mánadagur 21. mars 2011síða 8
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
8
Sosialurin
Leo Poulsen
»Viðkomandi
hevur
við kønari hond skapt
fíggjarlig og lívfrøðilig
burð ar dygg úrslit. Hann
hevur verið sjónligur
bæði sum stjóri og sum
leið ari fyri vinnufelag og
hansara positiva lyndi
og tænastusinnaði hug
burður á starvsleið eiga
at geva øðrum fram
sóknum leiðarum íblást
ur«.
Soleiðis ljóðaði grund
gevingin
hjá
dóms
nevndini fyri at velja
Ragnar Joensen til Ár
sins privata leiðara 2011.
– Hetta var ein ógvu
liga fløvandi heiður, og
eg vil takka teimum,
sum hava innstillað meg
og sum hava valt meg,
segði Ragnar Joensen.
Hann segði, at hetta
hevur verið ein hektisk
tíð beint nú, hann er í
ferð við at flyta yvir til
Noregs.
– Tað hevur verið
stutt ligt at verið partur
av einari vinnu, sum
hevur gingið so væl í
sein astuni. Marknaðurin
hev ur verið góður, men
vit hava eisini gjørt eina
rúgvu av tiltøkum sum
ger, at framleiðslan er
góð, segði Ragnar Joen
sen.
Hann vísti á, at tað
hevur ikki altíð gingið
so væl í alivinnuni.
– Fyri nøkrum árum
síðani sá tað rættiliga
svart út í vinnuni, og
tá skuldi ein rúgva at
tung um tøkum takast,
og tað gjørdu nógv fólk í
vinnuni og hjá myndug
leikunum, og tað munnu
vera fleiri, sum tá høvdu
uppiborið
at
fingið
eitt herðaklapp, segði
Ragnar Joensen.
Hann helt tað hava
verið lætt, at verið leiðari
á Marine Harvest, tí
fyritøkan hevur so nógv
góð starvsfólk.
– Tey hava hjálpt mær
nógv í mínum leiðara
starvi, og tað var ein sum
segði við meg, at eg hevði
timað tað rættiliga væl,
tí nú stingi eg av meðan
tað gongur so væl, segði
Ragnar Joensen.
Hann vónaði at tað
framvegis fer at ganga
væl í alivinnuni.
– Vinnan er í hvussu
er klár at taka nøkur tøk,
segði Ragnar Joensen,
Ársins privati leiðari
2011.
Ein heiður
ið fløvar
Tað gjørdist Ragnar Joensen,
stjóri á Marine Harvest Faroes,
ið gjørdist Ársins privati
leiðari 2011, sum Synergi
skipar fyri á hvørjum ári
Leo Poulsen
»Viðkomandi
hevur
sýnt
stórt virkisfýsni og áræði
við fokus á trivnaðin hjá
fólki. Hann hevur verið
sjón ligur sum leiðari hjá
starvs fólki
og
borgarar.
Hans ara
arbeiðssemi
og
tæn astu sinnaði hugburður
átti at givið øðrum leiðarum
íblástur«.
Segði
dómsnevndin
í
grund geving síni at velja
Heð in Mortensen til Ársins
almenna leiðara 2011.
– Tað er mær ein stórur
heiður at taka ímóti hesi
innstillingini her í dag. Fyrst
og fremst vil eg takka teimum
ið hava hildið meg verdan
til hendan heiður, og eisini
vil eg takka dómsnevndini
fyri teirra niðurstøðu, segði
Heðin Mortensen.
Hann takkaði eisini teim
um dugnaligu og heilhugaðu
starvsfólkunum hjá Tórs
havnar kommunu.
– Tey og teirra dygdir eiga
sera stóran leiklut í hesum
heiðrinum, segði Heðin Mort
ensen.
Hann segði, at hann ikki
hevur
sæð
innstillingina
og tí ikki veit hvat hevur
gjørt hann verdan til henda
heiður.
– Men vit vita, at søgan
er full av stórmennum, sum
eru mettir sum góðir leiðarar,
tí teir dugdu so væl at fáa
fólkið við sær. Men ofta
megnaðu hesir ikki at røkka
málunum, teir settu sær,
og at røkka settum málum
er høvuðsavbjóðingin hjá
einum leiðara, segði Heðin
Mortensen.
Hann segði, at tað er um
ráðandi og motiverandi at
fáa fólk við sær, men ikki eitt
mál í sær sjálvum.
Tora at taka
møguleikan
– Tað er neyðugt at hava
eina visjón, men tað snýr
seg eisini um at vera opin í
gerandisdegnum, at síggja, at
lurta og at taka ímóti góðum
ráðum frá teimum, sum hava
vitanina og royndirnar, segði
Heðin Mortensen.
Tí brúkar hann eisini
nógva tíð at tosa við fólk
fyri at fáa hylling á, hvat er
gott fyri trivnaðin hjá borg
arunum.
– Hetta fyri at skapa ein
bý, eitt samfelag, sum fólk
trívast í og tíma at búgva í,
segði borgarstjórin.
Hann segði eisini, at hann
egði dent á at vitja stovnar
og arbeiðspláss fyri at hoyra
tey, sum vit samskifta við í
gerandisdegnum.
– Skulu vit flyta okkum
ræður tað um ikki at stara
okkum blind upp á forð
ing arnar, teimum vil tað
altíð vera nokk av, og tí er
eingin orsøk at brúka meira
krút upp á tær, segði Heðin
Mortensen.
Tað snýr seg hinvegin um
at tora at taka møguleikan.
At tora at ganga á odda,
eisini
í
mótgangi.
Sum
politikari kann man bara
gera tað við at leggja til brots
og skapa forstáilsi fyri, hví
tað er júst nú, at vit skulu
taka hendan møguleikan,
sdegði Heðin Mortensen.
Hann
segði,
at
sum
leiðari er tað av serstakliga
stórum týdningi, at hava
starvsfólkini við sær, at
kunna líta á gteirra loyalitet
of teirra fakleika.
– Tað, sum vit sum leiðarar
skulu gera, er at vera trúgvir
móti okkara sannføring og
at tora at halda fast, tá á
stendur, segði Heðin Mort
ensen, Ársins almenni leiðari
2011.
At røkka settum
málum er høvuðs
avbjóðingin
Tað gjørdist Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, sum fekk
heiðurin Ársins almenni leiðari 2011. Og hann sigur, at
høvuðsavbjóðingin hjá einum leiðara er at røkka settum málum
Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn og Ársins almenni leiðari 2011 saman við Anniku Andreasen frá Synergi
Mynd: Jens Kristian Vang
Ragnar Joensen, stjóri á Marine Harvest
Faroes, gjørdist Ársins privati leiðari í kapping
við Janus Petersen, forstjóra í BankNordik,
og Regin Jacobsen, stjóra á Bakkafrost
Mynd: Jens Kristian Vang