mánadagur 21. mars 2011síða 30
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34
30
Sosialurin
Fiskimálaráðið
hevur
al
mannakunngjørt eina frá
greiðing um “Tilfeingisgjøld
á fiskivinnuna”, har hugtøk
sum tilfeingisrenta og til
feingisgjøld verða viðgjørd.
Tað er at frøast um, at hetta
mál, sum bleiv sett á politiska
dagsskrá við Várfrágreiðing
2000 hjá Búskaparráðnum,
endiliga er komið heilt inn
í Fiskimálaráðið. Tíverri er
frágreiðingin so illa gjørd og
heft við so stórum feilum, at
hon ikki kann brúkast sum
partur av grundarlagnum
undir
einum
skilagóðum
kjaki um tilfeingisrentu og til
feingisgjald í føroyskari fiski
vinnu. Eg fari her at viðgera
tríggjar grundleggjandi feilir
burtur úr rúgvuni av feilum í
frágreiðingini.
Tilfeingisgjald skal
skapa effektivitet
Fyrst er tó neyðugt at stað
festa, hvat hetta málið um
tilfeingisrentu og tilfeingis
gjøld snýr seg um. Málið
snýr seg grundleggjandi um
manglandi effektivitet í føroy
ska fiskiflotanum sæð undir
einum. Hetta skyldast skeiva
stødd og samanseting av
fiskiflotanum. Fyri føroyska
samfelagsbúskapin hevði tað
besta verið, um tann dugna
ligasti reiðarin í Føroyum
fekk atgongd til so nógv
fiskatilfeingið,
sum
hann
kláraði at fiska, tann næstbesti
eisini, og so framvegis inntil
júst so nógvir av teimum
dugnaligastu reiðarunum í
landinum sluppu at fiska,
at hesir kláraðu at fiska ta
nøgd, sum ráðiligt er at fiska
burtur úr fiskastovnunum
hvørt ár. Hetta hevði gjørt,
at samlaði kostnaðurin hjá
fiskiflotanum til rentur og
avdráttir upp á skip, olju,
proviant, lønir osfr. av at fiska
ráðiligu nøgdina hevði verið
so lítil sum gjørligt.
Orsakað av, at tað eru
politisk og administrativ atlit
sum stýra, hvør sleppur at
fiska hvussu nógv av fiskatil
feinginum, er hetta tíverri
ikki støðan í dag. Verandi polit
isktadministrativa skipan er
ikki brúkilig til at finna teir
dugnaligastu reiðararnar fram
um teir minni dugnaligu og
heldur ikki til at áseta, hvussu
nógvir reiðarar skulu sleppa
framat fiskatilfeinginum. Um
fiskiskapur
varð
skipaður
á marknaðargrundarlag, so
leiðis at reiðararnir kappaðust
um atgongdina til tilfeingið á
einum vælskipaðum marknaði
(uppboðssølu), so hevði tað
nokk heldur ikki verið heilt
ideelt, men vit høvdu verið
nógv nærri tí ideellu støðuni,
enn vit eru undir verandi skip
an. Við hesum í huga ber til at
síggja nakrar av teimum álvars
ligastu feilunum í frágreið
ingini hjá Fiskimálaráðnum.
Skeiv definitión av
tilfeingisrentu
Fyrsti stóri feilur í frágreið
ingini er, at hon definerar til
feingisrentu sum avreiðingar
virðið frádrigið kostnaðir (olja,
amboð, lønir, rentur, avdráttir
osfr.) og “vanligt” avlop. Útfrá
hesum kemur frágreiðingin
til eina niðurstøðu um, at
“arbeiðsbólkurin er ikki vísur
í, at tað innan allar fiskabólkar
finst ein tilfeingisrenta í dag.”
Trupulleikin her er, at
definitiónin í frágreiðingini av
tilfeingisrentu er skeiv. Av tí
sama gerast greiningarnar og
niðurstøðurnar, sum byggja á
hesa definitión, skeivar. Rætta
definitiónin av tilfeingisrentu
er avreiðingarvirðið frádrigið
“vanligt” avlop og kostnaðir,
sum ein optimalt rikin fiski
floti (fiskifloti rikin undir
fríum
marknaðartreytum)
hevur av at heinta hetta av
reiðingarvirðið heim. Tað ber
ikki til at meta um, hvussu
stór tilfeingisrentan er, við
at hyggja at avkastinum í
verandi fiskiflota, sum er
ein
politiskt
samansettur
fiskifloti heldur enn saman
settur út frá treytunum á
einum fríum marknaði. Men
í frágreiðingini verður júst
roknað við teimum kostn
aðum sum verandi vinna
hevur av at heinta avreið
ingarvirðið inn. Tí er niður
støðan í frágreiðingini um, at
tað er ivasamt, um nøkur til
feingisrenta er, skeiv. Rætta
niðurstøðan burtur úr stað
festingini í frágreiðingini av,
“at tað ikki í sjálvum rakstri
num er realiserað nøkur til
feingisrenta hesi seinastu 14
árini” er, at øll tilfeingisrentan,
sum burdi farið í felagskassan
hjá føroyingum fyri søluna av
tilfeinginum í staðin endar
sum óneyðugar útreiðslur
til ein ov stóran og skeivt
samansettan fiskiflota.
