Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 20 Sosialurin Ítróttarblaðið Uni Holm Johannesen Tað, sum vendi upp, vendir nú niður. Neistin hevði knívin á bark­ anum undan oddadystinum móti Tjaldri í gjár. Neistin vann. Snøgt sagt sorlaði mótstøðuliðið sundur. Nú er Tjaldur undir trýsti. Kvinn­ urnar úr Runavík spæla móti Stjørnuni sunnudagin. Tapa steypa­ vinn ararnir, kunnu tær ikki gera av einsa mallar, hvør skal spæla final­ urnar. Støðan er íkomin, tí Neistin bein­ leiðis vant burtur úr Tjaldri í høllini á Hálsi í gjár. Oddadystur, men 21 mál skilti liðini. Eyðmýkjandi fyri gestirnar. Óskiljandi Tað var, sum spældi Neistin fyri lívinum í gjár. Heimaliðið legði bragdliga fyri, og beinanvegin var munurin fimm mál. Barbara Brauer, Jacklin Djurhuus og Unnur Danielsen gingu undan í álops spæl­ inum, og Simona Petersen og Adina Petrea, stórskjúttarnir hjá Tjaldri, fingu lítið pláss, tá tær royndu at hótta verjuna hjá Neistanum. Gest irnir høvdu einki at svara aftur við. Adina Petrea var sjúk í síðstu viku, og tað darvaði hennara spæl. Annika Thomsen var ikki við. Hon er skadd. Tøkar ella ikki, Neistin var stór spælandi í gjár. 12 mál vóru á muni í hálvleikinum – 22­10. Eftir hvíldina gav Birgir Hansen, venjari hjá Neistanum, ungu spælarunum møguleikan. Mun urin bara øktist. Endaliga úrs­ litið var 40­19. Liðini finnast Trý lið kappast um finalusess. Tjaldur er undir trýsti. Eitt tap fyri Stjørnuni sunnudagin hevur við sær, at kvinnurnar úr Runavík er fýra stig frá finaluplássi, um Neistin vinnur á botnproppinum StÍF. Í síðsta umfari, tann 10. apríl, spæla Neistin og Stjørnan. uni@sosialurin.fo Uni Holm Johannesen Tað er 95 prosent vist, sigur venj arin hjá KÍF. Fá høvdu væntað, at H71 fór at vinna á Neistanum í gjár. Koll firðingar greiddu sína skyldu í Vestmanna. Úrslitini hava við sær, at hoyvíkingar kunnu framvegis fáa KÍF aftur á stiga talvuni. Jan Ottesen, venjari hjá KÍF, ber ongan ótta fyri, at tað fer at miseydnast. – Vit mangla eitt stig og skulu spæla móti H71, StÍF og Kyndil. Eg stúri ikki, sigur hann. KÍF var aftan fyri við tveim­ um málum, tá 10 minuttir restaðu í. So fór heimaliðið upp í ferð og vann greitt, 26­21. Neistin tapti Oddaliðið Neistin tapti fyri fyrstu ferð í hesum kapp­ ingarárinum í gjár. H71 vann 30­28 í høllini á Hálsi. Neistin hevur einki havt at spælt fyri seinastu vikurnar, tí finalu­ plássið var tryggjað fyri fleiri vikum síðani. Tað tekur einki frá avrikinum hjá hoyvíkingum, sum spældu væl. H71 skal spæla seinastu dyst irnar móti Team Klaksvík, KÍF og VÍF. uni@sosialurin.fo Vit fara í finaluna Hondbóltur Jan Ottesen, venjari hjá KÍF, er sannførdur um, at kollfirðingar spæla finalurnar um føroyameistaraheitið móti Neistanum Bank Hondbóltur Neistin bukaði Tjaldri sundur í oddadystinum í gjár. Kvinnurnar úr Runavík eru undir trýsti undan dystinum móti Stjørnuni sunnudagin Atlantic Airways Deildin Menn nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 22 768 608 160 41 2 KÍF 21 597 542 55 28 3 VÍF 22 626 577 49 23 4 H71 21 579 564 15 22 5 Kyndil 22 569 583 -14 21 6 StÍF 21 545 558 -13 13 7 Team Klaksvík 21 500 752 -252 2 Sunset Deildin Kvinnur nr. Lið Dystir Vunnin máL tapt máL munur stig 1 Neistin 22 631 497 134 34 2 Stjørnan 20 568 469 99 34 3 Tjaldur 21 592 508 84 32 4 VB 21 532 526 6 22 5 Kyndil 22 506 550 -44 14 6 VÍF 20 451 563 -112 7 7 StÍF 20 398 565 -167 3 Hoyvíkingar knúgvaðu neistamonnum Mynd: Álvur Haraldsen Adina Petrea og Tjaldur taptu stórt fyri Barbaru Brauer og Neistanum Mynd: Álvur Haraldsen Sorl í høllini á Hálsi. Neistin vann oddadystin við 19 málum Mynd: Álvur Haraldsen Simona Petersen, stórskjúttin hjá Tjaldri, sigur við portalin 24timar. com, at hon spælir neyvan hond­ bólt næsta kappingarár. Hon hevur spælt hondbólt á hægsta stigi í Føroyum í fleiri ár, og tað fer við nógvari tíð. Nú er ætlanin at brúka frítíðina saman við fam iljuni og vinunum. Simona Petersen, ætta úr Litava, hevur spælt við Neist­ anum, Stjørnuni og Tjaldri. uni@sosialurin.fo Simona gevst Team Klaksvík – Kyndil 25-31 Neistin – H71 28-30 KÍF – VÍF 26-21 Stjørnan – Kyndil 30-27 Neistin – Tjaldur 40-19 VB – VÍF 30-28