mánadagur 21. mars 2011síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
24
Sosialurin
Ítróttarblaðið
Tróndur Arge – Liverpool
Tað er langt síðani, at Premier
League hevur verið so jøvn og
spenn andi sum í ár. Leingi vóru
fimm lið við í stríðnum um fyrsta
plássið, meðan gott og væl tíggju lið
eru í niðurflytingarvanda. Leygar
dagin hevði Manchester United
vitjan av Bolton, meðan Arsenal
var á vitjan hjá West Bromwich
Albion.
Bolton hevur í ár klára seg væl
og liggur á einum sjeynda plássi.
Tó so, so eru teir bara átta frá
niður flytingarstrikuni og tað sigur
meira um kappingina í ár enn um
Bolton. Góðar tjúgu minuttir fyri
tíð er Arsenal aftanfyri 20, meðan
Manchester United, við støðuni 00,
fáa Johnny Evans útvístan. Arsenal
kemur aftur í aftur og megnar at
javna til 22 og trýstur fyri at fáa
avgerandi málið. Á Old Trafford
fær Bolton ein risa møguleika at
leggja seg á odda, men stútarin hjá
Matthew Taylor er beint á Edwin
van der Sar í Manchester United
mál inum.
Tað er í løtum sum hesum, at
meistaraheitini verða vunnin og
skal nakað tekin takast frá hesum
vikuskiftinum, so er tað tað, ið
hendur fáar minuttir seinni. Meðan
Arsenal ikki megnar at avgera móti
West Bromwich Albion, so roynur
Nani seg við forkølaðum skoti. Jussi
Jaaskelainen í Bolton málinum,
sum hevur staðið ein frálíkan dyst,
heldur ikki bóltinum, sum støkkur
út til innskifta Dimitar Berbatov.
Framherjin úr Bulgaria hevur ikki
skorað sum innskiftari í tíðini sum
Manchester United leikari, men tað
gjørdi hann leygardagin.
– Hatta er orsøkin til at teir eru
har sum teir eru. Teir gera hatta
allatíð, men tað er avgjørt ikki
hepni. Hatta er bara mentaliteturin
hjá Manchester United og hann
kem ur frá venjarinum, sum hann
er ein føddur vinnari, segði Bolton
miðverjin, David Wheater, eftir
dystin.
X-Factor
Manchester United hevur fleiri
ferðir í ár megnað at vent dystum,
serliga á útivølli, og fingið okkurt
burturúr avrikum, ið ikki skuldi
hvat givið stig ella sigrar. Málið móti
Bolton var 13. málið, ið Manchester
United hevur skorað eftir 81. minutt
í ár. Tað er meir enn nakað annað
lið. Teir hava eitt ótal av skaðum,
men megna framvegis at draga frá
í oddinum. Teir hava fleiri leikarar,
sum upp á skift vísa XFactor tá
ástendur. Dimitar Berbatov, Javier
Hernandez, Wayne Rooney og Nani
frammanfyri málinum, meðan 40
ára gamli Edwin van der Sar og
liðskiparin, Nemanja Vidic, bjarga
mongum stigi í hinum endanum.
Og so eru tað »The Usual Suspects«,
Ryan Giggs og Paul Scholes, sum
altíð eru góðir fyri nøkur stig. Man
chester United hevur beina kós
móti 19. meistaraheitinum, sum er
eitt fleiri enn arvafíggindarnir úr
Liverpool.
Kann nakar steðga
Manchester United?
Chelsea vann í gjár 20 á Manchester
City, ið einum dysti sum Sky Sports
kallaði fyri dýrasta dystin í fótbólti.
Tilamans hava feløgini brúk áleið
5 milliardir krónur at seta liðini
saman. Við tapinum er liðið hjá
Gunnari Nielsen endaliga úti av
stíðnum um meistaraheitið, meðan
Chelsea enn hevur ein møguleika
at gera seg galdandi. Liðið er heili
níggju stig aftanfyri Manchester
United, men hevur spælt ein dyst
færri, umframt at teir hava ein
dyst móti júst Manchester United
á Old Trafford. Um úrslitini ganga
til fyrimuns fyri Chelsea, so kunnu
teir enn gera seg galdandi.
Arsenal liggur í eini væl betri
støðu. Teir eru bara fimm stig aftan
fyri Manchester United og hava
somuleiðis spælt ein dyst færri,
umframt at teir hava ein dyst eftir
móti Manchester United á Emirates
leikvøllinum. Men gongd in seinasta
mánaðin hevur sett stórt spurnar
tekin við styrkina hjá Arsenal. Á
málmanspostinum er støðan so
ring, at Arsene Wenger, venjari hjá
Arsenal, hevur skrivað sáttamála
við 41ára gamla Jens Lehman.
Hann er fyrrverndi málmaður hjá
Arsenal, men hann hevði also lagt
handskarnar á hilluna hesaferð.
