fríggjadagur 18. mars 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 18. mars 2011 · Nr. 33
24
Sosialurin
Kirkjugarður á Svínaryggi
Óli Jacobsen
olijacobsen@post.olivant.fo
Í
fyrsta partinum manglaðu
tvey av børnunum hjá
Gustu og Johannes. Tey vóru:
Marin Kristina, fødd í
Kirkjubø í 1881, hon doyði
longu árið eftir.
Sigrid Petrea Amalia (1886-
1958), fødd í Havn. Hon var
yngst, og tá hon er fødd, eru
foreldrini flutt til Havnar.
Ein sonur Gustu var Jens.
Hansara ætt eigur tríggjar
steinar í gamla kirkjugarði.
Elsta barn hjá teimum var
Poul Olaf Emil Hansen f.
13.9.1902. Birgar Johannesen
skrivar um hann: Olaf, sum
hann varð kallaður, vaks upp
á Hoyvíksvegnum í húsunum
ovast í Krókabrekkuni. Eftir
loknan barnaskúla fer hann
til skips við føroyskari slupp.
Í 1921 tekur hann skipara-
prógv hjá Jens Paula í Dali.
Hann var ógiftur.
Olaf andaðist 29. mars
1925 av eitran umborð á eini
slupp, 22 ára gamal. Hann
varð jarðaður 15. apríl. Hetta
var merkiliga long tíð frá
deyða til jarðarferð, hvør
orsøkin kann vera til tess.
Hin steinurin er yvir
dóttir teirra Ragna f. 1909.
Hon doyði ung í 1940.
Hon var gift við Niels
Petur Johan Michael Olsen
f. 16.5.1904, vanliga kallaður
Niels í Skúvoy. Hann var
skiparalærdur og førdi slupp-
ina Seagul og trolarar sum
Varðberg,
Havborgina
og
Torkil Ønundarson. Tey vóru
barnleys.
Niels giftist aftur við Jens-
inu Johannesen úr Hvalvík.
Tey fingu børnini Regin. f.
1942, Sólfríð f. 1944, Anna f.
1946 og Tommy f. 1950.
Trond hjá Gustu ein
av fyrstu javnaðar
tingmonnum
Lítla Olga var dóttir Poul á
Verkinum, son Jens.
Tá ið Trond Hansen (1881-
1939) doyði, skrivaði N.A. Ejdes-
gaard m.a. í minningarorðum
í Føroya Social Demokrati:
Vit, sum kendu Trond
Hansen, vóru hugtikin av
hansara mikla vilja, góðsku
og trúskapi. Hann var íðin
í øllum fyritøkum. Hann
arbeiddi frá sólarris til sól-
seturs og fekk ótrúliga mikið
frá hondum.
Honum kunnu føroyingar
mest takka, at ansurin fyri
dyrking av grøntsøkum nú er
so mikil kring oyggjarnar. Tað
vóru nærum altíð lagdir fyri
hann spurningar um hetta
evni, og aldri troyttist hann
av at vegleiða teimum, sum
á hann heittu. Sum stundir-
nar vóru til tað, kundi spyrj-
arin fáa frá fáum orðum til
heilan fyrilestur. Og úrslitið
er nú hareftir. Her skal bert
nemast við eitt dømi: Fyri
nøkrum árum hevði Tróndur
í vídd mong tunnulendi av
rabarbum, og nú eru hesi
lendi margfalt minkað.
»Sig mær Tróndur, hví
lærir tú fólk at dyrka tað,
sum tú selur og skalt liva
av? Tað kann væl ikki gagna
tínum handli?«
»Á, jú,« svaraði hann, »tað
er, sum ein tekur tað. Fyri tað
fyrsta hava so fá í Føroyum
ráð til at keypa grøntsakir.
Øll hava gott av teimum. Og
tí er tað betri, at fólk sjálvi
dyrka tær heldur enn ongar
at fáa. Fyri tað annað havi
eg sjálvur gleði av at kunna
læra onnur tað, sum eg dugi.
Flest øll, sum hava biðið meg
um ráð, vitja inn aftur, tá tey
eru stødd her. Hugnaligt er
tá at práta og hoyra, hvussu
tað gongst teimum; tí altíð
er tað okkurt, sum tey vilja
duga meira... Og nú selji eg
fyri mong teirra.«
Trond Hansen var handils-
gartnari og seldi ein hóp av
blómum úr egnum garði. Tað
var so at siga einans vetrar-
tíðir, hann seldi útlendsk
blomstur.
Hann var heilsusterkur
líka til nú, sjúkdómurin tók
valdið kring um seinastu
jól. Og vitið hevði hann til
seinasta andadrátt.