Fyri at gera eina rætta
meting av, hvussu stór til
feingisrentan er, er neyðugt
at meta um, hvussu stórar
samlaðu útreiðslurnar hjá
fiskiflotanum høvdu verið, um
fiskiflotin varð rikin optimalt
undir marknaðartreytum, har
frí kapping var um avmarkaðu
nøgdina av fiskatilfeingi í
sjónum. Slíkar metingar eru
altíð óvissar, men tann einasta
kanningin, sum eg veit um,
metti, at tilfeingisrentan í
fiskiskapi hjá partrolarum
var 84 milliónir krónur í
meðal um ári frá 2001 til 2003.
Um metingin er á eini leið
ella ikki, ber bara til at finna
útav við at selja atgongdina
til tilfeingið á einum fríum
marknaði, og so síggja hvussu
nógv tilfeingisrenta kemur
í kassan sum fylgja av søluni.
Tilfeingisgjald er
ikki skattur
Annar stóri feilur í frágreið
ingini er, at hon viðgerð
tilfeingisrentu út frá einum
sjónarhorni um skattainn
tøkur til landskassan. Hetta
viðførir tvær skeivar niður
støður. Í fyrra lagi gevur hetta
eina fatan av, at tilfeingisgjald
er ein skattur ella avgjald, sum
verður lagt á fiskiskap, sum
ikki verður lagt á aðrar vinnur.
Frágreiðingin
sigur
eisini
beinleiðis, at “uppboðssøla
er...ein skatting av vinnuni”.
Men hetta er ikki rætt. Gjald
fyri atgongd til tilfeingi, sum
tú ikki eigur, er ikki avgjald/
skattur. Gjald fyri atgongd til
fiskatilfeingi í sjónum er keyp
av rávøru, eins og allar aðrar
fyritøkur í landinum gjalda,
tá tær vilja hava atgongd til
tilfeingi, sum tær skulu brúka
í síni framleiðslu.
Í seinna lagi snýr hetta
málið seg, sum sagt oman
fyri, ikki primert um inntøkur
til landskassan. Málið snýr
seg um at fáa broytt saman
setingina av fiskiflotanum
soleiðis, at bara teir reiðarar,
sum klára at fáa sína fyri
tøku at bera seg á vinnuligum
grundarlag vera verandi í
vinnuni, meðan teir, sum
ikki klára tað, verða trýstir
út av teimum dugnaligu
reiðarunum.
Hetta
skal
gerast við at broyta “spæli
reglurnar” fyri fiskiskap frá
at vera ein skipan, har tað
eru politikkarar og embætis
menn,
sum
avgera,
hvør
sleppur
at
fiska
hvussu
nógv, til at vera ein skipan,
har tað eru aktørarnir í vinn
uni sjálvir, sum gjøgnum
ein opnan marknað fyri at
gongd til tilfeingið avgera,
hvør sleppur at fiska hvussu
nógv. Kappingin á hesum
marknaðinum vil á henda
hátt føra til, at samlaðu kostn
aðirnir í fiskiflotanum av at
fáa samlaða avreiðingarvirðið
til høldar gerast so lágir sum
gjørligt. Hetta merkir aftur, at
so nógv av tilfeingisrentuni
sum gjørligt vera realiserað
sum inntøka hjá eigaranum
av tilfeinginum, nevniliga
“Føroya fólk”, heldur enn at
tilfeingisrentan endar sum
útreiðslur til yvirkapasitet í
fiskiflotanum, sum er støðan
undir verandi skipan.
Í frágreiðingini hjá Fiski
málaráðnum verður hinvegin
”valt at síggja burtur frá
møguleikanum, at gjald fyri
luttøku í fiskivinnuni skal
vera atferðsregulerandi.” og
at ”tað eru tí aðrir hættir at
regulera fiskivinnuna, sum
skulu royna at optimera tað
samlaða fíggjarliga avkastið
hjá fiskivinnuni.” Útfrá hes
um kemur frágreiðingin til
eina niðurstøða um, at ein
fyrimunur við ”yvirskotsskatt
ing” er, at ”eitt skynsamst
skattatrýst ávirkar ikki atferð
ina, tí skattingin verður av yvir
skoti.” Trupulleikin við hesi
niðurstøðu er sostatt, at hon
byggir á eina greining, sum frá
byrjan sær burtur frá tí, sum
málið grundleggjandi snýr
seg um, nevnliga at fáa broytt
atferðina hjá aktørunum í
fiskiskapi soleiðis, at samlaðu
kostnaðirnar í vinnuni gerast
lægri og realiseraða tilfeingis
rentan tilsvarandi størri. Av tí
sama gerst niðurstøðan skeiv
og villleiðandi.
