Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 27
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 27

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

27 Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 Sosialurin Vit finna eingi orð og tárakeldurnar eru tómar. Vit hava mist ein vísan mann, pápa og vin. Vit hava mist skemtaran, vegvísaran og listamannin. Eisini hevur ein mamma mist sín son. Tveir synir hava mist sín pápa. Her er tómt. Sjálvt veggirnir gráta, men mitt í øllum hesum óveruliga, vísir kærleikin sítt sanna andlit, næstrakærleikin. Tøkk tit øll, sum vísa okkum kærleika. Tøkk til bygdafólkið; tað kennist eins og tit ansa eftir okkum. Tøkk til vinir og kenningar. Tøkk til tykkum, sum vit als ikki kenna, men sum hugsa um okkum. Tøkk fyri bønirnar, vøkru orðini og tónleikin. Elskaði Páll tú vildi, vit skuldu gleðast. Tú skrivaði hesa yrk ingina fyri kortum : Úti á tí stóra havinum reika stórir aldukambar. Við froys andi megi reisast teir av grunni - fara skúmandi um allar leiðir. Hvølva so niður í aldudalin, mennast so aftur til stórar brotasjógvar; men í aldudalinum er lívd – har kann lívið byrja, har kann byrjanin byrja. Tað er gott at byrja í einum aldudali, tí úr einum aldudali, er bert ein vegur, og han er uppeftur, upp til lívið og ljósið. Og er tú so heppin at eiga ein vin, sum er ein friðarligur góður eingil, so vil hann lætta tær um flogið, tá veingir tínir ikki megna at sveima meira. Ja, vinur mín - Tú eins og vit øll eru eitt ljós, og ein kyndari finst, sum setur eld í veikin, og ljósið fer at lýsa. Ja, tá hvørva skuggar, og myrkrið má eisini rýma av húsi, So vinur mín, tað var gott at tú fanst tær tín egna kyndara, so eisini ljós títt kann lýsa. - Vit eru øll somul nøkur heilt evarska lítil ljós - og eftir er bert at spyrja: --------- “ Hava tit eld”? Páll Elskaði! Vit eiga nógvar vinir í hesum døgum, sum lætta okkum um flogið. Vit hava eisini eld, men kyndarin vil ikki heilt, men vit royna. Vit ætlaðu okkum út í urtagarðin ein av fyrstu døgunum, minnist tú? Vit skuldu seta tulipanleykir niður. Elskaði, eg skal seta teir niður. Eg skal velja alskyns litir; litir, ið umboða okkum. Litir, ið umboða teg og títt serstaka sinni. Litir, ið umboða okkara kærleika. Litir, ið umboða lívið. Litir, ið umboða vísdóm og styrki. Litir, ið umboða friðaligar einglar, sum hjálpa okkum at fáa fótafestið aftur. Tínar “gentur” hava tað gott, góði. Treyðugt so mangla vit eld, men vit ætla okkum at lýsa aftur fyri tína skuld, heilt sikkurt fyri tína skuld. Tú segði ofta, at staðið hinumegin var nógv nærri enn vit trúðu og hildu. Staðið var beint við, bara ein onnur “dimensjón” og at vit vistu so ómetaliga lítið. Vit velja at trúgva tí. Tú slapst at uppliva staðið fyrst, og vit velja at trúgva, at tú ert beint við; ja beint við, sum tú sjálvur orðaði tað. Til seinast vilja vit enn einaferð takka tykkum øllum, sum hava víst okkum samkenslu. Uttan tykkara kærleika, litir og ljós høvdu dagarnir verið ómøguligir. Hann, sum øllum ræður, løni tykkum. Kærleikskvøða: Sædis, Eivør, Elisabet Maria og Elinborg. Freydis Poulsen 5. juni 1936 – 15. mars 2011 in memoriam Nú berast boð um bygd og bý so sorgarvánd og varin, at sorta seig um lívsins líð, tí, Freydis, hon er farin. Hon mongum okkar mikil var og vitan gløgg oss vísti, og brandur hennar bjartur bar tað ljós, sum best oss lýsti. --- Tú vart so snøgg í orð og tal, so greið í tí, tú gjørdi, at verk títt vignaðist so væl, har tú so ferm oss førdi. Tú søguvís sum fáur vart, so gløgg í ættartali, tú alt tað besta í tær bart til oss í lívsins spæli. Vit minnast manga gævustund í tíni stovu inni, tá tú oss beyð á fróðarfund at menna okkum minnið. Vit virða teg for vinarlag í várum søguvirki, har tú oss altíð royndist fræg at fremja best várt yrki Tú vart for oss eitt leksikon við vitan, sum oss rørdi, nú Karon teg um Akeron so fljótur burtur førdi. --- Við sorg vit drýpa høvur nú, tú frá oss mátti fara at búgva hátt í hægri bú, har einglar eru bara. Vit ynskja tær við sorg í sinn, nú tú steig stóra stigið úr heimsins híð í Himin inn: “Vár vinur hvíl í friði!” pmp Fuglafjarðar søgubólkur Tøkk