Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 12

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 12 Sosialurin Randi Jacobsen 12 av teimum, sum fríggja­ dagin 11. mars vóru til toefl­ roynd á Fróðskaparsetrinum, mugu taka royndina av nýggjum. Tekniskir trupulleikar høvdu við sær, at internetið tríggjr ferðir fór niður, og tað eydn aðist ikki hjá teimum 12 av fullføra royndina nnan fyri ásettu tíðina. Hjá trimum bar til, og tey komu ígjøgnum royndina. Toefl­royndin er norður­ amerikansk, og fleiri hægri læristovnar í til dmis Stóra Bretlandi, USA og Avstralia krevja av teimum, sum komu úr ikki­enskt talandi londum, at tey gjøgnumføra royndina og prógva, at tey duga at tosa, lesa, skilja og skriva enskt mál. Ikki øll Øll, sum fara í enskt talandi land at lesa, skulu ikki standa hesa royndina fyrst. Tað veldst um, hvørjir enskt­ førleikarnir eru, og hvat tey ætla at lesa, sigur Holg er Arnbjerg á Altjóða Skriv­ stovuni. Henda roynd er av og á í Føroyum, fyri at studentarnir skulu sleppa frá at fara av landinum at taka royndina. Tað sparir teimum nógvan pening at taka royndina í Føroyum. – Hetta er ein tænasta, sum vit hava havt í fleiri ár, sigur Holger Arnbjerg. Tey fyrstu árini var roynd in á pappíri, men nú í nøkur ár hevur royndin verið á internetinum, og luttak­ ararnir sita við headsetti og mikro fon. Sama roynd verður hildin í senn í fleiri heimsins londum. Í størri londum er royndin oftari enn í Føroyum. Eingin ólukka Royndin seinast var 11. mars í hølunum hjá Fróð skapar­ setrinum í Jónas Broncks­ gøtu í Havn. – Trupulleikar vóru við internetssambandinum, og tá teldumaðurin tríggjar ferð ir hevði tendrað aftur, noyddust vit at gevast, tí tíðin fór, sigur Holger Arn­ bjerg. Tað var tó eingin ólukka fyri luttakararnar, sum kundu velja ímillum at fáa lut takaragjaldið endurgoldið ella at fara upp til nýggja roynd. Nýggj roynd verður aftur 30. apríl. Holger Arnbjerg veit bara um ein luttakara, sum hevur biðið um at fáa peningin aftur. Luttakaragjaldið er 160 amerikanskar dollarar. Hini fara til roynd aftur seinni, og av tí at ryndin verður aftur 30. apríl, skldi seinkanin ikki forða nøkrum at farið undir hægri lestur í enskt talandi landi næsta skúlaár. Nógv velja at fara í fremmand lond at fáa sær útbúgving. Men neyðugt er at duga málið í útbúgvingarlandinum Internetið spilti royndina Fleiri teirra, sum ætla sær í enskttalandi land at lesa, mugu upp til eina serliga roynd, sum kann takast á Føroyum. Men seinasta royndin í Føroyum kiksaði, tí internetið riggaði ikki Randi Jacobsen Politiið hevur varhugan av, at tað vóru somu fólk, sum brutu inn tríggj­ ar ferðir í Havn leyg­ arnáttina. Fyrsta innbrotið var hjá Valdemar Lützen á Skálatrøð í Havn. Har hevur onkur brotið seg inn á skrivstovuna, rótað er í skuffum, men hildið verður ikki, at nakað er horvið. Í illveðrinum leygar­ náttina breyt ein maður ein rút á handlinum P.E. í Sigmundargøtu, men onkur kom framvið, og maðurin tók til rým­ ingar. Triðja innrbotið var í Kiosk Aktiv í J. C. Svaboes gøtu. Tjóvurin er farin inn gjøgnum eitt vindeyga. Ein roynd er gjørd at koma í kassan, sum var tómur. Stolnir eru umleið 400 skava­ og­vinn­seðlar. Kriminalpolitiið held­ ur seg hava eina góð slóð at elta, men heitir eisini á møgulig vitni um at koma við upplýsingum. Trý inn­ brot í Havn Leygarnáttina vórðu framd trý innbrot í Havn við lítlum ella ongum vinningi Randi Jacobsen Menninir vórðu tiknir, best sum teir komu til Føroya við Norrønu. Menninir, ein føroy­ ingur og ein dani av øðrum etniskum upp­ runa, vóru í grund lógar­ hoyri varðhalds fongsl­ aðir í fýra vikur. Í dag gongur varð­ haldsfongslingin út, og politiið krevur hana longda. Málið er annars næstan búgvi at leggja fyri rættin. Eftir handtøkuna fóru kriminalpolitistar út av Havnini við Lív at taka upp rúsevni, sum menninir høvdu tveitt fyri borð. Meira fæst ikki at vita um málið enn. Leingja varð halds­ fongslingina Tveir menn, sum sita varðhaldsfongslaðir fyri at hava smugla rúsevni til Føroya, koma heilt skjótt fyri rættin