mánadagur 21. mars 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
28
Sosialurin
Í mínari skriving um førisku
stavsetingina fyri árum síðan
var tað eitt aðal sjónarmið,
at fólksins talaða mál átti at
fingið meira rætt og ræsur
í tí skrivaða. Víst varð á, at
við verandi skriftmálsligu
støðu er tað ikki møguligt hjá
fjøldini av Føroya fólki at fáa
lært at skriva sítt móðurmál
til lítar.
Annar vansi, sum tað her
verður nomið nærri við, er
tann, at ósamsvarið millum
okkara afturlítandi skriving
arlag og tað livandi málið gev
ur seg skemmandi til kennar í
framburðinum, tá fólk serliga
í upplestri geva ljóð fyri so
mongum skrivaðum stavum,
sum ikki longur hava ljóðliga
heimild í málinum.
Vit kunnu leggja fyri
við okkara tjóðar og tjóð
skaparheitum. Hyggja vit
í “Føringatíðindi”, sum var
mesti lesnaðurin á móður
málinum fyri næstseinasta
aldarskiftið,
so
búðu
tá
føringar í Førjum, og teir
talaðu
føriskt.
Men
við
Fuglaframa (alt gott annars
um hann at siga) varð lagt á
annan bógv. Nú skuldi land
okkara eita Føroyar, og mál
føroyinga gjørdist føroy
skt. Ivaleyst eru tað fleiri,
sum halda, at hetta stigið
aftureftir var ein skrivligur
prýðisvinningur; men mær
skurrar tað í oyrunum, eitt
nú tá útvarpsfólk lesa um
tað, sum føroyskt er, ella
tú hoyrir kvinnur og menn
kvøða um tann føroyska
dansin og syngja um “gamalt
føroyskt grót”, tí tað er
ein avskeplan av okkara
móðurmáli. Samanbera vit í
hesum døminum við grann
arnar fyri vestan, sum jú
hjá mongum hava verið
málsliga fyrimyndin, so eru
teir lagaligari enn vit, tí hóast
teir eru íslendingar, sum
búgva í Íslandi, so skriva teir
samsvarandi framburðinum
íslenskt við ongum d.
Viðvíkjandi
oyggjaheit
unum má tað so vera, at tær
hava fingið heitini Fugloy,
Svínoy, Nólsoy o.s.fr.; men
í framburði er tað skeivt at
siga t.d., at at fugloyingar
búgva í Fugloy, men at
fuglingar búgva í Fugli, teir
fiska ikki á Fugloyarbanka,
men á Fugliabanka. Sjálvur
var eg svíningur, føddur í
Svíni, nólsingar hava heim
sítt í Nólsi, Smyril fer ikki til
Suðuroyar, men til Suðriar,
har sum ikki suður-oyingar,
men suð ngar búgva o.s.fr.
Rættari er tí eisini at
skriva í Suðri og somuleiðis
í Norðstreymi og í Suður-
streymi. At mælt til eisini
at skrivað í Fugli, í Svíni og í
Nólsi mundi fallið mongum
fyri bróstið; men í mínum
oyrum hevur oyið bert
heimarætt í bundnum formi
– t.d. koyra fólk ikki inn í
Eysturoy, men inn í Eystur-
oynna, og fýra bygdir eru ikki
á Kallsoy, men á Kallsoynni,
eins og vit syngja “Ja, á
Streymoynni eri eg føddur”.
Bygdir, sum hava –fjarða
navn, eru eftir mínari sann
føring komnar skeivt fyri í
stavsetingini. Vit áttu ikki
at skrivað t.d. Kollafjarðar
Skúli, Fuglafjarðar Havn,
Oyndarfjarðarvegur
ella
Árnafjarðar
Kirkja,
men
heldur Kollfarða, Fuglfarða,
Oyndfarða
og
Árnfarða,
soleiðis sum t.d. Heðin Brú
skrivaði. At kunna rættað
upp á øll slík sernøvn er illa
hugsandi, men kringvarps
fólk eiga at fáa lagt sær
hendan algongda skeivleika
í framburðinum í geyma.
Í útvarpinum hevur í
slíkari samanseting formurin
–fjarða
verið
at
hoyra.
Hesin famburður hevur ikki
heimild í málinum; tí tað eitur
t.d. ikki Kollfjarðadalur, men
Kollfarðadalur, og soleiðis
átti eisini at verið skrivað.
Eitt annað í hesum sam
bandi: Í mínum barnaárum
í Kvívík fóru vit ongantíð
til Kollafjarðar, men til
Kollafirðar.
Somuleiðis
eru eystringar tey, sum
tosaðu sítt bygdarmál og
ikki eftir bók – altíð farnir
til Fuglafirðar ella Oyndar
firðar, eins og norðingar ikki
eru farnir til Árnafjarðar,
men til Árnafirðar. Her
kunnu fólk sunnari á landi,
har ongar slíkar bygdir við
fjarðanavni eru, illa fylgja
við, tí barnalærdómur er
tað at duga at benda fjørður,
fjørð, firði, fjarðar. Tað er tó
ikki orsøk til at gera meira
við hetta, nú mállæran (við
ávirkan
úr
íslendskum?)
her hevur fingið høvdið fyri
seg. Men vit eiga sum heild
at virða tann veruleika, at
okkara móðurmál gongur
ikki altíð eftir rættskrivingar
reglum. Ongin má koma og
siga, at fólk í Kirkjubø ikki
duga at benda bøur, bø, bøi,
bíggjar; men kortini fara tey
ikki heim til Kirkjubíggjar,
men til Kirkjubøar, og har
sunnanfyri
hava
bøfólk
búð og ikki bíggjarfólk sum
vesturi í Vágum.
