Sosialurinarkiv
Sosialurin 2002-03-06, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. mars 2002síða 3

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Nr. 45 - 6. mars 2002 Nr. 45 - 6. mars 2002 5 Darryl John Keenan roytir einar 50.000- 60.000 seyðir í ymiskum londum um árið SEYÐAROYTING Vilmund Jacobsen Ný sælendingurin, Darryl John Keenan, sum eftir- hondini er vorðin kendur á klettum okkara, hevur aftur verið í Føroyum og roytt seyð. Hann steðgaði her nakrar dagar á veg úr Svøríki til Íslands, har hann skal royta einar 10.000- 15.000 seyðir fyri ís- lendskar bóndur. Úr Íslandi fer hann niður til Sardiniu. Um tað er rætt at siga, at maðurin hevur verið her og roytt, er ilt at siga. Gamla orðið fyri at taka ullina av seyði, er at royta. Orðið røkkur helst langt aftur um tíðina hjá saksinum og óivað eisini aftur um tíðina hjá knívinum. Men út- gerðin, sum Darryl nýtir, er nútímans og kommersiell, og tí er tað ein spurningur, um orðið at “royta” í veruleikanum kann nýt- ast.Tað kunnu onnur taka støðu til. Betri seyður Tað vóru bóndahjúnini, Katrina og Jógvan Svart- hamar á Skælingi, sum ynsktu, at Darryl kom fram við, nú hann steðgaði í Føroyum. Tey gera nógv burtur úr seyðinum og hava alt fest á blað, sum hevur við seyðin at gera. Seyðurin hjá teimum lembur inni, og tí vildu tey royna, um góðu royndirnar hjá eitt nú ís- lendingum eisini kunnu vísa seg aftur her hjá okkum, um seyðurin verður royttur fyri lembing. - Eg haldi, tað vera áhugavert, at fólk tora at byrja nakað nýtt. Og skulu slíkar royndir gerast, er hóskandi, at tær verða gjørdar á garðinum hjá Katrinu og Jógvani, tí tá fáa vit eitt álítandi úrslit, sigur Jóannes Patursson, bóndi. Ný sælendingarnir plaga at búgva hjá honum í Kirkjubø, tá ið teir eru í Føroyum. Hesaferð er Darryl John Keenan í Føroyum saman við tveimum øðrum fólk- um, eini ullakonu sum tey kalla og einum manni. Sjálvur býr Darryl ikki hjá Jóannesi hesaferð, men tað gera hini bæði. - Darryl hevur vitjað higar á hvørjum sumri í eini 4-5 ár , og eg havi so hjálpt honum og øðrum, sum hava verið her, við ymiskum viðurskiftum, eitt nú við at fáa arbeiðsloyvi. Jóannes sigur, at royt- ingin á Skælingi er ein roynd at fáa betri seyð í Føroyum. - Tey á Skælingi vildu fegin royta nakað av seyði undan lembing. Nógv úrslit benda á, at seyður, sum verður royttur undan brundstíð og lembing, verður betri og úrtøkan størri. Íslendskar royndir vísa, at fleiri egg loysna í seyði, sum er royttur undan brundstíð. Á henda hátt fáa ærnar fleiri lomb. Nú er tað ov seint til hesar royndir, men ís- lendsku royndirnar vísa eisini, at royttur seyður etur og mjólkar meira, og tí verður spennandi at vita, um lombini, sum lembd verða í vár, verða betur fyri enn annars. Í Íslandi verður seyðurin vanliga royttur tvær ferðir um árið, í mars/apríl og í september/oktober; í Før- oyum vanliga bara um summarið. Onkur bóndi í Føroyum roytir tó meira enn ta einu ferðina. - Skal seyðurin hava góða ull, er fyrsta stigið, at hann verður royttur tvær ferðir um árið; tá slepst eisini undan lesullini, sigur Jóannes Patursson. Hann vísir á, at seyða- húsini, sum menn hava bygt sær, eru tøtt, og tí kann seyðurin, sum gongur inni, saktans gerast ov heitur, um hann ikki verður royttur – ja, hann kann fáa fepur. - Hesar somu royndir hava íslendingar eisini gjørt sær. Ikki fyrr enn teir byrjaðu at klippa seyðinum tvær ferðir um árið, fingu teir góða úrtøku av at hava seyðin inni undir lembing, sigur Jóannes Patursson. Stórur kapasitetur Á Skælingi roytti