Sínar
fríløtur
nýtti
Tróndur úti í Guds ríku
nátúr. Hann var mikil ítróttar-
maður alla sína tíð. Harav-
leiðandi var hann fimur og
sera kvikur. Soleiðis kann
nevnast, at tá hann millum
aðrar við báti kom at landi
í Haldórsvík á leið til kirkju-
vígslu
í
Tjørnuvík,
stóð
ungur maður úr hesi bygd
fyri bátinum eftir medisini.
Tróndur vildi fylgjast við
honum til Tjørnuvíkar. Men
óivað hevur hesum manni
funnist Trónd nakað gamlan
at vera, tí hann segði: »Eg eri
i neyðsend og skal skunda
mær.« Nokk um tað. Báðir
byrjaðu at ganga og fylgdust
alla leiðina. Og hetta er skjót-
asta gongd, sum enn hevur
verið millum hesar bygdir.
Brendi fyri
teimum veiku
Trond Hansen var bleyt-
hjartaður sum fáur. Hann
eymkaðist øll neyðstødd og
sorgarbundin og hevði liv-
andi samkenslu við teimum.
Eingin svangur fór tóm-
hentur frá honum hvørki á
ein ella annan hátt. Hann
var altíð við til at stuðla og
stimbra onnur til verka.
Hann var trúgvur og tolin,
góður og stillur, glaðlyntur
og bjartsýntur. Hann verður
saknaður av mongum. Og
mong eru tey, sum hesar
seinastu mánaðirnar hjarta-
liga hava biðið Drottin um at
halda sína vælsignaða hond
yvir honum.
Eitt bil (1917-1920) var
hann álitismaður Havnar
arbeiðara í býráðnum, og
seinasta tingskeið var hann
av socialistum valdur ting-
maður fyri Havnina.
Hann var socialistur social-
ismunnar vegna. Orðini sum
presturin Dahl (seinri kirkju-
ministari) segði í líktalu síni
yvir hin mikla barna- og neyð-
stadravinin Peter Sabroe,
hóska væl um Trónd: »Her
standa vit um hesa kistu eins
og børn, sum hava mist góðu
mammu sína, uttan at skilja
hvat tey hava mist.«
Hann elskaði heim sítt og
var í orðsins fylsta týdningi
faðir fyri børn síni. Hann var
57 ára gamal. Eftir hann er
konan við 7 børnum, harav
tey flestu tó eru vaksin.
Marius endaði í Nólsoy
Sum umrøtt í fyrsta partinum
fekk Johannes, maður Gustu,
í 1872 ein son, Marius, við
Siggu Sofíu Hansen. Her skal
verða tikið við tað, sum Egon
Hansen skrivar um abban:
Marius kom longu sum
vøggubarn í fostur í Nólsoy
hjá Hans Joensen, kongbónda
í Búð og móður hansara Sigge
Malene Hansdatter.
Góðu andaligu gávurnar
hjá Marius og góð skúlagongd
hjá Hanusi í Kongsstovu
komu honum til góðar. Hann
hevði gott hegni sum lækni.
Skar svullir og tók tenn.
Marius giftist við Cathrine
Sophie Thorsvig (1874-1854).
Tey fingu fimm børn. Ein
sonur var Leif Hansen, pápi
Egon, sum var ein kendur
lærari í Nólsoy.
Seinni giftist Sigga Sofía
út á Argjaboða. Maðurin
var Ole Christian Iversen,
fiskimaður, ættaður úr Húsa-
vík. Tey fingu í 1882 dótrina
Elsebeth Christina.
Hon giftist við Hans Jacob
Joensen (Svíná Hans Jakku).
Tey eru ættarfedrar til tey
sum búgva og eita á Borg.
Trónd hjá Gustu:
Javnaðartingmaður úr Kirkjubø
Tað er eingin ivi um, at Gusta fekk nógvar úrmælingar sum eftirkomarar. Trónd var
ein av fyrstu tingmonnunum hjá javnaðarflokkinum og var enntá úr Kirkjubø
Trond hjá Gustu var
ein úrmælingur
Olaf hjá Jens hjá Gustu
fekk eitt stutt lív
Augusta, kallað Gusta. Enn eitt kent navn í Havn
OKKARA LÍTLA
OLGA A.S. HANSEN
F. 29-11 1931 D. 18-9 1934
SOV BARN SOV NÚ
Í HARRANS HOND
RAGNA OLSEN
FØDD HANSEN
F. 28-3 1909 D. 10-2 1940
TUNGT ER TEG AT SAKNA
MEN SÆLT ER UPPI
HAR AT VAKNA
HAR ALT ER LJÓST OG GOTT
HJÁ TÍ STÓRA LÆKNA
Triði steinurin hjá Olaf varð
umrøddur í seinasta parti
Í komandi parti um
tvær vikur verður
greitt frá Andreas
Danielsen, son
Dánjal hjá Andrass,
ið bygdi Argir