Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 Sosialurin Jóanes N. Dalsgaard stjórnmálafrøðingur Møguleikin fyri frítt at kunna fylgja við politiska orðaskiftinum í parlamenti­ num er av alstórum týdningi demokratii og fyri politisku luttøkuna. Flestu borgarar hava ikki møguleika fyri at møta á løgtingsfundum og enn minni er pláss fyri stórum áhoyraraskara í Løgtinginum. Tí er reglan í §73 í Tingskipanini ein sera týðandi áseting. Í fyrsta lagi eigur ásetingin at tryggja, at veljarin frítt kann fylgja við í, hvat fólkavaldu umboðini siga og hvussu tey atkvøða í ymisku málunum, sum eru til viðgerðar. Bert á henda hátt hevur veljarin møguleika fyri at døma um, hvussu fólkavaldu umboðini umboða viðkomandi veljara ella ikki. Hetta er so aftur ein avgerandi fyritreyt fyri, at veljarin, á einum upplýstum grundarlagi, kann løna/revsa sitandi løgtingslimir á einum komandi løgtingsvali. Í øðrum lagi hevur tað løgfrøðisligan og fyrisiting­ arligan týdning, at øll orða­ skifti í Løgtinginum eru skjalfest. Ofta er trupult til fulnar at skilja upprunan til ítøkiliga lóggávu ella aðrar løgtingssamtyktir uttan at hoyra orðaskiftið um málið. Tað kann tí hava týdning, bæði í sambandi við fyrisiting av galdandi lógum og í sambandi við lógarfyrireikandi arbeiði, at atgongd er til skjalfest orða­ skifti. Hetta kann vera t.d. vera í skrivligum teldutøkum líki ella í talgildari teldutøkari ljóðupptøku. Trupulleikin er nú, at §73 verður ikki hildin. Orsøkin er ein upptøkuskipan, sum er stýrd av klokku og tískil ikki tekur atlit til, nær tinglimur talar. Skipanin virkar so­ leiðis, at tá tinglimur fær orðið, verður ein klokka sett í gongd, samstundis sum upp­ tøkutøknin verður aktiver­ að. Tá formliga talutíðin hjá viðkomandi tinglimi er úti, slóknar upptøkutøknin sjálvvirkandi, við tí úrslitið, at áhoyrarar, sum ikki sita í tingsalinum, ikki longur hoyra hvat røðarin sigur. Nú kemur tað javnan fyri, at røðara ikki eydnast at gera seg heilt lidnan uppá sekundið av ásettu talutíðini. Men tað leggur klokkurstýrda tøknin einki í. Hon kvettir av í somu løtu tíðin er úti, við tí úrslitið, at tað, sum røðarin sigur eftir hetta, bert hoyrist í tingsalinum. Hetta er ikki í samsvari við §73 í Tingskipanini, sum sigur: “Almenningurin skal, uttan at møta á tingfundi, kunna fylgja við øllum umrøðum á almennum løgtingsfundum.” (Mín skákstilling). Avleiðingin av klokku­ stýrdu tøknini er, at fólk úti um landi, ikki fáa tað sama burturúr einum orðaskifti í tinginum, sum tey, sum møta á tingfundi fáa. Ein onnur avleiðing er, at ljóðupptøk­ urnar, sum verða varðveittar, eru ófullkomnar í síni endur­ geving av orðaskiftunum, og harvið til avmarkaða nyttu fyri eftirtíðina. Eg havi ilt við at skilja, at løgtingsformaðurin, so­ leiðis vil vilja hevur kasta uppgávuna, sum fundarstjóri á løgtingsfundum, frá sær. Uppgávan, sum fundarstjóri í einum parlamenti, eigur ikki fyrst og fremst at snúgva seg um at ansa eftir klokkuni. Uppgávan hjá fundarstjóranum – parla­ mentsformanninum – eigur at vera, at leiða orðaskiftið soleiðis, at tað verður so gevandi, konstruktivt og effektivt sum gjørligt. Upp­ gávan snýr seg tí m.a. um at ansa eftir, at orðaskiftið til eina og hvørja tíð snýr seg um tað mál, sum stendur á skrá., at orðaskiftið er siðiligt og at røðarar ikki fremja persónlig álop, hvørki á onnur tingfólk ella á fólk, sum ikki eru tingfólk. Og ikki minst snýr uppgávan seg um at taka dagar ímillum, nær røðari skal hava ½ minutt afturat vanligu talutíðini, fyri at sleppa at runda røðu sína av á virðiligan hátt. Tað hevur verið ført fram, sum grundgeving fyri klokku­ stýringini, at tað er so trupult at fáa løgtingslimir