Í dystinum móti West Bromwich
Albion stóð Manuel Almunia í
mál. Við støðuni 10 til WBA gjørdi
hann ein risa brølara, sum kostaði
mál og í nógvar mátar er tað sig
andi fyri støðuna hjá Arsenal
sein asta
mánaðin.
Fyrrverandi
Arsenal verjuleikarin, Lee Dixson,
segði við BBC, at megnar Arsenal
at verja betri fyri deybóltum og
úti hýsa brølarnum frá verjuni og
málmanninum, so hevur Arsenal
enn møguleika at vinna Premier
League.
Liverpool í nýggjum hami
Tað er stórur munur á Liverpool í
dag og tí liðnum sum 3. oktobur í fjør
tapti 21 fyri Blackpool á heimavølli.
Felagið hevur skift eigarar og skift
venjarin og stemningurin kring
Anfield er ein heilt annar. Síð ani
Kenny Dalglish tók yvir um árs
skiftið, hevur Liverpool spælt 10
dystir í Premier League og fingið
20 stig. Tað er í miðal tvey stig
fyri hvønn dyst. Seinast Liverpool
var á vitjan á Stadium of Light
vann Sunderland 10 við máli,
sum Darren Bent skoraði. Málið
gjørd ist heimskend, tí bólturin
rakti ein reyða Liverpool baðibólt,
sum snýtti Pepe Reina í Liveprool
málinum. Hesa ferð fekk Liverpool
hjálp, tá teir í fyrra hálvleiki fingu
brots spark, sum av røttum skuldi
verið fríspark.
10 lið í niður-
flytingarvanda?
Hetta kappingarárið í Premier
League hevur verið serstakt, tí
sjálvd an hava so nógv lið verið í
niður flytingar vanda í mars mánaði
við so nógvum stigum. Í fjør fluttu
Burnley, Hull City og Portsmouth
niður við ávíkavist 30, 30 og 19
stigum. Nú tá flestu av lið num
hava spælt 30 av teimum 38 dyst
inum, hevur Wigan, ið liggur niðast,
longu vunnið sær 30 stig. Um hini
úrslitini laga seg, so kann Wigan við
tveimum sigrum vinna seg upp á 11.
pláss. Er Manchester United við at
draga spenningin úr í oddinum, so
er ongin ivi um, at niður flyt ingar
stríðið verður ikki avgjørt fyrr enn
á seinasta leikdegnum.
trondur@sosialurin.fo
Manchester United
hevur X-Factor
Fótbóltur Frá áskoðaraplássinum við telefon í hondini, megnaði Sir Alex Ferguson enn
eina ferð, at geva Manchester United íblástur til ein sigur í evstu løtu. Tað er ilt at síggja
hvør skal taka Manchester United í ár, sum hevur fleiri upplagdar vinnara av X-Factor.
Arsenal og Chelsea hanga í enn, men hvørgin hevur ráð at gera nakran feil
Sir Alex Ferguson
Enska Barclays Premier League
nr. lið
dystir
vunni
javnt
tapt
mál
stig
1
Manchester United
30
18
9
3
64-30
63
2
Arsenal
29
17
7
5
59-29
58
3
Chelsea
29
16
6
7
53-24
54
4
Manchester City
30
15
8
7
45-27
53
5
Tottenham
29
13
10
6
41-34
49
6
Liverpool
30
13
6
11
41-36
45
7
Bolton
30
10
10
10
42-41
40
8
Everton
30
9
13
8
40-39
40
9
Sunderland
30
9
11
10
33-37
38
10 Stoke
30
11
4
15
36-38
37
11 Newcastle
30
9
9
12
44-45
36
12 Fulham
30
7
14
9
33-33
35
13 Blackburn
30
9
6
15
39-51
33
14 Aston Villa
30
8
9
13
37-51
33
15 Blackpool
30
9
6
15
45-60
33
16 West Bromwich
30
8
9
13
41-56
33
17 West Ham
30
7
11
12
36-49
32
18 Wolverhampton
30
9
5
16
35-49
32
19 Birmingham
29
6
13
10
28-41
31
20 Wigan
30
6
12
12
29-51
30
Man United:
West Ham (Ú)
Fulham (H)
Newcastle (Ú)
Everton (H)
Arsenal (Ú)
Chelsea (H)
Blackburn (H)
Blackpool (H)
arSenaL:
Blackburn (H)
Blackpool (Ú)
Liverpool (H)
Tottenham (Ú)
Bolton (Ú)
Manchester United (H)
Stoke (Ú)
Aston Villa (H)
Fulham (Ú)
CheLSea:
Stoke (Ú)
Wigan (H)
WBA (Ú)
Brimingham (H)
Tottenham (H)
West Ham (H)
Manchester United (Ú)
Newcastle (H)
Everton (Ú)