ný sæ- lendingurin umleið 80 seyðum, og tað tók honum bara einar tveir tímar. Hesi seinastu 4-5 árini hevur hann roytt seyð fyri føroyskar bóndur kring meginpartin av landinum, og soleðis verður helst eisini, tá ið hann kemur heimaftur á klettarnar í summar. - Tað er ikki smávegis, kapasitetur ein slíkur maður er. Hann roytir einar 40-50 seyðir um tíman. Í Føroyum eru tvær el- maskinur, sum keyptar eru til endamálið, og hesar eig- ur Royndarstøðin í Koll- fjarðadali. Hetta er tað, sum kallað verður professionell útgerð til royting av seyði. Jóannes sigur, at ein slíkur maður sum Darryl roytir einar 40.000-50.000 seyðir um árið í ymiskum londum. - Nú Darryl kom higar úr Svøríki, høvdu teir roytt umleið 4.000 seyðir har yviri. Á Sardiniu skal liðið, hann er partur av, royta umleið 50.000-60.000 mjólkseyðir, sigur Jóannes Patursson, sum væntar, at Darryl John Keenan fer at royta einar 1500-1600 føroyskir seyðir í summar. Ný sælendingur roytti seyð á Skælingi Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur givið út ungdóms- bókina Isabel – Gøtu- barn í Rio eftir Mecku LInd. Jacob Meinhard Sólbjørg hevur týtt bókina til føroyskt ÚTGÁVA Átta ára gamla Isabel, for- eldur hennara og systkin eru arbeiðsfólk á einum garði onkustaðni uttanfyri Rio de Janeiro í Brasilia. Ein dagin fær pápin hjarta- slag og doyr, og mamman og systkinini noyðast nú at stríðast fyri føðini. Elsta systir Isabel verður send á bóndagarðin at arbeiða, men menninir á garðinum gera seg inn á hana, og eitt kvøldið brúkar hon knív og stingur ein mann niður. Nú er einki annað at gera enn at rýma, og sama kvøldið fer stórasystirin avstað. Isabel hoyrir, at okkurt er á vási, og hon ger av at sníkja seg avstað saman við systur síni. Isabel liggur í lastini á einum lastbili, sum hevur tikið stórusystrina við, og her fær hon fyrsta smakkin av lívsins beiska veruleika, ert tú svørt og fátæk í Bra- silia. Hon hoyrir, tá ið nít- jan ára gamla systirin verð- ur neyðtikin í førarahúsi- num. Hóast alt hetta er hon vónrík og spent. Tær eru á veg til Rio de Janeiro, para- dísið, sum skal bjarga teim- um undan fátækradóminum – halda tær. Fýra ár seinni, tá ið Isabel er 12 ára gomul, veit hon, at einki paradís er til, í hvussu er ikki, um tú er svørt og fátæk og livir á gøtuni. Fyri tey er lívið eitt stríð fyri at liva. Ein dag afturat, – eina nátt afturat. Onkuntíð sleppur Isabel til arbeiðis, onkuntíð ikki. Viðhvørt er onkur, sum ansar eftir henni. Næstan altíð eingin. Hon og hini gøtubørnini í Rio eru noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiðis at rudda gøturnar fyri gøtubørn. Søgan um Isabel, er søg- an hjá 100 milliónum øðr- um gøtubørnum í heimi- num. Summi børn búgva saman við onkrum vaks- num í fátækum smáttubýl- ingum, men oftast eru tey á gøtuni, har tey selja skrambul, vaska bilrútar, busta skógvar, bidda, stjala og selja seg sjálvi. Alt fer til at lívbjarga sær sjálvum og sínum næstringum. Áðrenn Mecka Lind fór at skriva skaldsøguna um Isabel, búði hon fyrst hálvan fjórða mánaða í Rio de Janeiro. Søgan byggir á tað, sum gøtubørnini søgdu henni, á samrøður, á arbeiði saman við felagsskapum, sum hjálpa børnum, og á tað, hon sjálv sá og upp- livdi. Mecka Lind er fødd í Malmö í 1942. Síðan hon gav fyrstu bók sína út í 1982, hevur hon skrivað nógvar myndabøkur, barna- bøkur og ungdómsbøkur, sum eru ógvuliga væl um- tóktar og hava vunnið ymsar virðislønir, ikki bara í Svøríki, men eisini aðra- staðni. Fyri Isabel – Gøtu- barn í Rio fekk hon millum annað Gustav-Heinemann