mánadagur 21. mars 2011síða 7
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
Sosialurin
best, segði Arnfríð Hen tze.
Spurd, um hon hevði ver
ið við upp á tað at fingið
eina tatovering, so setti hon
mark ið har.
Nei, tað má heldur bíða
til eina aðru ferð, helt hon.
Elskar avbjóðingar
Hvussu kom hon so upp í
send ing ina Fólksins rødd?
Eg veit ikki. Jákup
Magnus sen sendi mær ein
mail og spurdi um eg vil di
vera við. Eg segði kans ka,
men tað var so bara mein
ing in, at eg skuldi verða við
í trimum sendingum, segði
Arn fríð Hentze.
Hon tók so av.
Eg elski avbjóðingar, og
eg helt hetta vera eina góða
av bjó ðing at menna meg sjál
va, segði Arnfríð Hentze.
Sjónvarp var henni ikki
heilt ókent heldur.
Eg havi áður verið við í
Degi & Viku, og eisini í Frætt
og fregnað, so tað var mær
ikki ókent framman undan,
segði Arnfríð Hentze.
Hon hyggur sjálvandi eft
ir sendingunum, og sigur, at
tað er stuttligt at kunna flen
na eftir sær sjálvari.
Serliga sendingin, har Pál
hevði fingið lyfti frá løg man
ni um ein langhyl. Tá standi
eg og peiki við einum fingri
upp í loft og sigi, at so mugu
okur bara vóna, at hann
held ur orð. Tað er stuttligt at
síggja, hvussu engagerað eg
eri, segði Arnfríð Hentze.
Fær tilboð
Hon sigur seg hoyra nógv
posi tivt frá familju, vinum
og kenningum.
Og so fái eg eisini nógv
tilboð frá mannfólki. Summ
ir bjóða sær at venja hundin,
aðrir bjóða sær at passa seyð
in og uppaftur aðrir siga,
hvus su nógvar milliónir teir
eiga. Allar hesar milliónirnar
høvdu komið væl við í
Suður oyn ni, segði Arnfríð
Hentze.
Hægsta tilboðið higartil
er 14 milliónir krónur, men
hon tekur ikki av.
Nei, eg eri ikki til sølu,
slær Arnfríð Hentze fast.
Hon sigur seg hava tað
best millum seyðin í Sumba.
Men eg hevði einki havt
ímóti at Suðuroyggin fekk
eitt sindur av pengum og
eitt sindur av virksemi, segði
Arn fríð Hentze. Men hevur
hon fingið nógvar positivar
reaktiónir, so hevur hon als
einki nega tivt hoyrt.
Eg hugsaði, tá eg hevði
sagt, at allir dreingir eru
mammu dreingir, at sonur
mín kanska fór at verða
happ aður, men har havi eg
ein ki hoyrt. So tað sær út til,
at mannólkið góðtekur tað,
tí eg havi einki hoyrt nakra
stað ni frá, segði Arnfríð
Hent ze.
Hon angrar einki, sum
hon hevur sagt í send ing
unum, men tað fer at merkj
ast, tá tær enda.
Tað fer við nógvari tíð,
og órógvar gerandisdagin, so
tað fer at kennast undarligt,
tá sendingarnar halda upp
at, segði Arnfríð Hentze á
Hvonn Live leygarkvøldið.
Myndir: Álvur Haraldsen