Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Hetta er fimta árið á rað, at spælt verður um Lions-steypið, sum B36 vann í 2007, NSÍ í 2008 og sum HB vann í bæði 2009 og 2010. Av tí at HB er við aftur hesa ferð, kann felagið vinna steypið triðju ferð á rað, meðan EB/Streymur er við fyri triðju ferð, men enn eigur á at vinna tað. Spælt verður um steypið í 10 ár. Dysturin, sum verður sunnu- dagin 27. mars klokkan 16, er fyrsti almenni fótbóltsdysturin í kapp- ingarárinum 2011, og atgongu- merkjaprísurin er 80 krónur, sum er vanligi taksturin til dystir í Voda- fonedeildini. Ikki er óvanligt, at fólk lata størri upphædd, tí endamálið við Stórsteypadystinum er at út- vega pening til eitt vælgerandi endamál. Fyrireikararnir siga, at í hálv- leikinum og eftir dystin er møgu- leiki at fáa ein kaffimunn í FSF-hús- inum, og annars verður sjálvandi steypahandan eftir dystin, har Niels Nattestad, økisformaður í Lions Club í Føroyum, og Christian Andreasen, forseti í Fótbólts sam- bandinum, handa steyp og heiðurs- merki, og eisini verður handaður ágóðin frá dystinum til útvalda enda málið. Stuðla CTD-felagið Tað er Lions Club í Føroyum, sum saman við Fótbóltssambandinum skipar fyri dystinum, og í ár er avgerð tikin um, at allur ágóðin frá Stór steypadystinum hesa ferð skal fara til CTD-felagið, sum var sett á stovn í desember 2009. Felagið røkir felags áhugamál hjá berarum av sjúkuni og familjum teirra, og tað verður gjørt við at veita stuðul og seta í verk tiltøk á økjum, sum almenna heilsu - verkið ikki fevnir um. Eisini er eitt av endamálunum hjá CTD- felagnum at upplýsa um sjúkuna, sum fyrstu ferð var staðfest í Føroyum í 1995. CTD, sum er stytting fyri Carnitin Transportør Defekt, er ein sjúka, sum kann arvast frá for- eldrum til børn, so tí er ógvuliga umráðandi, at fólk koma at kenna til allar tær fylgjur, hon hevur við sær. Sjúkan er nógv meira útbreidd í Føroyum enn aðrastaðni, so tí stuðlar CTD-felagið eisini vísunda- ligari gransking av CTD. uni@sosialurin.fo Hilmar Jan Hansen Í finaluni møttust tey bæði liðini, ið endaðu ovast í landskappingini í fjør, HB og EB/Streymur, eftir at tey høvdu vunnið hvør sín innleiðandi dyst leygardagin, sum vóru ímóti ávikavist KÍ og NSÍ. Bara eitt mál kom fyri steðgin í finaluni, og tað skoraði Pætur Dam Jacobsen, so EB/Streymur var á odda 1-0 í hálvleikinum. Síð- ani javnaði Fróði Benjaminsen fyri HB við brotssparki, áðrenn Bárður Olsen bleiv spældur leysur og smekkaði bóltin í málið til 2-1, ið gjørdist úrslitið av dystinum. Aftaná kundu so spælararnir hjá EB/Streymi lata seg heiðra mitt á vøllinum í Klaksvík, har for maðurin í KÍ, Tummas Lervig, hand aði liðformanninum hjá EB/ Streymi, steypið. Í bronsudystinum stóð á jøvnum 1-1 eftir 90 minuttir, so har mátti brotssparkskapping til, áðrenn ein vinnari kundi kjósast. Einki mál kom í fyrra hálvleiki, men stutt eftir steðgin skoraði Kristoffur Jakobsen til 1-0 fyri KÍ, og tá smáir 20 minuttir vóru eftir, javnaði Christian Høgni Jacobsen fyri NSÍ. Sostatt máttu brotsspørk skjót- ast, og her máttu ikki færri enn níggju skjúttar til, áðrenn avgerðin var fallin, og tá endaði tað við, at NSÍ vann 8-7. Fleiri brotsspørk Hetta við brotsspørkum var for- restin eisini lagnan hjá KÍ í inn- leið andi dystinum ímóti HB, tí tá stóð eisini á jøvnum eftir vanligu tíðina. Kristoffur Jacobsen og Hjalgrím Eltør løgdu KÍ á odda 2-0, áðrenn fyrst Kári Nielsen mink aði um munin fyri HB og síðani Fróði Benjaminsen javnaði við brots- sparki. Av tí at tveir av spælarunum hjá KÍ brendu síni brotsspørk, meðan allir hjá HB skoraðu, endaði hesin dysturin tískil 6-3 til HB, sum tí kom í finaluna. Annars gott avrik av uppflytaranum, KÍ, at liðið megn- aði at halda tveimum av ovastu liðunum í fjør í 90 minuttir og ikki fall, fyrr enn brotsspørkini skuldu skjótast. Í hinum innleiðandi dystinum spældu EB/Streymur og NSÍ, og her vann EB/Streymur 2-1. Fyrst skoraði Arnbjørn T. Hansen til 1-0 fyri EB/ Streym, áðrenn ein av nýggju spæl- arunum hjá NSÍ, Hugues R. Nanmi, javnaði til 1-1. Sigursmálið hjá EB/ Streymi skjeyt Arnar Dam. hilmarjan@sosialurin.fo Stórsteypadysturin stuðlar CTD-felagið Fótbóltur Sunnudagin spæla føroyameistararnir í HB og steypavinnararnir í EB/ Streymi ársins Stórsteypadyst á ovara vølli í Gundadali. Allur ágóðin frá dystinum, sum Lions Club og Fótbóltssambandið í felag skipa fyri, fer til CTD-felagið EB/Streymur best í Klaksvík Fótbóltur Sundalagsmenn vunnu í gjár fyrsta steypið í ár, tá teir endaðu ovastir av teimum fýra liðunum, sum vóru við í árligu útgávuni av Klaksvíkskappingini for maðurin í KÍ, Tummas Lervig, hand aði liðformanninum hjá EB/Streymi, steypið Mynd: Norðlýsið