Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 16 Sosialurin Jan Müller Wilhelm Petersen, sum í 12 ár var stjóri - og ein av stig- takarunum - í føroyska olju- fe lagnum Atlantic Petroleum, byrjaði fyrst í hesum árinum í nýggj um starvi hjá norska olju felag- num SAGEX. Hann er settur stjóri fyri strategiskari og vinnuligari menning hjá felagnum, sum er virkið bæði í føroyskum øki og úti í heimi. Wilhelm Petersen sigur við Sosialin, at hetta er ein stór og spenn- andi avbjóðing fyri seg og er meinlík tí arbeiði hann hevði í Atlantic Petroleum. – Uppgávan eg havi fing- ið hjá Sagex er at menna stra tegiina hjá felagnum og finna nýggjar verkætlanir og vinnumøguleikar. Hóast fyrrverandi Atlantic Petroleum stjórin nú skal starvast á høvuðssætinum hjá Sagex í Oslo, so sleppur hann kortini ikki heilt før- oysku oljuleitingini. Sagex er nevniliga fyristøðufelag í trimum loyvum á føroyska landgrunninum. Spennandi Wilhelm Petersen heldur tað vera sera spennandi at vera við í menningini av einum oljufelag, ið er fyristøðufelag í fleiri loyvum og fer undir framleiðslu í næstum. Tað er ikki nakað nýtt fyri Wilhelm Petersen at hava bæði Føroyar og onnur lond sum sítt arbeiðsøki: - Tey árini eg starvaðist hjá Atlantic Petroleum fór størsti partur av arbeiðinum fram í Bretlandi og Írlandi, har vit funnu nýggjar møguleikar, sum í dag bera frukt, og har felagið forvinnur munandi upphæddir. Tað verður so eisini hetta, sum verður raðfest hjá Sagex: at finna møguleikar, sum kunnu geva ein positivan peningastreym uppá stutt sikt. Skjóta inntøku – Sagex er fyristøðufelag í trimum loyvum í Føroyum, hvat kunnu vit vænta okkum av hesum? – Tá tosa vit sjálvandi um leiting, sum er ein lang- tíðar íløga, tó at hon er týdn- ingar mikil. Men tað, sum er ótrú liga týdningarmikið fyri smærri oljufeløg sum Sagex, er at finna møguleikar, sum kunnu geva feløgunum eina inntøku skjótast møguligt. Hetta hongur eisini saman við, at kapitalmarknaðurin vorðin trekur í sambandi við fíggjarkreppuna. – Sær tú slíkar skjótar møgu leikar at fáa inntøkur til Sagex? – Tað eru alla tíðina møgu leikar á hesum markn- aðinum. Tey stóru feløgini upp keypa oftani smærri feløg, og tá er vanligt, at tey selja út av teimum smærri eigarapørtunum, og tað eru upplagdir møguleikar at savna slíkar upp og fáa teir í framleiðslu. Hetta var leisturin Atlantic Petroleum koyrdi eftir. – Tað hevur ljóðað, at Sagex er í fíggjarligum trupul leikum. Hvussu sær tú fram tíðina hjá felagnum? – Tey flestu av teimum smærri oljufeløgunum hava havt eina avbjóðing síðstu árini, harundir eisini Sagex. Fyritøkan hevur fingið hesi viðurskifti uppá pláss. Hesum verður eisini greitt frá á heimasíðuni hjá felagnum www.sagex.no Terje Hagevang – Tín arbeiðsgevari er Terje Hagevang, sum er ein gamal kenningur í føroysku oljuleitingini! – Terje var ein av teimum fyrstu, sum fór at hyggja eftir tí føroyska økinum og hevði hann eisini drúgvar royndir frammanundan eitt nú hjá Saga Petroleum. Føroyingar kenna væl Terja Hagavang, sum framvegis hevur stóran áhuga fyri tí føroyska økin- um. Hann hevur verið ein av drívkreftunum fyri at seta Føroyar á landakortið. – Hvørjar verða so tínar fyrstu uppgávur hjá Sagex? – Hesa