at halda ásettu talutíðirnar. Hesa grundgeving havi eg trupult við at skilja. Í §70 í Ting­ skipanini er ásett, at løgtings­ formaðurin kann taka orðið frá løgtingslimi, sum ikki aktar boð frá formanninum um, at talutíðin er úti, og noktað viðkomandi at fáa orðið aftur undir viðkomandi viðgerð. Hetta má sigast at vera eitt ógvuliga sterkt amboð fyri løgtingsformannin, um røðarar hava ilt við at halda ásettu talutíðina. Tað er bara at brúka tað. Samanumtikið haldi eg tað tænir løgtinginum – og ikki minst løgtingsformanni­ num – til lítlan sóma, at løgtingsfundir vera stýrdir av eini automat. Harafturat er tað ørkymlandi fyri áhoyraran, at røður og viðmerkingar verða avkubb­ aðar fyrilitarleyst. Í ringasta føri ber hetta í sær, at orðaskifti gerst meiningsleyst fyri tann, sum ikki er til staðar í tingsalinum. Síðst, men ikki minst, er tað ein álvarsligur demokratiskur trupulleiki, at orðaskifti í tinginum ikki eru til skjals í fullfíggjaðum líki. Tí skal tað vera mín vón, at avvarðandi myndugleikar –Løgtingið og formansskapurin ­ sum skjótast, taka stig til at fáa hesi viðurskifti í rættlag. Latið formannin stýra tingfundunum Tað er ásett í Tingskipanini, at almenningurin skal kunna fylgja við øllum umrøðum á almennum løgtingsfundum, uttan at møta á tingfundi (§73 í Tingskipanini). Í dag er hetta møguligt umvegis internetið og partvíst umvegis Sjónvarp Føroya (uttanfyri vanliga senditíð). Á internetinum ber til at lurta eftir almennum løgtingsfundum beinleiðis og í varðveittum líki (í mp3 sniði) Dávid Isfeld Hósvík Lærdómur eisini fyri børn Í farnu viku eins og í hesu vikuni hevur barnaútvarpið havt vitjan av børnum og vaksnum, ið hava tosað um ymiskt, sum hevur snúð seg um eitt nú søguliga vitan, týdningin av upplýsing o.s.fr. Ein drongur og ein genta tosaðu um, hvussu spenn­ andi og áhugavert tað er at lesa og hoyra um søguligar hendingar, og at tey betur skilti hví heimurin er sum hann er, og hví vit eru, har vit eru. Tað var stuttligt at hoyra so ung fólk (eg metti tey at vera millum 10 og 12 ár) tosa so búgvi og við so stórum áhuga fyri søguni, og hví søga er viðkomandi enn, hóast hon er farin afturum. Sera kveikjandi hjá børnum at hoyra. Og í vikuni hava vit hoyrt Heina í Skorini, journalist­ ur, tosað um týdningin av at upplýsa um heimsins eins og heimlig viðurskifti, og um týdningin og ábyrgdina, ið journalistar hava sum tænastufólk í fjórða stats­ valdinum. Eisini hoyrdu vit í vikuni um javnstøðu, har Kristianna Winther Poulsen, forkvinna í Javnstøðunevnd­ ini, segði frá hvat javnstøða snýr seg um, og hví tað hevur týdning at hava slíka nevnd og slíkt tilvit millum fólk. Vitanarsamfelagið Vit tosa um vitanarsamfelag uttan stórvegis átøk. Elin á Rógvi hevur gjørt meira fyri at realisera Visjón 2015 enn sjálvur upphavsmaðurin, Jóannes Ejdesgaard. Tað er júst børnunum vit skulu mega eftir fyri at skapa eitt vitanarsamfelag. Tað er ov seint at royna at skapa ein jaligan hugburð um lærdóm, tá tey ungu fara á miðnámsskúlarnar. Tað havi eg sum lærari á Tekniska skúla í Havn ásannað. Alt ov stórur partur av ungdóminum hevur neiliga støðu til undirvísingartilfarið og vitan sum heild. Bert vitan, sum er viðkomandi fyri yrkisleið teirra, er vird og fær pláss í teirra medviti. Vitan skal gerast til nakað, ið er spennandi og “cool” og ikki keðiligt, so tað “suckar”. Hetta haldi eg, Elin á Rogvi á fyrimyndarligan og einfaldan hátt hevur megnað í Barnaútvarpinum. Hetta er sjálvsagt bert ein byrjan, men ein týdningarmikil ein, sum kann seta gongd á tankarnar, meiningarnar og medvitið hjá okkara kæru børnum ­ okkara nútíð og framtíð. Herðaklapp til barnaútvarpið og Elin á Rógvi