mánadagur 21. mars 2011síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
Sosialurin
Snorri Brend
Í Skálafirði: Frískúlin byrjaði
í fjør við einum forskúla
flokki og einum fyrsta flokki,
og til komandi skúlaár verður
tikið ímóti einum nýggjum
forskúlaflokki.
Í tí sambandi skipar skúlin
fyri einum kunnandi fundi í
Kelduni nú týskvøldið, har
møguleiki eisini verður at
tilmelda børn til forskúlan.
Á fundinum verður m.a.
greitt frá, hví tey velja at
hava forskúla og hvussu dag
ligdagurin verður skipaður.
Forskúlin og 1. flokkur
hava eisini nakrar felagstímar,
umframt at tey eru saman til
verkstaðarundirvísing.
Vit leggja stóran dent
á eina góða innskúling í
einum forskúla, sum skal
fyrireika børnini at fara
í skúla, sigur Jastrid Høj,
skúlaleiðari. Hetta verður
gjørt við at uppbyggja eitt
gott sjálvsvirði, sum gevur
tryggleika og rúm fyri lær
ing.
Frískúlin Keldan heldur
til í samkomubygninginum
hjá Kelduni í Skálafirði.
Snorri Brend
Trøllanes: Hósdagin verður
skipað fyri móttøku í Smiðj
uni hjá Mikkjali.
Henda serstaka smiðjan
er partur av verktæalini
Eco nomusée,
har
hon
í
fram tíðini verður latin upp
fyri ferðafólki og øðrum
áhug aðum. Inni í smiðjuni
verður høvi at kunna seg
um føroysku smiðjusøguna
og jarnsmíð sum siðbundið
handverk.
Málið er, at smiðjan skal
menna førleikar, sum í dag
eru horvnir. Høvið skal vera
hjá ungdómi og øðrum, ið
hava áhuga við jarnsmíð
at síggja, hvussu jarnsmíð
fór fram, áðrenn tað bleiv
mekani serað.
Møguleiki
verð ur eisini fyri at hava
lista liga verkstovu í smiðjuni,
skrivar heimasíðan hjá Út
oyggjafelagnum.
Í smiðjuni hjá Mikkjali er
essa/opin eldur og tey amboð,
ið eru knýtt at jarnsmíði í
essu, men smiðjan hevur
eisini øll nýmótans amboð.
Móttøkan hósdagin er
bert fyri innbodnum, men
seinni í summar er ætlanin at
almeningurin eisiniskal fáa
høvið at vitja hesa serstøku
smiðjuna á Trøllanesi.
Sjálvlærdur
Mikkjal er sjálvlærdur smiður
og hevur fyri tað mesta
arbeitt við umvælingum.
Hann hevur tó alla tíðina,
síðan hann var smádrongur,
dámað best listsmíð, tað vil
siga at gera prýðislutir úr
jarni. Mikkjal hevur smíð
að fleiri portur, jarn og
trappuverk, kirkjuspír og
annað. Hann framleiðir eisini
smærri lutir úr jarni, eitt nú
ljósastakar, knagar og slíkt.
At Mikkjal Smiðja er
vorðin
eitt
Economusée
merk ir, at smiðjan er partur
av
einum
evropeiskum
og
kanad isk um
net verki,
ið hevur sum uppgávu at
markn aðarføra og halda lív
í
sið bundnum
handverki
og hjúkla um handbornan
kunn leika.
Frískúlin heldur fram
Nú er skjótt eitt ár ligið síðani Frískúlin Keldan byrjaði. Í løtuni
verða fyrireikingar gjørdar at taka ímóti næstu næmingunum.
Opin smiðja við
opnum eldi
VINNA Hesar seinastu mongu mánaðirnar hevur Mikkjal Joensen arbeitt
við at fremja dreym sín í heimbygdini, Trøllanesi. Nú er komið hartil, at
1. byggistig av ætlanini um "Mikkjals Smiðju" verður tikið í nýtslu.
SKÚLI
Frískúlin í Skálafirði byrjaði í
smáum eftir summarsteðgin í
fjør. Í summar verður lagt til
brots aftur til nýggjum flokki
HANDVERK
Mikkjali Joensen á Trøllanesi hevur altíð
dámað væl listsmíð. Nú sleppur hann at fremja
dreym sín í egnari smiðju í heimbygdini
Mynd: Jens Kristian Vang
1. byggistig
Mikkjal Smiðja er nú
um bygd
og
fyrsta
byggi stig er liðugt.
Næsta
byggistig
fevnir um útbygging
suðureftir,
og
har
skal m.a. vera sølubúð,
fram sýning, cafe og
umstøður at hava frá
læru. Næsta byggistig
verður vónandi liðugt
komandi ár, treytað
av, at endalig fígging
fæst til tiltakið.
Fyrra byggistig er
liðugt nú, og málið
er at næsta byggistig
skal byrja í heyst og
vera liðugt komandi
summer.
Oyggjablaðið
næstu ferð:
Grønland
Mikudagin hevur Oyggjablaðið sett
heimsins størstu oyggj í fokus. Her
hava vit viðkomandi tilfar bæði
úr Grønlandi og úr Føroyum.
Lesið í hesum blaðnum m.a.:
Marthu dámar best at arbeiða
Bygdabørnini skulu
útbúgvast betur
Eru spentir uppá oljuvinnuna
Fleiri kvinnur skulu leiða
Bíligari at flúgva til Danmarkar