fríggjadagur 18. mars 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33
Sosialurin
Kjak
Frammanfyristandandi
útsøgn - og óttin fyri fylgj-
unum - eru vápn sambands-
fólksins móti teim frælsis-
sinnaðu. Og óttin er eitt
sera sterkt vápn, ið kann fáa
mong til at kobla sunnan
fornuft frá og síðani blint
fylgja teimum ráðum, sum
tey, ið óttan skapa, vilja hava
fólk at fylgja.
Sølufólk kenna alt til
nevndu strategi og fáa flest
øll at keypa vøruna, sum
søgd verður at gagna og
grøða, sjálvt um kanningar
vísa, at vøran ikki hevur
nakað sum helst virði í so
máta. Panepidemiin í fjør, ið
vísti seg at vera eitt medicin-
skt fupnummar, skapti óttan,
sum síðani skapti søluna av
medisini í milliardaklassa-
num. Vit vistu av góðum
grundum ikki, hvat ið var
hvat, og óttin fekk okkum at
fylgja boðunum frá teimum,
ið skaptu óttan, soleiðis at
medisinídnaðurin fekk tann
vinning, ið teir vildu hava. Og
sambandsfólksins sølufólk
fremja sama fuponummar
við somu ætlan, og higartil
hevur tað gingist væl.
Og tá Edmund nú heilsar
Aksel í bløðunum, tí Aksel
hevur sagt, at javnaðar-
flokkurin er ein samríkis-
flokkur, so fær ein hug at
spyrja, og hvat so við dagliga
politikkinum. Skal tað vera
tann
asociala
høgra-
og
arbeiðarafíggindaliga
poli-
tikkurin, ið Edmund stuðlar á
fólkatingið, ið skal vera bindi-
liðið flokanna millum - ella
sami skaðiligi politikkur, sum
førdur hevur verið við m.a.
skattalættum til tey múgv-
andi, sum frammanundan
- upp á seg - sleppa lættast tá
byrðarnar skulu berast?
Ímóti hesum sambands-
skapta óttanum eiga allar
góðar frælsiskreftir at nýta
sakliga upplýsing, upplýsing
og aftur upplýsing, tí tað
vápnið er langt tað besta í
longdini.
Við upplýsing eru mong
ósannindir,
yvirtrúgv
og
huldufólk
tileinkisgjørd,
og mong kúgað og bangin
menniskju
hava
fingið
nýggj eygu og trúgv upp
á egnan mátt og megi, og
síðani handlað hareftir í tí
nýggja frælsinum, sum tey
hava ognað sær saman við
øðrum.
Trupulleikin
samband/
loysing er í góðum hondum
- fólksins hondum.
Tann brennandi spurn-
ingurin snýr seg eisini og sera
nógv um høgra/vinstra eftir
valið. Men tað fer at liggja á
hesum sinni.
Samband ella loysing eru í góðum
hondum - fólksins hondum
Dagfinnur Danbjørg
Sambandsfólk sita við bestu kortunum, tí tey - bert við at skapa ótta um framtíðarfrælsi
føroyinganna - kunnu reka fjøld av fólki í sambandsrættina. Fólk eru konservativ av lyndi, og
sum ofta verður sagt í ymsum høpi: "Vit vita, hvat vit hava, men vit vita ikki, hvat vit fáa."
Birgir Waag Høgnesen
Viðgang bara, at tit ikki hava
gjørt tykkara heimaarbeiði.
Í
bløðunum
nú
um
dagarnar stendur tú fram
sum tann frelsandi eingilin og
sigur, at tað vera tey lágløntu,
sum koma at heysta ágóðan
av nýggju pensjónskipanini.
Tú sigur at “fidusurin við
kapitalpensjónini er, at tey
hava fingið hinar skattgjald-
ararnar at gjalda ein stóran
part av teirra pensjón".
At ein politikari, ja enntá
ein javnaðarpolikikari við
ambitiónum, kemur við síni
meining um eina framtíðar
pensjónskipan, er í míni
verð óført, men eg haldi ikki
tað er rætt, at tú hartar fólk,
sum fyri langari tíð síðan
hava sæð, at politikarnir
ikki hava verið sína uppgávu
vaksnir, heldur ikki javnaðar-
politikarar,
nevnliga
at
dagføra fólkapensjónina.
