Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Formaðurin í uttanlands­ nevndini, Hans Pauli Strøm, heldur, at landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fær ein trupulleika, um hann ikki lurtar eftir nevndini í spurninginum um býtið makrelinum. – Tað eru tveir flokkar umboðaðir í uttanlands­ nevndini, sum Jacob Vester­ gaard er í samgongu við, og umboðini hjá teimum taka undir við stóra meirilutanum í nevndini, sigur hann. Tilráðingin hjá uttan­ landsnevndini til lands­ stýrismannin er ein føroysk eginkvota, sum svarar til 15% av tí, sum fiskifrøðin metir er ráðiligt at fiska av makreli í 2011. Ein stórur meiriluti í nevndini sigur, at alt, sum fer um tey 15%, eigur at lutast Havstovuni at umsita sum royndarkvota, ið skal bjóðast út og seljast. Breið undirtøka Landsstýrismaðurin hevur ásett Føroyum eina eginkvotu á 150.000 tons, og tað merkir, at umleið 60.000 tons eru eftir, sum uttanlandsnevndin metir eiga at verða boðin út. Einki bendir á, at lands­ stýrismaðurin ætlar, at partar av kvotuni skulu bjóðast út, soleiðis sum ein stórur meiriluti í uttanlands­ nevndini mælir til. Hans Pauli Strøm veit, at landsstýrismanninum ikki nýtist at lurta eftir nevndini, tí hann ræður á økinum. – Men vit halda tað vera ógvuliga umráðandi, at alt, sum verður gjørt frá føroyskari síðu í makrel­ málinum, hevur so breiða undirtøku sum gjørligt, sigur Hans Pauli Strøm, formaður í uttanlandsnevndini. vilmund@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen Í einum trúnaðarskjali, sum uttanlandsnevndin hevur sent landsstýrismanninum í Fiskivinnumálum, Jacobi Vestergaard, mælir ein stórur meiriluti í nevndini til, at umleið 60.000 tons av føroysku eginkvotuni av markreli í ár verður lutað Hav­ stovuni til royndir og annars verður selt hægstbjóðandi. Hetta er tann parturin av tillutaðu eginkvotuni, sum fer út yvir tey tonsini, ið liggja uttan fyri tey 15% av heildarkvotuni, sum fiskifrøðin mælir til kunnu fiskast av makreli í Norður­ atlantshavi í 2011. Óheppin viðger Jacob Vestergaard heldur tað vera óheppið, at eitt slíkt skjal, sum er í trúnaði, verður latið øðrum – ikki minst í einum máli, sum hesum, har Føroyar stríðast við stór lond um síni rættindi. – Uttanlandsnevndin er sjálvandi vælkomin við til­ mælum um, hvussu Føroyar skulu takla hesi viðurskifti mótvegis teimum, vit standa yvirfyri. Ymiskar meiningar kunnu vera um, hvussu nógv nevndin eigur at blanda seg í innanlandsviðurskifti, men persónliga haldi eg ikki, at uttanlandsnevndin eigur at blanda seg í, hvussu býtið av kvotuni verður skipað her heima. Hon eigur í fyrsta lagi at halda seg til uttan­ landsviðurskifti. Landsstýrismaðurin held­ ur, at sjálvandi eigur nevndin at hava sínar meiningar um, hvørji føroysku sjónarmiðini mótvegis hinum tjóðunum eiga at verða, og hon eigur soleiðis eisini at hava sínar meiningar um vísundaligar kanningar. – Men, hvussu ávísa býti her heima fer fram, haldi eg persónliga liggur uttan­ fyri virkisøkið hjá uttan­ landsnevndini, sigur Jacob Vestergaard, sum ikki hevur hug at gera fleiri viðmerk­ ingar til trúnaðarskjalið, sum uttanlandsnevndin hevur latið honum, og sum nú er likið út til almenningin. Til ummælis Landsstýrismaðurin væntar, at tá hendan vikan er liðug, verður ein kunngerð klár, sum ásetir eginkvotuna, og hvussu hendan verður býtt millum skipabólkarnar. – Áðrenn kunnugerðin verður lýst, verður hon fyrst send Fiskivinnuráðnum til hoyringar, sigur Jacob Vestergaard. vilmund@sosialurin.fo Eiga ikki at blan - Mín persónliga meining er, at uttanlandsnevndin eigur ikki at blanda seg uppí, hvussu makrelur verður býttur, sigur Jacob Vestergaard – Meiningar kunnu vera ymiskar, men eg haldi ikki, at tað liggur innanfyri karmarnar hjá uttanlandsnevndini at blanda seg, hvussu makreltilfeingi undir Føroyum skal lutast, sigur Jacob Vestergaard – Umráðandi er, at tað, sum verður gjørt frá føroyskari síðu í makrelmálinum, hevur so breiða undirtøku sum gjørligt, sigur Hans Pauli Strøm, formaður í uttanlandsnevndini Jacob hevur ein trupulleika