Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-21, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 21. mars 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

31 Mánadagur 21. mars 2011 · Nr. 34 Sosialurin PKA er størsta umsitingar­ felag fyri pensiónskassar í Danmark, sum fleiri føroysk fakfeløg av søguligu ávum hava verið partur av. Limirnir koma fyri ein stóran part frá heilsuøkinum, og 90 prosent av limunum eru kvinnur. Nú ætlar landsstýrið við lóg at tvinga allar føroyingar, sum hava goldið í hesa skipan, í eina nýggja føroyska skipan. Eg havi síðan 1971 goldið í mína pensiónsskipan, PKA. 15% av mínari løn fara hvønn mánað í upp­ sparingina; pengarnir fara til at tryggja míni ellisár, men ein lítil partur fer eisini til tær framúr góðu og bíligu tryggingar, sum eru í pensiónsskipanini. Tað eru tryggingar sum útgjald við deyða, útgjald um eg verði illa sjúk, útgjald um eg missi hjúnarfelaga, útgjald til børn og útgjald við avlamni. Hóast tað eru stórar upphæddir, hetta snýr seg um, eru tær sera bíligar. Og tað eru tær, tí at PKA er ein samhaldsføst skipan, har vit saman tryggja hvønn annan. So er tað uppsparingin, sum skal tryggja, at eg havi nakað at liva av, tá eg fari frá. Tann uppsparingin tryggjar mær eitt lívlangt útgjald, og um maður mín framhaldandi livir, tá eg felli frá, so er hann tryggjaður lívlangt útgjald. Hetta er alt nakað, eg havi goldið til hvønn mánað, síðani eg byrjaði mítt arbeiðs­ lív, og tær upphæddir, sum eru lovaðar mær, eru sjálv­ sagt treytaðar av, at eg haldi fram, til eg fari frá. Um eg nú verði tvingað burtur úr skipanini, kann eg ikki longur rokna við nøkrum. Hetta ger meg bangnan, og eg dugi slett ikki at skilja, at tað skal vera lógligt at fara soleiðis fram ímóti fólki, sum gjøgnum samráðingar gjøgnum árini hava valt, at pengarnir heldur skuldu fara til pension heldur enn lønarhækkan. Skulu vit nú revsast fyri tað? Eg havi sum umboð fyri mítt fakfelag verið til nógvar fundir við landsstýrismenn, har nýggj pensiónsskipan hevur verið umrødd, og teir hava allir lovað, at teir ikki fóru at nerta við verandi skipanir. So seint sum í heyst er tað blivið sagt við okkum. Ongantíð hevði eg trúð, at Landsstýrið bara við einum pennastroki ætlar at oyðileggja hetta fyri meg og øll hini, sum eru í somu skipan. Tað kostar ikki tí føroyska samfelagnum eitt oyra, at eg eri har. Pengarnir eru fult skattskyldugir, tá teir koma til útgjaldingar, og tvørturímóti kann mann siga, at allir sjúkrarøktar­ frøðingar, bioanalytikarar, fysioterapeutar og onnur, sum eru í hesari skipan, og longu eru farin á pensión, eru so væl fyri, at tey ikki liggja nøkrum ella tí føroyska samfelagnum til byrðu. Eg haldi, at tað er harð­ liga brúk fyri einari pen­ siónsskipan fyri tey, sum onga hava, men eg dugi ikki at síggja nakra meining í at oyðileggja tað fyri okkum, sum longu hava eina. Og at argumentið skal vera, at tað er ólógligt, haldi eg ikki er brúkbart. Tá vit hava havt hetta, síðani vit byrjaðu í 1966, og hetta varð góðtikið til at halda fram í 1988, tá vit fóru yvir til at hava føroyskar sáttmálar, má tann siðvenjan hava gjørt tað lógligt. Pensiónspengar eru ikki váðafúsur kapitalur og eg eri sera bangin fyri at politik­ ararnir ikki rættiliga hava skilt hetta. Teir síggja bara eitt gullnám í okkara saman­ sparing, og tað ræðir meg. Tað er í lagi, um lands­ stýrið ætlar at tryggja øllum føroyingum eina nøktandi pensiónsskipan. Tað er eisini í lagi, at ein slík skipan skal hoyra heima í Føroyum. Men tað líkist stuldri, tá ið landsstýrið ætlar at tvinga okkum, sum í nógv ár hava goldið inn í PKA, inn í eina skipan, sum ongantíð verður eins góð. Elin J. Rasmussen bioanalytikari Landsstýrið spælir hasard við okkara pensión Eg eri skelkað av at hoyra, at landsstýrið í sínum uppskoti til nýggja pensiónsskipan ætlar at tvinga okkum føroyingar, sum eru limir í PKA, úr tí skipanini Bergun Kass Á síðispori bíða – við væntanum stóru, í sorgarleiki og í fíggjarorrustu vóru, bæði høg og lág, bæði stór og smá, vit nýggjar tónar í nevnd og leiðslu vildu sjá Í vónbrotni nú síggja hvussu leikur fer við kallum, valdi og í gyrndarverð Tit brikkarnar flyta, sum í barnaleiki, djúphugsni, álvara, kvalitet – til síðis tveitið! Um menniskja egnað er fæi at stýra, um mátturin veldugur ­ eins og mín hýra, Vit syngja øll saman, ”tit ikki forstýra!” við lagi Gadaffi’s, í dansin at trína Um moral, etikk og forrætningsvirðir ‘ein býur í Russlandi’ – vit uppliva, Uttan hjarta, sál og felagsanda, tað kunda leiða má á ’avskjeðstanka’ Tí vit jú eisini hava makt, um bara VIT ganga saman í takt Hugsið tykkum! ­fylgjast saman um stóra takið, og í máttloysi venda tykkum bakið Tí hvør av øðrum liva má, so kvæðið skaldið fræga tá, Má virðing, eyðmýkt og kærleiksbrá’, verða samfelag’, yrkisleið og næstra hjá!. Av mistøkum eiga og skulu vit læra, og byggja upp aftur arbeiðspláss kæra Í húsinum átti eg ríkar løtur Tí hjartamál – á støðu beri bøtur! Eik-eftirljóð