mikudagur 6. mars 2002síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 45 - 6. mars 2002
Nr. 45 - 6. mars 2002
3
Í dag eru liðin 20 ár
síðani, at fyrsta
eintakið av Sosial-
inum, sum varð
prentað á Argjum,
kom á gøtuna,
leygardagin 6. mars
1982
BLAÐSØGA
Eirikur Lindenskov
Dagin fyri, fríggjadagin
tann 5. mars, flutti blaðið úr
Sjúrðargøtu í Rabarbu-
kvarterinum í Havn út í
nýístandsettu
húsini
á
Argjum.
Hetta var stór broyting
fyri tey, sum starvaðust á
Sosialinum. Fyri tað fyrsta
var hetta fyrstu ferð, at tey
fingu eini hús, ið vóru
innrættað til endamálið, og
so fekk blaðið aftur egna
prentsmiðju.
Miðskeiðis í sjeytiár-
unum var gamla prent-
smiðjan á Heygsbreyt løgd
niður, og Sosialurin var
árini fram til 1982 prent-
aður á á rotatiónspressuni
hjá Dimmalætting.
Nýggja
pressan
hjá
Sosialinum varð sett upp í
kjallaranum á blaðhúsinum
á Argjum, og hon hevur
prentað Sosialin fram til
summarið í 2000, tá nýggja
felagið, sum Sosialurin og
Dimmalætting eiga í felag,
Prentmiðstøðin, varð stovn-
að. Hetta felag prentar í dag
bæði bløðini og øll onnur
bløð, sum verða prentað í
Føroyum, tí hetta er einasta
rotatiónspressa, sum er í
landinum.
Hendan leygardagin fyri
20 árum síðani vórðu
prentaðir 5.400 Sosialar.
Blað kom tá út tvær ferðir
um vikuna, men eftir 6.
mars 1982 kom blaðið út
tríggjar ferðir um vikuna.
Seinast í áttatiárunum vaks
útgávudagatalið til fimm
ferðir um vikuna.
Ein vanligur leygardags-
sosialurin í dag verður
prentaður í sløkum 8.000
eintøkum. Á Sosialinum
starvast gott 30 starvsfólk.
Av teimum eru trý, sum
eisini starvaðust her í 1982:
Jan Müller, sum tá var
blaðmaður
og
nú
er
ábyrgdarblaðstjóri, Tumm-
as Pauli Thomsen, sum er
umbrótari, Sigrid Trónda-
rson, sum er umbrótari og
Ann Christiansen, sum er á
skrivstovuni. Í 1982 starv-
aðist eisini Árni Joensen,
sum í dag skrivar útlendska
tilfarið í blaðnum.
Tann 24. mai í ár eru 75
ár síðani, at Sosialurin kom
út á fyrsta sinni.
Seinasta fríggjadag varð
50 ára føðingardagur
hildin fyri 100 gestum í
Bremnesi
á
norsku
oynni Bømlo. Føðingar-
dagsbarnið var havnar-
maðurin Jørgin Gunn-
arsson.
Jørgin er føddur í
Havn 1. mars 1952. Eftir
skúlagongd í Havn og í
Keypmannahavn flutti
hann til USA, har hann
starvaðist sum handils-
skrivari á donsku sendi-
stovuni í New York.
Í 1980 tók hann hægri
handilsprógv á Føroya
Handilsskúla og flutti
síðan til Quebec í Kana-
da har hann var útgerð-
armaður hjá føroyska
rækjutrolaranum »Krist-
inu Logos«.
Í 1983 varð Jørgin
settur
skrivari
hjá
nevndini viðv. Fiskaal-
ing, og síðan 1985 hevur
hann selt Bridgestone
aliringar og aðra aliút-
gerð í stórum parti av
heiminum.
Hann
hevur
eisini
starvast sum bilseljari,
ferðaleiðari og lærari á
Handilsskúlanum
í
Marknagili.
Síðan
1994
hevur
familjan búð í Bømlo,
har Jørgin rekur sítt egna
virkið, Akva Trade AS.
Hann er samskipari
hjá ferðavinnufelagnum
í oynni og hevur fleiri
álitisstørv innan ment-
unarlívið í Bømlo. Har-
afturat er hann nevndar-
formaður í feløgunum
»Lift Up AS« og »Seil-
maker Service AS«, sum
bæði framleiða og selja
aliútgerð, m. a. til Før-
oya.