Sum dømi um annað
frábrigdi í okkara móðurmáli
kann nevnast, at meðan
summir kollfirðingar búgva
Inni í Firði, eru tað fleiri
vestmenningar, sum búgva
Inni á Fjørð.
Enn eitt legg inn Eystur
oynna, áðrenn vit sleppa
hesum við fjarðanøvnum:
Bygdin Oyndarfjørður hevur
í okkara stavseting r sum
sambindingarstav – ivaleyst
við teirri grundgeving, at
onkur Oyvindur skal vera
uppkallaður. Um nakað er
um hetta ella ikki, so kunnu
vit eins væl og at strúka
vi
eisini
sleppa
rinum
til
stavsetingina
Oynda-
fjørður, soleiðis sum tann
natúrligi framburðurin er.
Oyndfirðingar
kallaðu
í
sínari tíð sín kappróðrarbát
Oyndri. Er tað navnið rætti
upprunin, er talan um veikt
bent kallkynsorð, har r onga
heimild hevur sum enda ella
sambindingarstavur. Í hesum
sambandi kunnu vit eisini
nevna Søldarfjørð. Her verður
ein Sølmundur sagdur at
vera fyrsti niðursetumaður.
Mundi rætta stavsetingin tá
ikki heldur verið Sólmundur,
eins og vit hava sólja, sólskin
o.s.fr.? Verði tað, hvat tað er,
so haldi eg, at vit eins væl
sum at strúka tað møguliga
upprunastavilsið mun eisini
her kunnu lata rið fara og
stava Søldafjørður sambært
vanliga framburðinum.
Eitt seinasta klípi um
staving í bygdarhøpi: Haldi
tað vera skeivt at stava
Leirvík við ei. Tað er møguligt,
at upprunin hevur við leiur at
gera – hvør kann prógva tað?
; men enn er tað ongin, sum
úttalar navnið við ailjóðið.
Við bygdarnavni sum Eiði
er tað greitt: norðanfólk siga
oi, og sunnan og vágafólk
siga ai. Men so er ikki við
hinari bygdini. Tí má rætta
stavingin vera Lorvík við o.
Sterkt bend kvennkyns
orð hava –ar sum hvørs
fallsending, tað vita vit, og
henda ending er eisini vanlig
í
sambindingum.
Kortini
vil eg halda, at heiti sum
mjólkapakki og víkamaður
er natúrligari føriskt enn við
rættskringarrgeglu í huga at
kroysta eitt r inn til mjólkar
pakki og víkarmaður. Sjálvur
angri eg, at eg við mínari
mállæruvitan í sínari tíð
mælti til heitið Havnarkórið
í staðin fyri Havnakórið, so
sum vit øll siga.
Eitt annað framburðar
fyribrigdi í hesum viðfangi:
Tú hoyrir fólk syngja um
stjørnurnar,
fuglarnar,
blómurnar o.s.fr., og hesin
framburður er eisini van
ligur at hoyra í upplestri.
Men eins og okkara grannar
fyri eystan siga og skriva t.d.
bøker – bøkene, hester – hest
ene, áttu vit at ásannað sama
málsliga veruleika hjá okkum
eisini, at fleirtals rið hvørvur
í bundnum formi, soleiðis
sum tú eisini sært tað í skrift
dømum fyri 1846, t.d. í sagnar
uppskrift hjá V.U. Hammers
haimb frá 1845, har hann um
sjódregil skrivar, at hann.
“ bìjur útirórabåtanar lòva
sär ví”. Dømini um hetta fyri
brigdið eru so mong bæði hjá
Svabo, Nolsøefeðgunum og
seinni hjá Jákupi Jakobsen;
men burtursæð frá slíkum
skrivligum váttanum, áttu
vit her eins og í so mongum
førum at lagt oyru til fólk-
sins munliga málburð og
í størri mun tikið hann til
eftirtektar í skriftini eisini,
í staðin fyri at vit støðugt
skullu skriva øðrvísi enn vit
tosa og somuleiðis minnast
til at frambera øðrvísi enn
skrivað stendur.
Stavsetingin elvir til skeivan framburð
Ólavur Hátún
Var forbi hjemmesiden Havnar Arbeiðskvinnufelag HAK.
fo, stor var min overraskelse og glæde, her er nyt her er
forandring.
Havnar Arbeiðskvinnufelag er med udgangspunkt
i medlemmernes hverdag og liv gået i gang med at lave
foredrag og workshop dage. Det spænder lige fra det det
konkrete og vedkommende, så som: Skatteregler og fra
drag til aftner med pigesnak om: Tøj og mode. Der er også
plads til det mere dristige som: Hvordan man starter sit
eget firma, og: Uddannelsesmuligheder på Færøerne og i
Danmark. Dejligt at se, at I tør tro på jeres egne evner og
kraft til at skabe, det er det, der skaber trivsel og grobund
for fremtiden i et land.
Havnar Arbeiðskvinnufelag er ved at være en gammel
dame, kommet forbi de 75, hvis jeg husker rigtigt. Men
sikke en vitalitet. Ja en hjemmeside der er værd at besøge.
Alt det bedste fremover.
Ps. er det kun for medlemmer?
Heimasíðan hjá Havnar
Arbeiðskvinnufelag
Nina Dahl
Eftir áheitan frá Jonhardi Mikkelsen festi eg nakað herfyri á blað onkrar málsligar sannføringar
til hansara áhugaverdu sunnudags teldutíðindir við heitinum ”Fregnatænastan: Áhuga
verdir tekstir”. Datt mær nú í huga, at hetta kanska kann hava meira almennan áhuga
Kjak