mánadagur 21. mars 2011síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
26
Sosialurin
Nøvn
Til minnis um pápa mín
Viggo Olsen
av Argjum
Argir – var alt fyri teg pápi, tú sigur tað so væl sjálvur
Í yrkingi og sanginum »Kvøða til heimbygdina«:
»Argir eru okkara, hvar í verð vit fara. Tú er kærasta
stað her á jørð«
Eg takki tær fyri alt, tú er fyri meg og mína familju
Takki tær fyri allan kærleika og umsorgan tú gav
mær
Mangar túrar og løtur vit eiga saman
Tær løturnar eru varðar í minum lívi
»Lítli Viggo er mín verndareingil« – Brosið á tínum
andliti lýsti upp.
Hann var títt lítla ljós á hesum myrka vetri
Síðsta tíðin her á fold var ikki løtt hjá tær
Eftur longri sjúkralegu orkaði tú ikki meir
Nú ljósið eftir langan vetur skyggir
Var tíðarljósið hjá tær pápi - runnið
Saknurin er stórur, nú tú er farin heim
Í Himmahøll har einglavakt tær tekur ímóti
Hvíl í friði góði pápi og takk fyri alt!
Lat Harran styrkja teg mamma og okkum
Ærað veri minni um mín elskaða pápa
Jesus ver hjá tær - Vit møtast ein dag í Himnahøll
aftur
Steinbjørn v/ familju