mánadagur 21. mars 2011síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
Sosialurin
da seg
Vilmund Jacobsen
Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum,
Jacob Vestergaard, heldur tað vera ógvuliga
umráðandi, at fleiri vísundaligar kanningar
verða gjørdar av makreli sum heild. Hann
ivast onga løtu í, at slíkar kanningar kunnu
fáa stóran týdning fyri føroyska kravið
um ein betri kvotupart. Hann vísir á, at
tær kanningar, sum eru gjørdar, styrkja
føroysku ynskini og krøvini.
– Men tað vísir seg, at ES og Noreg
treyðugt vilja verða við til at gera tær kann
ingar, sum eru neyðugar fyri at staðfesta
útbreiðsluna í øllum økinum, soleiðis at
hetta kann liggja til grunds fyri einum
øðrvísi býti, nú tað vísir seg, at nógv meiri
makrelur er her vesturi.
Hann sigur, at tað serliga er ES, sum
hevur avvíst blankt, men Noreg var við í
teimum kanningum, sum gjørdar vórðu í
fjør.
– Í ár eru londini ikki áhugaði í at gera
slíkar vísundaligar kanningar, sum vit
halda áttu at verið gjørdar, helst mánaða
fyri mánaða, sigur Jacob Vestergaard.
Makrelur gýtir
Kanningar,
sum
havrannsóknarskipið
Magnus Heinason gjørdi í fjør summar,
vísa, at makrelur gýtir í føroyskum sjógvi.
Londini, sum vóru við í kanningini í fjør,
vóru Føroyar, Ísland, Noreg og ES. Øll
londini gjørdu sínar kanningar, og síðan
skuldu úrslitini samanberast.
Tær kanningar, sum Magnus Heinason
gjørdi, vórðu gjørdar í tíðarskeiðnum frá
19. mai til 2. juni, og uppgávan var at telja
makrelrogn. Høgni Debes, lívfrøðingur á
Havstovuni, var føroysku kanningarleiðari,
og hann segði, at teir raktu við makrelrogn
allastaðni, har Magnus Heinason var.
Vit vóru um alt tað føroyska havøkið, og
vit staðfestu, at makrelur gýtir alla staðni
kring um í føroyskum sjógvi – úr suðri, har
gýtingin er størst og heilt norður á 63 stig,
segði Høgni Debes, sum kortini legði dent á,
at tær stóru og gomlu gýtingarleiðirnar hjá
makreli serliga eru vestanfyri Írland.
Lívfrøðingurin legði aftrat, at eingin
ivi er um, at makrelur hevur broytt sítt
ferðingamynstur og í størri mun enn áður
gýtir vestari og norðari, enn hann hevur
gjørt.
Jacob Vestergaard vísir á, at lítil makrelur
hevur verið í norskum sjógvi seinnu árini, og
tí hava norsk skip eisini havt trupulleikar
við at fiska sínar kvotur.
– Seinasta semjan millum strandalondini
um makrel, var í 2009, og tá var føroyski
parturin smá 5%. Í eini frágreiðing hjá ICES
varð sagt, at hetta árið hava ESskip havt
eina rapporteraða útblaking av makreli á
27.000 tons og tonsatalið, sum varð fiskað
útyvir ESkvotuna, var 70.000 tons – ella smá
100.000 tons tilsamans. Hóast hetta kom
ikki uppá tal, at ES vildi draga hesi tonsini
av kvotuni árið eftir. So, eg haldi, at londini,
sum vit standa yvirfyri, hava uppført
seg undarliga – og so rópa tey okkum
sjórænarar, sigur Jacob Vestergaard.
Neyðugt við semju
Landsstýrismaðurin
heldur
tað
vera
ógvuliga umráðandi, at semja fæst um
makrelfiskiskapin, tí eingin veit, hvussu
nógv stovnurin tolir, um veiðan hjá londu
num verða óskipað fleiri ár frameftir.
– Tað er skyldan hjá øllum londunum,
sum fiska av hesum tilfeingi, at finna
fram til semju, soleiðis at stovnurin verður
umsitin
skynsamiliga.
Henda
skylda
hongur ikki bara á okkum føroyingum, men
so sanniliga eisini á ES og Noreg, sum vilja
kanna sær 90% av hesum tilfeingi, ið vit
halda vera púrasta burturvið.
Spurdur, um hann er spentur, nú
vertíðin stendur fyri framman, sigur Jacob
Vestergaard, at hetta verður ein ógvuliga
spennandi tíð, ið liggur fyri framman.
– Føroyska fiskivinnan gjørdi sær sínar
royndir í fjør og fekk nógv burtur úr. Í
ár verður tíðin ikki so knøpp, og eg eri
ógvuliga spentur eftir at vita, hvussu henda
vertíðin kemur at tørna út. Stórur áhugi
er fyri tilfeinginum, og tað verður eisini
spennandi at vita, hvussu langt við røkka
í ár, bæði hvat veiði og virking ræður, sigur
landsstýrismaðurin.
vilmund@sosialurin.fo
ES og Noreg
ov lítlan
áhuga fyri
kanningum
– Í ár eru ES og Noreg ikki áhugaði í
at gera vísundaligar kanningar, sum
vit halda áttu at verið gjørdar, helst
mánaða fyri mánaða, sigur Jacob
Vestergaard, landsstýrismaður
– Tað er ógvuliga umráðandi, at alt,
sum verður gjørt frá føroyskari síðu
í makrelmálinum, hevur so breiða
undirtøku sum gjørligt, sigur Hans Pauli
Strøm, formaður í uttanlandsnevndini