Skeiv viðger av upp
boðssøluni sum amboð
Triðji stóri feilurin í frá
greiðingini er í samband við
viðgerðina av eini uppboðs
søluskipan.
Frágreiðingin
nevnir fleiri “vansar” við eini
uppboðssøluskipan,
sum
grundgeving fyri at høvund
arnir halda, at “ein uppboðs
søla ikki er besta loysnin”.
Frágreiðingin nevnir til
dømis, at “íløgur í skip kunnu
verða meira óvissar, tí tað
er ikki vist, at man vinnur
uppboðið” og at “tá ein reiðari
bjóðar upp á rættin at fiska,
ger hann tað við tí vitan,
hann hevur, áðrenn hann fer
út at fiska”. Men soleiðis eru
viðurskiftini í øllum vanligum
vinnuligum virksemi. Til dømis
brúka entreprenørar nógvar
pengar og nógva tíð uppá at
gera tilboð uppá bygging av
ymsum, sum verður bjóðað
út. Tað gera teir, uttan at hava
trygd fyri, at teirra tilboð
vinnur. Klædnahandlar keypa
klæðir inn fyri at selja tey
víðari, uttan at teir vita, um teir
kunnu selja tey víðari við vinn
ingi og summir reiðarar keypa
skip og fiskiloyvir frá øðrum
reiðarum, uttan at vita, um tað
fer at løna seg ella ikki.
Hesir “vansar” eru altso
ikki vansar, og teir hava einki
við eina uppboðssølu sum
so at gera. Teir eru heldur
vanligir vágar í sambandi við
alt vinnuligt virksemi.
Avbjóðingin við at vera
vinnurekandi er í heila tikið,
at man ofta verður noyddur
at satsa upp á, at tær íløgur
man ger áðrenn framleiðslan
kann byrja, tað verið seg í
arbeiðsorku, vørur, leigu av
hølum ella fisk í sjónum, fara
at løna seg. Summi vinnu
rekandi eru meira dugnalig
og heppin enn onnur. Summi
vinnurekandi klára seg á
marknaðarligum grundarlag
og vinna pening, sjálvt um
tey rinda marknaðarprís fyri
allar rávørur, tey brúka í síni
framleiðslu,
meðan
onnur
noyðast at gevast. Soleiðis er
við flest øllum vinnuligum
virksemi í Føroyum. Tað er upp
á tíðina, at tað sama verður
galdandi fyri atgongdina til
rávøruna í sjónum.
Niðurstøða
Samlaða niðurstøðan um frá
greiðingina hjá Fiskimálaráð
num er tí, at tá frágreiðingin
staðfestir, at “tað eru fleiri
orsøkir til, at uppboðssøla
ikki er besta loysnin”, hóast
uppboðssøla
hevur
teir
fyrimunir fram um aðrar
skipanir, at “mest effektivu
reiðarí/fiskimenn kunnu fáa
rættin at fiska” og at “um
skipanin
virkar
optimalt,
kann hon tryggja landskassa
num alla tilfeingisrentuna”, so
tykist tað sum um, at høvund
arnir ikki hava skilt, hvat
málið um tilfeingisrentu og
tilfeingisgjøld snýr seg um.
Málið snýr seg júst um at
skipa so fyri, at mest effektivu
reiðararnir fáa rættin at fiska,
soleiðis, at øll tilfeingisrentan
endar í felagskassanum hjá
eigarunum av tilfeinginum
(Føroya fólk).
Til tað endamálið er stovn
an av eini væl fyriskipaðari
uppboðssølu besta amboðið.
Hvussu ein væl skipað uppboðs
søla sær út, tað ber sjálvandi
til at kjakast um. Besta
grundarlagið undir einum
slíkum kjaki er framvegis upp
skotið í Várfrágreiðing 2000
hjá Búskaparráðnum.
Kjak
Jóannes Jacobsen
Villleiðandi frágreiðing frá Fiskimálaráðnum
Frágreiðingin frá Fiskimálaráðnum um “Tilfeingisgjøld á fiskivinnuna” er í besta føri villleiðandi og kann
als ikki virka sum grundarlag undir einum skilagóðum kjaki um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald