Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 Sosialurin Eirikur Lindenskov – Nú má svansið við fólksins peningi halda uppat! So rívan tekur floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum til, nú hon harðliga átalar »tað oyðsl við fólksins pen­ ingi, ið nevnd og stjórn í Tryggingarfelagnum Før oy­ ar (Ognarfelag Trygg inga r­ takaranna) nú um dagarnar fremur«. Tað, sum sipað verður til, er at nevndin í TF Holding hevur givið Gunnari í LIða fýra milliónir krónur í sam­ bandi við at hann segði seg frá sum stjóri felagsins, og at nevndin eisini hevur hækkað sína egnu samsýningar mun­ andi. Floksleiðslan vísir á, at Tryggingin var í nógv ára­ tíggju eitt felag, sum allir føroyingar vóru noyddir at gjalda pening til, tí felagið hevði einkarrætt til sítt virksemi. – Tí er tað Føroya fólk, ið hevur bygt ognir felagsins upp. Tað kann á ongan hátt góð takast, at teir, ið nú standa á odda fyri hesum felag, gjalda ovurstórar pen ingaupphæddir út til sín sjálvs. Upphæddirnar, ið verða útgoldnar, eru so ør kyml andi stórar, at tað á ongan hátt kann sigast, at tær standa mát við arbeiðs orkuna, ið hesi størv krevja. Tvørturímóti tykist hetta verða tekin um sama gramleika, ið vit hava sæð innan fíggjarmarknaðin seinnu árini, og sum hevur við ført fíggjarkreppur kring allan heim. Samsýningar av hesum slag hoyra onga­ staðni heima og eiga tí at halda uppat, sigur floks­ leiðsl an, sum heitir á ting­ og landsstýrismanning Javn­ aðar floksins um at tak hesi viðurskifti upp á politiskum stigi. – Vit kunnu ikki bjóða okkara fólki, at samstundis sum arbeiðsloysið kemur í hæddina, og skert verður av almennu játtanunum til grundleggjandi vælferðar­ tæn astur, so skulu vit gjalda ørvitisupphæddir til frá­ farandi og sitandi leiðslur, sum við slíkum atburði held ur tykjast at røkja egin áhuga mál enn áhugamálini hjá tí fólki, sum hava bygt hesar stovnar upp til felags gagn, stendur í áheitanini. Floksleiðslan krevur, at øll neyðug atlit verða tikin, um neyðugt eisini við lóggávu, til tess at tryggja henda stovn, ið nú er eigari av einum av tveimum peningastovnum í Føroyum, umframt at sita á einum av størstu pen­ ingakøssum landsins. – Vit kunnu ikki góðtaka, at nakað sum bara líkist Eik­ævintýrinum, kemur at endurtaka seg, sigur floks­ leiðsla Javnaðarfloksins, sum hevði fund í Losjuni í Havn leygardagin. eirikur@sosialurin.fo Átalar harðliga oyðsl hjá TF Holding TRYGGING Floksleiðslan hjá Javnaðarflokkinum átalar nú harðliga Tryggingarfelagið Føroyar fyri oyðsl við fólksins peningi. Floksleiðslan vil hava flokkin - um neyðugt við lóg - at steðga, at tað ber til hjá nevnd og leiðslu at gjalda sær sjálvum milliónaupphæddir.