Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-18, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 18. mars 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

nr. 33 · 18. mars 2011 24 VIKUSKIFTI Ongantíð gloyma japanarar tann 11. mars í 2011. Fyrst skalv jørðin so ógvusliga undir teimum, at óteljandi bygningar fóru í knús. so sópaði ein Flóðalda heilar býir burtur, og tá sjógvurin fjaraði aftur, sprongdist eitt kjarnuOrkuverk í fukushima. tað, sum byrjaði við einum lívshættisligum jarðskjálvta í undirgrundini, endaði sum ein umFatandi hóttan úr luFtini, tí regnið sigst nú vera geislavirkið Jørðin skalv undir Japan náttúruvanlukka uni arge ua@sosialurin.fo Heimssøga varð skrivað fríggjadagin fyri viku síðan, tá jørðin fór at skelva í Eld kringinum í Kyrrahavinum. Kl. 05.46 føroyska tíð var ein jarðskjálvti 373 kilo­ metrar út fyri japonsku strond ini, sum í fyrstani varð máldur til 8,9 á Richter­ stiganum, men sum jarðfrøðingar síðan hava staðfest hevði styrkina 9,0. So harð ir skjálvtar eru sera sjáldsamir. Tann harðasti skjálvtin nakrantíð var í Kili í 1960. Hann varð máldur til 9,5 á Richter­stiganum. Tann í Japan fyri viku síðan var líka harður sum tríggir skjálvtar í 1700, 1868 og 1952. Allir vórðu teir máldir til 9,0 á Richter­stig­ anum og teljast millum fimm teir harð­ astu skjálvtarnar nakrantíð. Alt sópað burtur Avleiðingarnar av einum jarðskjálvta eru ofta, at hús og bygningar verða løgd í oyði av ristingunum, og at fólk doyggja ella fáa mein, tí tey enda und­ ir húsa toftunum. Hetta hendi eisini manga staðni í Japan fríggjadagin. Men eins og í Indonesia og har um leiðir í 2004 reistist av skjálvtanum ein ovur­ stór flóðalda, sum straks setti kós ímóti mongu býunum á japonsku eystur­ strondini og eisini gjørdi um seg heilt yviri á amerikonsku vesturstrondini. Myndirnar av flóðalduni í Japan vóru upp aftur meira skakandi enn myndirnar í Indonesia í 2004. Sum ein ovurstór døkk tunga át hon sær veg inn í landið og tók fólk, djór, hús, bilar og skip við sær. Eldur var í mangastaðni, og bilar og hús flutu í vatninum sum leikur. So skuldi ein hildið, at fleiri ólukkur ikki kundu raka landið, men ristingarnar av skjálvtanum vóru so ógvusligar, at tær skaddu mangan bygning illa, eisini framkomna kjarnorkuverkið í Fuku­ shima. Kjarnorkuverkini í Japan eru brynjað til at standa ímóti jarðskjálvtum, men hesaferð var skjálvtin so harður, at ringasti marrudreymurin gekk út. Fyrst var ein hørð spronging á verk­ inum, ið sást á sjónvarpsmyndum um allan heim. Síðan hava verið fleiri sprong ingar, og 50 mans hava havt úr at gera at bjarga tí, ið bjargast kann á verk inum. Í økinum kring verkið fingu 140.000 fólk í vikuni boð um at halda seg innan dura orsakað av geislavirkna vand anum. Fleiri lond hava eisini sent flog før eftir fólki, so tey kunnu sleppa úr landinum. Alt, sum kundi ganga galið, gekk sostatt galið í sambandi við jarð­ skjálvtan, og tað kanska mest skelkandi av øllum var, at eitt kjarnorkuverk kundi fara so illa í einum landi, ið er tøkn iliga so væl fyri sum Japan. Van lukkan í Fukushima fer ivaleyst at hava við sær, at mótmælini ímóti kjarn orku kring heimin taka dik á seg, og longu nú hava mótmælisgongur verið. Hetj urnar í løtuni eru tó teir 50 menn inir, sum hava stríðst við at spræna sjógv á upphitaðu reaktorarnar í Fuku shima. Teir hava longu verið fyri so nógvum geislavirknum strálingum, at