum og grønmeti. Men ikki øll børn eru líka glað fyri frukt og grønmeti – tað kann rætt og slætt vera ein avbjóðing at tey fáa ta tilráddu nøgdina. Tilrátt verður, at børn yvir 10 ár eta 600 gramm um dagin, og børn millum 4 og 10 ár eta 300-500 gramm um dagin, treytað av aldrinum. Samstundis veit man, at tað er í barna- árunum, at teir góðu kostvanarnir verða grundlagdir. Tíbetur eru nøkur góð ráð, sum kunnu gera arbeiði sum foreldur eitt sindur lættari. morgunmatur – dagsins týdn­ inga rmiklasta máltíð Morgunmatur er avgerandi fyri, at kroppurin fær eina góða byrjan upp á dagin. Um børnini stríðast við matarlystinum og halda, at tann vanligi morgunmaturin er blivin eitt sindur keðiligur, kanst tú troysta teg við, at tað finnast aðrir super-sunnir møguleikar. Frísk frukt er ein góð og vælsmakkandi byrjan upp á dagin. Ein morgunmatur við musli, jogurt, nøtum, berum og frukt inni- heldur nógv sunn føðsluevnir. Tað besta er at blanda eitt sindur av øllum hesum mat- vørum fyri at geva kroppinum eina mál tíð við grovum kolhydratum, proteinum, sunn- um feittsýrum og vitaminum, mineral um og bótarevnum. Frukt og grøn­ meti áðrenn skúlaaldur Børn, sum eru við til at gera mat, eru ofta meiri opin fyri at smakka tað, sum tey hava verið við til at gjørt. Tað kann vera strævið at gera tað hvønn dag, men við hvørt burdu øll latið tey smáu sloppið til í køkinum. Barnið lærir ikki bert nógv um rávørur, men tað er eisini ein góð venj ing av fín motorikki- num, málinum og sam arbeiðs evnunum! Eitt 1-ára gamalt barn brúkar allan arm- in, eitt 2-ára gamalt alla hondina, og eitt-3 ára gamalt er við at fáa kontrol yvir fingru- num. Við 4-árs aldurin kann barnið vera við til at skola, vaska, skrubba, skrella , røra og líknandi. Keyp inn saman við barninum og lær tað um tær ymisku fruktirnar og grønmeti í handli num. Bið um hjálp til at finna eina reyða pipar frukt, gular bananir ella grønt brokkoli. Hetta er eitt spæl, ein lítil avbjóð ing fyri barnið, sum bæði er stuttlig og læru rík. Tá ið barnið nærkast skúla aldri, kann tað eisini læra at hyggja eftir góðskuni á vør- unum – at tað ikki eru plettar, bleyt um ráði og líknandi á matinum, sum tit skulu keypa. Um barnið gongur á dagstovni, er tað upp til tín at gera ein góðan og føðsluríkan matpakka. Frukt og grønmeti hoyra natúr- ligt við til hesa máltíðina. Nógv børn hava eina yndisfrukt ella –grønmeti og tað er heilt okay at servera hesa ofta, um tað er tað einasta, ið virkar. Ein annar møguleiki er at leggja trý ymisk val fram, áðrenn tú pakkar matpakkan og lata barnið velja sjálvt. Tað er nógv lættari at eta tað, sum man sjálvur hevur valt! Heilt frá tí, at barnið er heilt lítið, er tað fínt at brúka frukt og grønmeti sum munn bitar til millummáltíðir. Sker bitar, bátar, stavar og ringar – tað ger at barnið og onnur, ið koma framvið, eta meiri, enn tey annars høvdu gjørt! Frukt og grøn­ meti í skúlamat­ pakkanum Børn í skúlaaldri eru í rættiligum vøkstri. Harafturat hava tey eitt høgt virkisstig sum ger, at tey hava tørv á nógvari orku og føðslu evnum. Matur í skúlanum er týdninga- mikil fyri, at børnini skulu fáa tilførda orku til skúladagin fyri at tey betri kunnu samla seg og