Longu í mínum ungu árum
hoyrdi eg í mínum barna-
heimi, at fólkapensjónin var
fátækaløn. At fólk kring meg
hava tosað soleiðis, hevði
helst sína orsøk, tí omma
mín í faðirætt misti mann sín
við Ernestinu, sum fór á land
og sakk í Íslandi 1930. Tá var
hon bert 32 ára gomul og sat
eftir við fimm synum, 5 ár og
yngri.
Sjálvur
byrjaði
eg
at
hugsa um míni ellisár sum
18 ára gamal og gjørdi mær
eina privata pensjón, men nú
sigur tú, at eg havi við “fidusi”
snýtt meg til skattafrádrátt,
sum onnur hava goldið.
Hvat billar tú tær inn,
Hans Pauli? Tú sigur, at
“higartil hava vælbjargaðir
privatpersónar og fleiri fak-
bólkar, m.a. akademikararnir
og onnur starvsfólk, havt sera
lukrativar pensjónsskipanir
sum kapitalpensjónir. Tvs.,
at í staðin fyri eina eftirløn,
ið verður goldin í mánaðar-
ligum
upphæddum,
hava
tey spart upp til eina reina
kapitalpensjón, sum verður
goldin út í einum við veldug-
ari upphædd, tá tey fara frá”.
Eg haldi, at hetta er ein pá-
standur, sum tú bara sleingir
í luftina, tí tú ikki hevur sett
teg nóg væl inn í skipanina
við kapitalpensjón.
Tað var tín egni parta-
maður,
javnaðarmaðurin
Jákup
Lindenskov,
sum
pressaði á at seta lívstrygg-
ingarfelagið Føroya Lívstrygg-
ing á stovn í 60’unum. Tað
felagið er í dag eitt sera
kapitalsterkt felag, sum í
løtuni rindar í milliónum
út í pensjónum, til fólk sum
sjálvi hava hugsað um sín
pensjónistaframtíð. Eg siga
bara
stakkals
landskassi,
um so var, at øll hesi fólkini
skuldu litið á landskassan í
hesum døgum.
Ja, enntá er landsstyris-
maðurin í vinnumálum í
ferð við at selja sama felag,
tí peningur er at heinta,
eftirsum nøkur okkara hava
verið so frek, sambart tær, at
teknað kapitaleftirlønir við
fidusi. Hans Pauli, tú skyldar
okkum eina umbering.
Tú sigur, at ”fidusurin við
kapitalpensjónini er, at tey
hava fingið hinar skattgjald-
ararnar at gjalda ein stóran
part av teirra pensjón: Tí av
teirra samlaða inngjaldi til
kapitalpensjónina hava tey
havt ein skattafrádrátt svar-
andi til 57% av inngjaldinum,
men tey skulu bara gjalda
35% í skatti, tá kapital-
pensjónin verður útgoldin.
Altso 22% niður í lumman,
sum man ikki sjálvur, men
hini hava goldið fyri”.
Tak í egnan barm, sig tað
sum tað er, at hetta landið er
heimsins dýrasta land at liva
í. Við so vánaligari stýring
hava
fólk
við
vanligari
arbeiðararløn seinastu árini
nevniliga ikki havt ráð at
seta pening til síðis til sína
egnu privatpensjón, og tí
eru politikkararnir komnir
til tað genialu idé at gera
ein pensjónsreform. At kalla
okkum, sum hava sæð, at
fólkapensjónin ikki fór at
røkka, fyri ‘fidusmakarar’, tað
kalli eg ein frekan politikara,
sum skomm ikki er skapt í.
Nú haldi eg, at tað er ov
mikið, Hans Pauli Strøm. Tú
hartar fólk, sum hava gjørt
sína egnu pensjón, og kallar
tey fidusmakarar. Ja, so
gloyma fólk sjálvandi, hvat
tit politikarar fáa í pensjón.
Men so lætt sleppur tú ikki.
Hettar
álopið
á
okkum,
sum hava spart upp, er ein
boomerangur, sum vendir
beint
aftur
til
politisku
skipana, ið ikki hevur gjørt
sína skyldu, meðan tíð var.
Hans Pauli Strøm, hvat er í
vegin við at spara upp?