mánadagur 21. mars 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
22
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Sørvingar vistu longu fyri viku
síðani, at hetta kappingarárið
fór at geva bronsu, so tí høvdu
teir ikki annað enn æruni at
spæla fyri, tá teir í gjár vóru í
Badmintonhøllini í Klaksvík
og spældu ímóti monnunum
hjá Mjølni, sum skulu spæla
FM-finalur ímóti ÍF.
Æran vísti seg tó at vera
ríkiliga góð motivatión hjá SÍ,
tí dysturin endaði við einum
3-1 sigri til gestirnar, eftir at
Mjølnir annars hevði lagt fyri
sum eitt óløgi og vunnið stórt
í fyrsta setti. Tað bleiv bara til
tað hjá klaksvíkingum hesa
ferð, tí trý tey næstu settini
vunnu sørvingarnir.
Í fyrsta setti bar alt til hjá
Mjølni, meðan SÍ hevði stórar
trupulleikar hinu megin netið
og eitt nú næstan ikki hevði
eina líkinda móttøku. Men so
skjótt sum tað var komið upp á
pláss hjá SÍ, vendist ikki aftur,
og restina av dystinum gekk
alt við hjá sørvingum, meðan
Mjølnir fekk lítið at rigga.
Mjølnir hevði enntá allar
møguleikar at vinna fjórða
sett, tí heimaliðið var á odda
bæði 10-1 og 19-13, men megnaði
allíkavæl ikki at fara allan
vegin, men tapti settið og har-
við eisini dystin.
Lítið man vera at ivast í,
at menninir hjá Mjølni, sum
fyrireika seg til FM-finalurnar
ímóti ÍF, høvdu ætlað sær at
vunnið dystin, men tá tað nú
ikki læt seg gera, mundu teir
onkra staðni vera takksamir
fyri, at teir fingu harða mót-
støðu, tí tað skulu teir nokk
rokna við at fáa í finalunum
eisini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Dystirnir í Eik-liguni hjá kvinnum
í gjár høvdu í veruleikanum bara
ávirkan á, hvussu endaliga støð an
skuldi gerast í toppinum á stiga-
talvuni. Spurningurin var, um Fleyr
ella Mjølnir skuldi enda ovast, tí
vinn arin av landskappingini vann
rættin til heimadyst í einum møgu-
ligum triðja dysti, tá FM-finalurnar
verða spældar.
Fleyr var á vitjan í Trongisvági,
og har eydnaðist havnarkvinnum at
vinna. Og tá Fleyr undan dystinum
var oddalið, gjørdist sigurin nóg
mikið til at tryggja oddasessin og
møguleikan fyri heimavølli, skuldi
verið neyðugt við meira enn tveim-
um finaludystum.
Í dystinum ímóti TB, sum hevði
Katrin Petersen við aftur eftir
longri skaðasteðg, kom Fleyr klárt
betur frá byrjan og tók tey bæði
fyrstu settini rímiliga sannførandi.
Men í triðja setti raknaði TB við
og megnaði at vinna, hóast farast
mátti upp um 25, áðrenn settið var
komið til høldar. Hetta skakaði tó
ikki Fleyr meira enn so, at í fjórða
setti var yvirvágin aftur rímiliga
klár, so tá TB eina ferð sá út til at
koma í gongd, var tað longu ov
seint.
Fleyr, sum var uttan Guðrið
Syderbø hesa ferð, dugdi væl at
brúka høgu spælararnar í blokk-
inum, so tað gjørdist meira enn
trupult hjá TB at koma ordiliga
ígjøgn um. Og í løtum var spælið
hjá Fleyr so gott, at tað skuldi boða
frá góðum undan finalunum ímóti
Mjølni.
SÍ skákaði Mjølnir
Aftaná vísti tað seg, at sjálvt um
Fleyr ikki skuldi havt vunnið,
hevði tað allíkavæl rokkið til fyrsta-
plássið, tí Mjølnir kláraði ikki sína
upp gávu, tá SÍ var á vitjan í Bad-
minton høllini í Klaksvík. Sostatt
kundu SÍ-kvinnurnar enda árið við
uppreistari pannu, hóast tær óivað
eru vónbrotnar um, at tær ikki
komu í finaluna.
SÍ fekk eina góða byrjan og vann
tvey tey fyrstu settini. Og hóast
spælið hjá SÍ ikki alla tíðina var á
toppinum, var tað nóg mikið til at
taka hesi bæði settini, tí Mjølnir
slapp slett ikki í gongd. Men í
triðja og fjórða setti komu klaks-
víkskvinnur langt um leingi fyri
seg, og serliga í triðja setti spældu
tær væl og fingu álopini at rigga.
Sostatt mátti eitt fimta sett gera
av, hvør skuldi vinna dystin, og
nú var tað aftur SÍ, ið var omaná.
Frá byrjan var SÍ eitt sindur
frammanfyri og megnaði at halda
munin, og sjálvt um Mjølnir hevði
hug at nærkast ímóti endanum,
vann SÍ síðsta og avgerandi bóltin
í einum spennandi fimta setti, ið
endaði 15-12.
Sum onkur tók til, var tað
kanska Mjølnir, ið vísti meira av
álops spæli, men tað munaði bara
ikki nóg mikið, tí SÍ vísti seg í verju-
spælinum frá sínari allarbestu síðu
og fekk øgiliga nógv uppaftur av
gólvinum.
Tann allarsíðsti dysturin í lands-
kappingini hjá kvinnunum verður
spældur á Toftum í kvøld klokkan
20, tá Ternan tekur ímóti Drátti.
hilmarjan@sosialurin.fo
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 Fleyr
21
18
3
57
21
36
25
2 Mjølnir
21
17
4
57
17
40
22
3 SÍ
21
16
5
52
28
24
21
4 ÍF
21
12
9
42
35
7
16
5 TB
21
9
12
35
45
-10
11
6 Ternan
20
5
15
22
49
-27
7
7 KÍF
21
4
17
18
57
-39
5
8 Dráttur
20
2
18
25
56
-31
3
mjølnir - sÍ 2-3 (23-25, 21-25, 25-22, 25-15, 12-15)
tB - Fleyr 1-3 (21-25, 22-25, 26-24, 17-25)
ternan - Dráttur (í kvøld klokkan 20)
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
Vunnin sett
tapt sett
munur
stig
1 ÍF
20
18
2
56
15
41
26
2 Mjølnir
20
12
8
42
31
11
17
3 SÍ
20
12
8
46
28
18
16
4 Fleyr
20
8
12
28
42
-14
11
5 TB
20
0
20
4
60
-56
0
mjølnir - sÍ 1-3 (25-10, 22-25, 19-25, 21-25)
SÍ tók
síðsta
stikkið
Mansflogbóltur Hóast menninir
hjá Mjølni óivað vildu havt vunnið
dystin ímóti SÍ, mundu teir onkrastaðni
vera takksamir fyri, at teir fingu harða
mótstøðu frá sørvingum, nú FM-final-
ur nar ímóti ÍF standa fyri framman
Fleyr fekk
fyrstaplássið
Kvinnuflogbóltur Av tí at SÍ-kvinnurnar bastu Mjølni
í Klaksvík, kundi Fleyr við sigri á TB í Trongisvági varðveita
oddasessin, nú stigatalvan skjótt endaliga kann gerast upp
EinKi óKEYPis
Kvinnurnar hjá Mjølni, sum longu eru finaluklárar, fingu einki ókeypis í
síðsta dystinum frá SÍ, ið stríddi seg til sigurs í Klaksvík í gjár
Savnsmynd: Álvur Haraldsen