mánadagur 21. mars 2011síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Hilmar Jan Hansen
Aftur í ár vóru karmarnir rundan
um FM-finalurnar í flogbólti hjá
teimum yngru av teimum allarbestu
í Trongisvági. Teraflex-gólvið, ið
verður brúkt til steypafinalur og
FM-finalur hjá teimum vaksnu, var
lagt á í høllini, og royndir dómarar
úr dómarabólkinum vóru settir at
døma dystirnar, umframt at bestu
spælarar blivu kosnir á báðum lið-
um í hvørjari finalu.
Eisini rundan um sjálva kapp-
ingina var alt í lagi. Kantinan hevði
kalt borð, og ígjøgnum allan dagin
vóru nógv fólk og hugdu at dyst-
unum. Tíðarætlanin helt rættiliga
væl, og eisini í ár høvdu tey fingið
politikarar og sponsorar at handa
steyp og heiðursmerki.
At tað er TB, ið skipar fyri stóra
FM-finaludegnum, kemur ikki av
ongum, tí hesa avgerð tók Flog-
bólts sambandið fyri nøkrum árum
síðani, fyri at geva TB eitt herða-
klapp fyri stóra barna- og ungdóms-
arbeiðið í felagnum. At byrja við
vóru nakrar finalur har suðuri,
men nú verða tær allar spældar
har, tí tiltakið hvørja ferð er so væl
fyri skipað.
– Tey í TB-flogbólti duga so
væl at fyriskipa, at vit í Flog bólts-
sambandinum nú fyri tað mesta
bert standa á síðulinjuni og hyggja,
sigur Magnus Tausen við Suður-
oyar portalin, har hann eisini vísir á,
at finaludagurin er nakað, øll síggja
fram til, heldur enn at gremja seg
um nógva ferðing.
– Eitt stórt og gott skip, fantast-
iskar umstøður í ítróttarhøllini at
taka ímóti spælarum og áskoðarum,
góður matur og ein framúr væl-
skipað kapping er nakað av tí, sum
ger tiltakið til nakað serligt.
TB hevði bæði so og so ein góðan
dag í Trongisvági leygardagin, tí
tað eydnaðist at vinna føroya-
meistaraheiti hjá dreingjum og
gentum 16 ár, umframt hjá mans-
unglingum, har TB hevur lið saman
við Fleyr. Kappingina hjá kvinnu-
unglingum vann Fleyr, meðan SÍ
vann hjá dreingjum 14 ár og Ternan
hjá gentum 14 ár.
hilmarjan@sosialurin.fo
Meistarligur meistaradagur
Flogbóltur Enn eina ferð varð stóri føroyameistaradagurin hjá yngru deildunum sera væl
fyriskipaður, og TB fær frá formanninum í Flogbóltssambandinum rós fyri sín innsats
Kvinnunglingar: Fleyr
Fleyr-Mjølnir/ÍF 3-0 (25-22, 25-21, 25-21).
Bestu spælarar: Anja S. Danielsen (Fleyr) og Sofía Purkhús (Mjølnir/ÍF)
Mansunglingar: tb/Fleyr a
TB/Fleyr a-TB/Fleyr b 3-0 (25-23, 25-15, 25-18).
Bestu spælarar: Arthur D. Poulsen (TB/Fleyr a) og Poul Ingason (TB/Fleyr b)
gentur 16 ár: tb
TB-KÍF 3-0 (25-13, 25-15, 25-19).
Bestu spælarar: Rannvá Berg í Heiðunum (TB) og Eyðrið Egholm Hansen (KÍF)
Dreingir 16 ár: tb
TB-SÍ 3-0 (25-19, 25-21, 25-21).
Bestu spælarar: Patrik Johannesen (TB) og Niels Erik Anderson (SÍ)
gentur 14 ár: ternan
Ternan-ÍF a 3-2 (18-25, 25-17, 25-18, 6-25, 15-6).
Bestu spælarar: Bára B. Hansen (Ternan) og Marta Ákadóttir (ÍF a)
Dreingir 14 ár: sÍ
SÍ-Ternan 3-0 (25-19, 25-20, 25-19).
Bestu spælarar: Kasper Lorentsen (SÍ) og Jann Benjaminsen (Ternan)