Friedenspreis fyri barna- og ungdómsbókmentir í Týsk- landi í 1996. Bøkur henn- ara eru týddar til 10 ymisk mál. Isabel – Gøtubarn í Rio er 186 blaðsíður, heft við klaffum. Bókin kostar 140 krónur í bókhandlunum. Pf. Einars Prent hevur umbrot- ið, prentað og heft bókina. Isabel – Gøtubarn í Rio Fyrrapartin í gjár gjørdi løgreglan í Havn nakrar grein 13 kanningar. Klokkan 11 fyrrapartin vóru níggju tikin fyri at hava koyrt uttan trygdar- belti, so tey kunnu øll vænta sær eina heilsan frá fútanum í næstu framtíð. -ib Nøkur foreldur hava tikið stig til at skipa fyri dansitil- tøkum fyri ung í Føroyum. Dansað verður í Platform hvørt mánakvøld frá klokkan 19.30 til 21.30 DANSUR Ingrid Bjarnastein Lise Larsen er ein av mammunum, sum hevur hugsað um tey ungu í Føroyum og teirra møgu- leikar. Serliga verður hugsað um, at tey skulu sleppa at halda til í rús- og roykfríum umhvørvi. Nú er stig so tikið til at skipa fyri dansi fyri ung í Platform hvørt mána- kvøld. Her er talan um at læra tey ungu eingilskan dans í samstarvi við Dansifrøi. Tað verður ikki loyvt hjá teimum ungu at roykja innandura ella at rúsa yvirhøvur. Her verð- ur dentur lagdur á, at tey ungu skulu eisini sleppa at stuttleika sær í einum royk- og rúsfríum um- hvørvi. Dansurin er ikki ó- keypis, men tað verður ikki dýrt, tí tey ungu skulu jú hava ráð til tess. Í bilhúsinum undir samkomuni Filadelfia í Havn hava nakrir drykkjumenn ofta lyndi til at savnast um eina øl ella tvær. Tey í Filadelfia eru væl varug við, at teir eru har, men teir verða ikki blakaðir út á gøtuna, siga tey úr Filadelfia Ingrid Bjarnastein Teir eru nakrir, ið plaga at savnast í bilhúsinum undir samkomuni Filadelfia í Havn. Ein øl er ofta mið- punktið, og verður bilhúsið nýtt sum skjól fyri vindi og regni, tí undir tekjuni er um ikki annað turt um ikki beinleiðis so heitt. –Tað eru nakrir, ið plaga at standa har inni, sigur Marner við Skipá úr Fila- delfia. – Eg veit ikki, hvørj- ir teir eru, men vit lova teimum so at vera har, og vit fara ikki at blaka teir út. Eg plagi onkuntíð at biðja teir taka ein kust og fáa alt óruddið, sum teir hava út, tí tað sær ikki pent út tá fólk skulu til møti, og parkera bilin har, at ølfløskur, proppar og sigarettstubbar liggja og sløðast um alt bil- húsið. Restorff´s Bryggjarí ligg- ur eisini á Landavegnum, har Filadelfia liggur. Mar- ner heldur, at tá hesir góðu menn hava verið hjá Restorff og fylt sær ein posa við øl, so er lag á manni bert at gloppa hurð- ina til bilhúsið soleiðis, at sloppið verður innum. So gerast teir um ikki annað ikki vátir. –Teir hava onkuntíð lyndi til at mestsum gera sær eitt tilhaldsstað í bilhúsinum hjá okkum. Seta borð og okkurt líknandi upp, men tað ber nú einaferð ikki rættiliga til. Vit kunnu ikki hava ov nógv standandi inni har, tí bilhúsini eru jú til bilar, greiðir Marner frá. Marner við Skipá leggur tó dent á, at hatta eru hølir teir hava funnið sjálvir. Teir eru komnir har av sínum eintingum, og ætlanin er ikki at blaka teir út. Men at biðja teir taka upp eftir sær, og fáa ølfløskur og proppar av vegnum, heldur Marner er ikki ov nógv at biðja um. Drykkjumenn í Filadelfia Dansur fyri ung í Platform 9 tikin uttan belti Løgreglan í Havn gjørdi í gjár nakrar grein 13 kanningar. Klokkan 11 vóru 9 tikin uttan trygdarbelti Mynd: Jens Kr. Vang Bilhúsið hjá Filadelfia verður millum annað nýtt, sum tilhaldsstað hjá drykkjumonnum í Havn. Restorff´s Bryggjarí liggur bert 10 metrar burturfrá Jacob Meinhard Sólbjørg hevur týtt bókina til føroyskt C M Y K 5 4