seinstu tíðina havi at kannað, hvørjir møguleikar eru á marknaðinum, nakað, sum minnir ikki sørt um tað vit gjørdu í Atlantic, nevni- liga at finna nøkur felt, sum kunnu koma í framleiðslu innan rímuliga stutta tíð. Og tað eru fleiri møguleikar á marknaðinum í løtuni. – Hvør er styrkin hjá felag sum Sagex? – Styrkin hjá Sagex er í teimum fólkunum, sum eru har, er tann, at tey hava loyvi bæði í Føroyum, Bret- landi og Noregi og eru góð- kendir í Noregi sum eitt fyri støðufelag – og hava so eitt felt, sum helst fer í fram- leiðslu um eitt ár. Samanber man Atlantic Petroleum og Sagex, so minna tey nógv um hvørt ann að, men har Atlantic er nøkur ár frammanfyri Sagex. ExxonMobil – Hvønn týdning metir tú tað fær fyri loyvini hjá Sagex í Føroyum, um Statoil, ExxonMobile og Atlantic Petrol eum gera eitt fund á land grunninum í summar? – Tað hevur stóran týdning fyri alt Føroyaøkið, at eitt so stórt oljufelag kemur uppí leitingina aftrat og kann koma við síni ekspertisu. Verð ur eitt fund gjørt, so fær hetta stóran týdning fyri øll føroysku loyvini og so sanni- liga eisini tey hjá Sagex. – Nú hevur tú verið í olju- bransjuni í mong ár. Hvat er tað, sum fær Wilhelm Peter- sen til at halda fram í hesi vinnu? – Hetta er ein sera spenn- andi vinnuvegur. Her hendir nógv og talan er um eina altjóða vinnu. Tú hevur her tilknýti til kapitalmarknaðin, sum eisini er ein týðandi brikkur til at fáa tingini at ganga upp í eina hægri eind, har man kombinerar tað tekniska við tað økonom- iska. Sagex hevur skrivstovur í Oslo og Stavanger, so Wil- helm Petersen kemur at flyta millum hesar báðar umframt at arbeiða úr Føroyum. Atlantic Petroleum – Hvat heldur tú um gongdina í tínum gamla felag Atlantic Petroleum? – Tey aktivini, sum felag- ið fekk útvegað sær í síni tíð, eru komin væl fyri seg, okkurt hevur verið betri enn annað. Tað, sum nógv fokus varð sett á og nógvir pengar brúktir til, er komið væl fyri seg. Avbjóðingin hjá felagnum er at kunna seta nakað ístaðin fyri tað, sum varð gjørt fyri nøkrum árum síðani, og tað rokni eg eisini við verður gjørt. Tað er í hvussu er ein pallur, sum felagið kann byggja víðari uppá. – Oftani keypa størri olju feløg upp smærri feløg, sum hava eina framleiðslou. Sær tú ein møguleika fyri, at størri oljufeløg kunna keypa eitt felag sum Atlantic Petroleum? – Tað er ringt hjá mær at meta um, men tað eru alla tíðina størri og minni upp- keyp av feløgum, tí hvørja ferð tey størri feløgini fram leiða eina tunnu av olju, so skulu tey finna eina tunnu at seta ístaðin. Atlantic er eitt felag, sum er á radarskerminum, tí tað hevur eina rímuliga sjónliga framleiðslu. jan@sosialurin.fo Wilhelm Petersen skal menna norskt oljufelag Ein av høvuðspersónunum í føroyskari oljuvinnu, Wilhelm Petersen, fyrrverandi stjóri í Atlantic Petroleum, er nú farin at arbeiða fyri norska oljufelagið SAGEX, sum m.a. hevur trý leitloyvi á føroyska landgrunninum. Eitt av mest týðandi kapitlunum í søguni hjá Atlantic Petroleum var tá felagið keypti fleiri oljuleiðir í Norðsjónum. Her hevur Wilhelm Petersen júst skrivað undir avtaluna við Premier Oil. Wilhelm Petersen, sum í mong ár var stjóri í Atlantic Petroleum, er nú farin til arbeiðis hjá norska Sagex.