Jørgin er giftur við
Lis-Mariu Brimheim úr
Havn. Tey eiga tey seks
børn, sum øll búgva í
Noregi.
m.g.
Jørgin Gunnarsson 50
Tøkk
Hjartaliga takka vit tykkum øllum, sum við
gávum, telegrammum, blómum og uppring-
ingum, við talum, sangum og á annan hátt
vóru við til at gera gullbrúdleypsdagin 27. okt.
2001 so hugnaligan.
Tøkk øll somul.
Heilsan
Rosmunda og Jacob Oluf
20 ár á Argjum
Dagny Joensen hyggur í
fyrsta Sosialin, sum varð
prentaður á Argjum. Marner
Simonsen og Hans Thomsen
kaga eisini forvitnisliga í
blaðið
Jørleif Hilduberg varð settur sum prentari á Sosialinum í
1982, og prentaði hann blaðið fram til 1999
Borðreitt varð við mati og
drekka á hátíðardegnum. Á
myndini Eiden Müller,
Eydna Djurhuus, Atli Dam,
Ingvør Nolsøe og Hans
Thomsen
SVARTKJAFTUR
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
- Vit hava øll kort á hondini
fyri at fáa eina góða svart-
kjaktaavtalu við okkara
grannatjóðir. Svartkjafturin
er hjá okkum megin partin
av árinum og tí skulu vit
ikki ganga undan við
skerjingum, áðrenn ein
endalig svartkjaftaavtala er
fingin í lag. Trupulleikin
við svartkjafti er nógv
meira innanlendis hjá okk-
um sjálvum. Eg havi hoyrt,
at ikki færri enn 19 svart-
kjaftaloyvi hanga í luftini
hjá fiskimálaráðharranum
og tað er ein stórur trupul-
leiki, sigur Eiler Jacobsen,
reiðari.
- Tað er ikki pláss fyri
nýggjum svarkjaftaloyvum
í løtuni. Teir stóru svart-
kjaftatrolararnir skulu hava
eini 60.000 tons í part fyri
at standa seg. Tríggir teir
størstu nótabátarnir veiddu
tilsamans 180.000 tons í
fjør. Verða hesi 19 loyvini
givin, so verður ongin
svartkjaftakvota nóg stór,
sigur Eiler Jacobsen.
- Eg skilji heldur ikki, at
skittfiskabátar í dag kunnu
gera krav upp á svarkjaftin.
Teir hava so avgjørt ikki
nøkur søgulig rættindi.
Teirra hjáveiða av svart-
kjafti var ongantíð størri
enn 30 prosent. Hesir bátar
fingu milliónir í endur-
gjaldi fyri at fara av Før-
oyagrunninum,
tí
teir
høvdu so stóra hjáveiðu av
hýsuyngli. Nú koma teir
aftur úr Norðsjónum sum
svartkjaftahetjur og krevja.
Vit sum hava ligið í svart-
kjaftinum øll árini fáa
stórar trupulleikar, verða
ótálmað givin fleiri svart-
kjaftaloyvi, sigur Eiler
Jacobsen.
Jústinus Leivsson
Eidesgaard
Krúnborg seldi gott í Aale-
sund í gjár. Teir hava roynt
við troli eftir Norðhavssild
uttanfyri
Aalesund
og
landaðu 600 tons. Teir
fingu 5,61 n.kr fyri kiloið.
Krúnborg seldi fyri 3,3
mió. N.kr.
Krúnborg fekk sildina
við troli og teir høvdu stutt
úti, bert tveir minuttir, so
hálaður teir aftur og teir
fingu 200 tons í hálinum.
Krúnborg eigur knapp-
liga 5000 tons av Norð-
havssild
á
í
norskum
sjógvi. 1800 tons kunnu
teir royna við Aalesunds-
leiðina og restina longur
norðuri. Sildin stendur
djúpt og tað er ikki vanligt
at royna eftir henni við
troli. Skipari er Sámal
Jacobsen, yngri.
Eiler Jakobsen, reiðari um svarkjaftin
Trupulleikin er
innahýsis hjá
føroyingum
Krónborg seldi dýra sild
Eiler Jacobsen, reiðari
C
M
Y
K
3
2
- fyri viðskiftafólk okkara