mánadagur 21. mars 2011síða 9
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
Sosialurin
Leo Poulsen
Tað var ákæruvaldið, sum
ikki var nøgt við revsingina,
sum ein maður fekk í Før
oya Rætti. Hann var har
dømdur 20 dagar treytaða
fongsulsrevsing, og tað helt
ákæruvaldið var alt ov lítið.
Maðurin var ákærdur fyri
í fyrsta lagi at hava ætlað at
koyrt bil ávirkaður, í øðrum
lagi at hava hótt løgreglufólk
og í triðja lagi at hava framt
harðskap móti somu løg
reglu fólkum.
Hendingin fór fram 17.
desember
2008.
Maðurin
hevði verið í býnum, og á
veg til hús var hann farin
inn í bilin hjá sær, sum stóð á
einum parkeringsplássi. Bilin
hevði hann arvað eftir pápa
sín, men hann brúkti hann
ikki, tí hann hevur einki
koyri kort.
Hann segði, at hann plagdi
at starta bilin upp soleiðis við
jøvnum millumbilum, fyri at
motorurin ikki skuldi gerast
fastur, og fyri at hava streym
á bilinum. Men hví hann
dýrandi fullur og mitt um
náttina hevði startað bilin,
dugdi hann ikki at siga.
Hansara frágreiðing var,
at tá løgreglan kom á staðið,
fór hann úr bilinum og tosaði
við aðra løgreglukvinnuna,
sum hann segði seg kenna frá
skúlaárunum. So knappliga
kom hin løgreglukvinnan
loyp andi og sproytaði pipar
spray í andlitið á honum.
Hann gjørdist tí illur og
vildi ikki við út á Lands
sjúkrahúsið at taka blóð
roynd.
Tað endaði kortini við, at
hann fór við, um enn ikki
sjálvboðin. Hann segði, at
tá blóðroyndin var tikin,
sproytaðu
løgreglufólkini
aftur piparspray í andlitið
á sær, og tí gjørdist hann
óður.
Hann segði seg hvørki
hava hótt ella barst við løg
reglu fólkini.
Ein onnur útgáva
Sum vera man høvdu løg
reglufólkini eina aðra útgávu
av hendingini.
Onnur løgreglukvinnan
greiddi frá, at hon og starvs
felagin ætlaðu sær til Vest
manna í sambandi við, at ein
eldri kvinna var horvin, tá tær
fingu boð frá støðini um eina
møguliga spirituskoyring.
Tær vóru Yviri við Strond
,júst farnar framvið Eik
Banka, tá tær vendu og við
mikl ari ferð – tó uttan út
rykning – koyrdu á staðið.
Maðurin í bilinum gjørdist
bein anvegin
hóttandi
og
gjørdi onkra viðmerking um,
at hann nokk skuldi klára
tvær kvinnur.
Hann vildi ikki við á
Landssjúkrahúsið at taka
blóðroynd, men tá eitt grovt
heglingsæl kom, fingu tær
hann kortini inn í bilin.
Maðurin hevði verið hótt
andi og sagt, at hann visti
hvørjar tær vóru og at hann
nokk skuldi finna út av, hvar
tær búðu.
Tær báðar løgreglu kvinn
urnar mettu støðuna so
hætt isliga, at tær valdu at
ringja eftir hjálp.
Komin út á Lands sjúkra
húsið vildi maðurin ikki inn,
men tá kom so løg reglu
maðurin, sum ringt var eftir,
og tey fingu so í felag mannin
inn á Landssjúkrahúsið.
Inni á Landssjúkra hús
in um hótti hann aðra løg
reglukvinnuna og familju
hennara. Hon valdi tí at halda
seg burtur, tá blóðroyndin
varð tikin.
Hin
løgreglukvinnan
var tó til staðar, meðan
blóðroyndin varð tikin, og
hon segði, at maðurin alla
tíðina gjørdi mótstøðu og
ikki vildi tosa við læknan, tí
hesin var dani.
Blóðroyndin varð tó tikin,
og hon vísti eina promillu á
3,03.
Sló eftir løg reglu
fólkunum
Tá blóðroyndin so var tikin,
var at fara á løgreglustøðina,
men tá ákærdi hoyrdi hetta,
gjørdist hann frá sær sjálv
um.
Løgreglufólkini
royndu
fleiri ferðir at taka mannin og
leggja hann í hondjørn, men
maðurin reiv eg leysan hvørja
ferð. Einaferð hann reiv seg
leysan, langaði hann so til, at
hann – skuldi tað vísa seg –
breyt eitt bein í høgru hond á
aðrari løgreglukvinnuni.
Nú hildu løgreglufólkini, at
aðrir bollar máttu á súpanina,
so løgreglumaðurin tók fram
piparspray
og
sproytaði
mannin í andlitið, men tað
sá ikki út til at hjálpa. Onnur
av løgreglukvinnunum tók
síðani sín piparspray dunk og
sproytaði mannin í andlitið
aðru ferð, og tá bar til.
Tey fingu lagt mannin
niður og í hondjørn, og
koyrdu hann síðani í deten
tión ina. Sambært løg reglu
kvinn unum rópti maðurin
ókvemsorð eftir teimum alla
tíðina.
Verjin
hjá
manninum
segði, at einki prógv var fyri,
at maðurin ætlaði at koyra
bil hesa náttina, og tað gav
Eystari Landsrættur hon
um rætt í. Hinvegin metti
Landsrætturin,
at
meiri
hald var í pástandinum hjá
ákæru valdinum tá tað kom
til harðskap móti løg reglu
fólkunum, og Landsrætturin
broytti dómin hjá Føroya
Rætti soleiðis, at maðurin í
staðin fyri 20 dagar fekk 40
dag ar treytað fongsul.
Tað skal sigast, at ákæru
valdið var viknað við tað, at
ákærin, sum hevði ført málið
allan vegin og eisini dagin
fyri, um morgunin knappliga
føldi seg illa og varð koyrdur
á Landssjúkrahúsið.
Hetta merkti, at Karen
Marie Olesen, fúti, tók yvir,
og tað sigur seg sjálvt, at
hon ikki hevði møguleika
at seta seg fult inn í málið.
Tað førdi til, at hon lítið og
einki brúkti av frágreiðingini
løgreglukvinnuni, sum varð
avhoyrd dagin fyri, og sum
hevði ta mest detajlieraðu
frágreiðingina.
Í síðsta enda var dómurin
bara prinsippiellur, við tað, at
hann var treytaður.
Tað eydnaðist at enda at leggja mannin í hondjørn, men ikki fyrr enn tvey av løgreglufólkunum høvdy nýtt piparspray
Tilvildarlig mynd
Fekk revsingina
tvífaldaða
Ein maður fekk í Eystara Landsrætti hósdagin revsingina tvífaldaða, men
hetta er kortini bert í prinsippinum, tí dómurin var treytaður