mánadagur 21. mars 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Rólant Waag Dam
Eingin hevur skotið fleiri mál á
før oyska landsliðnum enn Rógvi
Jacobsen. Hann hevur enn tá skotið
tvey í móti heimsins besta lands
liðið. Og teir eru ikki nógvir yvir
høvur, sum hava skotið tvey mál
í móti Italia. Hann hevur vunn ið
føroysku landskappingina. Hann
hevur vunnið føroysku steypa
kappingina.Rógvi Jacobsen hevur
spælt í Íslandi, Noreg og Danmark.
Nú spælir Rógvi Jacobsen ikki
longur.
Føroyar og føroyskur fótbóltur
eru ikki bara vorðin ein góðan fót
bóltsleikara fátækari. Føroyskur
fót bóltur hevur mist eina heilt stóra
per sónligheit. Ein vinnara sum ikki
stúrdi fyri nøkrum. Ein leikara, sum
ikki góðtók annað enn ein sigur.
Nú hevur Rógvi Jacobsen góð
tikið, at ein skaði ger, at hann ikki
kann spæla fótbólt.
Ein spong argar
– Eg haldi meg havi roynt nóg mikið
til at koma fyri meg. Tað hevur ikki
eydnast, so nú havi eg valt at taka
frí frá fótbólti og skaðum, sigur
hann.
Trupulleikin
er,
at
Rógvi
Jacobsen hevur meitt sær eina
spong í fótinum, sum ikki vil lekjast
aft ur. Skeivar rørslur í kroppinum
hava við sær, at spongin ikki verður
styrkt soleiðis sum hon skal. Tískil
hovnar fóturin hvørja ferð hann
rennur.
Rógvi Jacobsen hevur verið so
langt sum í Írlandi og leita sær hjálp.
Serfrøðingar kannaðu hann, Rógvi
fylgdi einari serligari venjingarskrá,
men hóast hart arbeiðið, eydnaðist
tað ikki honum at koma fyri seg.
– Sum støðan er í løtuni, so er tað
liðugt við fótbólti hjá mær. Um eg
nakrantíð komi at spæla aftur, má
tíðin vísa, sigur Rógvi Jacobsen.
Takk fyri
Klaksvíkingurin er 32 ára gamal.
Hann er ikki knýttur at nøkrum
felag, tí sáttmálin, hann hevði við
ÍF, gekk út eftir kappingarársenda.
Henda sáttmálan ynskti Rógvi ikki
at leingja, um hann ikki kom fyri
seg. Í fjør spældi Rógvi bara seks
dystir, men megnaði kortini at gera
fýra mál.
Framyvir vera so eingir dystir
og tíansheldur ongin mál frá
Rógva Jacobsen. Hetjan hevur valt
at takka fyri seg. Vit siga takk og
somu leiðis!
rolant@sosialurin.fo
Hetjan er givin
Fótbóltur Ein hetja hevur takkað fyri seg. Stríðsmaðurin og málrevurin Rógvi Jacobsen hevur
vunnið alt, sum vinnast kann í Føroyum. Hann er toppskjútti á føroyska landsliðnum. Men hóast
ein langan og seigan dyst, eydnaðis tað honum ikki at vinna á einum skaða í fótinum
Fakta:
Navn: Rógvi Jacobsen
Føddur: 5. mars 1979
Feløg: ÍF, HB, KR Reykjavík,
Sønderjyske, IL Hødd og KÍ.
55 landsdystir og 10 mál.
205 landskappingardystir
og 89 mál
73 steypakappingardystir
og 24 mál.
Rógvi Jacobsen er toppskjútti á landsliðnum, við m.a. tveimum málum móti táverandi heimsmeistarunum úr Italia. Hetjan takkar nú fyri seg, vegna drúgvan skaða
Mynd: Álvur Haraldsen