teir kanska mugu bøta við lívinum, hevur kjarn orkuserfrøðingurin, David Brenner, sagt við CNN. Og menninir vita hetta sjálvir. Teir offra seg fyri land og fólk. Trífalda vanlukkan við jarð skjálvta, flóðaldu og kjarn orku hóttan er í mangar mátar ófatilig, tí hvussu hart kann eitt land verða rakt, kunnu vit spyrja. Vanlukkan hevur tó langt frá kostað so mong mannalív sum flóð aldan í Indonesia í 2004. Tá doyðu 280.000 fólk. Higartil eru 5.000 fólk funnin deyð í Japan, men óttast verður fyri, at talið fer upp um 13.000. Hundrað­ túsundtals fólk hava tó mist hús og heim, fólk standa í longum røð um fyri at fáa vatn og mat, og mong leita fram­ vegis eftir næstringum, sum ikki eru komnir afturíaftur. Ein eldri kona segði við CNN í vikuni, at hon var fegin um at vera sloppin við lívinum, men helt seg vera ov gamla til at vera heim leys. Hon var so køld, segði hon. Sum ein stór vera Á hendan hátt hevur ógvusligi jarð­ skjálvtin í Kyrrahavinum sett Japan í undantaksstøðu, og framtíðin er óviss. Skjálvtin var so harður, at hann kann ikki samanberast við teir jarðskjálvtar, sum hava verið í eitt nú Íslandi seinnu árini. Men hevur tú havt tíni bein standandi á gólvi, ið brádliga fer at skelva og skrenja av jarðskjálvta, gloymir tú ongantíð kensluna. Upplivdi tveir jarðskjálvtar í Íslandi 17. og 21. juni í 2000, sum vórðu máldir til 6,2 og 6,1 á Richter­stiganum. Sum eitt skot fór allur íbúðarblokkurin á Akranesi at skelva og halda ein ønskriligan gang, ið minti um skip, sum við fullari ferð siglir á land. Loft, veggir og gólv fóru skeiv hvørt av øðrum, og ein brádlig kensla av ráða loysi vaktist í heilanum. Men niður støðan var greið beinanvegin: Jarðskjálvti! Tær báðar ferðirnar í Íslandi skrædn aði jørðin fleiri staðni á Reykja­ nesi, og á Selfossi fóru summi hús illa. Mansskaði var tíbetur ongin. Í íbúðar­ blokkinum á Akranesi sluppu vit okk­ um útum, meðan jørðin framvegis skalv. Uttanfyri var sjónin óverulig. Asfaltið á parkeringsplássinum livdi sum bylgjur í sjónum, og parkeraðu bil arnir dandaðu, so fjaðrarnir vórðu spentir á tamb. Tú fekst kensluna av, at ein ovurstór vera skreið inni undir asfalt inum. Hetta var tann 17. juni í 2000. Tann 21. juni høvdu vit lært, at vit skuldu seta okkum undir eitt borð ella stilla okkum í onkran durakarm, meðan jarð skjálvti var, tí har er altíð trygg ast at vera. Í einum durakarmi stóðu vit so, til seinni skjálvtin var av. Tá friður var aftur, skulvu bara beinini. Av skelk inum. Í tílíkum løtum verða trupulleikar í ger andisdegnum ógvuliga smáir, og tú upp livir, kanska eins og sjómenn í ódnar veðri, at mangt er størri og mátt mikl ari enn menniskjan. Jørðin livir og flyt ur seg. Í Eldkringinum í Kyrra hav inum er støðugt lív í undir­ grund ini, og avleið ingarnar eru mang an van lukku ligar. Ísland liggur mitt á rygginum, har amerikanska og evro peiska meginlandið fara sundur. Landið skrædnar alla tíðina eitt sindur. Viðhvørt eru stórir jarðskjálvtar, men sum oftast eru teir smáir. Eldgos gera so eisini um seg, eitt nú í Grímsvøtnum, Heklu og í Eyjafjallajøkli. Nær næsta náttúruvanlukkan fer at gera um seg, veit ongin við vissu, men at fleiri verða, er líka vist sum, at fuglar hvønn dag fara á flog. Tí soleiðis er jørðin. Sum ein ovurstór døkk tunga át hon sær veg inn í landið og tók fólk, djór, hús, bilar og skip við sær. Eldur var í mangastaðni, og bilar og hús flutu í vatninum sum leikur