læra. Og eisini fyri at vera best møguligt fyri reint kropsligt. Avleiðingarnar av ikki at eta matpakka eru ikki altíð opinlýsir fyri børnini, men tað eru teir fyri okkum vaksnu: Uttan matpakka gerast børnini troytt, og fjúsið verður stutt. Tað er tí altíð umráðandi, at børn eta góðan mat í skúlanum – og hetta merkir ein sunnur og leskiligur matpakki heimanífrá. Ein spennandi, fjølbroyttur matpakki, sum gevur góða orku, er týdningarmikil mið skeiðis í undirvísingardegnum - og til mat pakkan hoyrir frukt og grønmeti. heIlsU síðan Jórun Klein, dietistur góð ráð at Fáa børnini at eta meiri Frukt og grønmeti: ■ hav altíð frukt, ber og grønmeti tøkt. tað er tað mest umráðandi, sum tú kanst gera fyri at børnini skulu eta meiri frukt og grønmeti. ■ sker frukt og grønmeti smátt, og lat tað standa frammi á borðinum – ella hav tað klárt í køliskápinum. børnini eta heilt sikkurt meira, tá ið fruktin og grønmeti eru skorið smátt. ps! kroyst nakrar dropar av lime útyvir, so heldur fruktin sær fríska og freistandi. ■ alt ov nógv foreldur eru bangin og tora ikki rættiliga at lata barnið sleppa fram at í køkinum. ein hóskandi knívur umframt tolni er ein góð byrjan. latið tey vera við allan vegin, frá tí tit gera innkeypslistan, keypa inn og ikki minst matgera sjálv. børnini halda, at tað er nógv meiri spennandi at eta tað, sum tey sjálv hava verið við til gera. ■ Fyri at børnini skulu dáma grønmeti, er triksið at fáa grønmetið til at smakka enn betur, t.d. grønmeti við dippi. nógv børn gerast skeptisk, tá ið tey síggja grønar prikkar og annað fremmant í matinum. sjálvandi er tað týdningarmikið, at børnini fáa eitt tilvitað forhold til grønmeti, men tað kann neyvan skaða, um tú fjalir grønmetið í sósum, suppum, mosi og puréum. royn til dømis blendaða blomkálsuppu, brokkolipuré, rótmos, javnaðar suppur og pastasósir við grønmeti. hugskot til matpakkan: • heil frukt sum banan, súrepli, pera, klementin, drúir og blommir, ella heilt grønmeti sum sjerrytomatir ella gularøtur. hetta er tað mest einfalda, men verður ikki altíð etið. • skorin frukt sum vatnmelónflísar, ein deild kiwi at eta við skeið og súrepla­ ella appelsin­ bátar í posa, ella skorið grønmeti sum kál, sellarí ella agurkustengur. • brúka frukt og grønmeti sum pynt. umframt agurk, tomat og piparfrukt kanst tú eisini brúka klementinbátar, súreplaringar, karse, frískar kryddurtir ella rivna piparrót (tað síðsta hóskar best til tey størru børnini). • brúka turkaða frukt og nøtir viðhvørt. turkaðar abrikosir, sviskir og dadlir er gott. valnøtir innihalda nógvar omega­ 3­feittsýrir og mandlir innihalda nógv kalsium ­ so brúka gjarna hesar nøturnar saman við øðrum variantum. Frukt og grønmeti til børn Sunnir kostvanar eru alfa og omega fyri, at børn Skulu mennaSt beSt møguligt. alt, ið tú borðreiðir við fyri barninum, hevur eina ávirkan á barnið - bæði reint kropsligt og eiSini Sálarligt. viljin til at nema Sær kunnleika, SamarbeiðSvilji og gott lag er eiSini úrSlitið av Sunnum kostvanum. um tú venur barnið til at eta nógva frukt og nógv grønmeti, meðan tað er lítið, merkir tað, at barnið hevur tað gott her og nú, men eiSini at tað lættari fyribyrgir lívsstílssjúkum Seinni í lívinum.