mikudagur 6. mars 2002síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 45 - 6. mars 2002
Nr. 45 - 6. mars 2002
7
Finnbogi Arge og
Katrin D. Johansen,
sum ávikavist vóru
nummar 3 og 4 á
listanum hjá
Fólkaflokkin
seinast, stilla ikki
upp hesaferð
UPPSTILLING
Eirikur Lindenskov
Havnar Framburðsfelag,
sum er valfelag Fólka-
floksins í Suðurstreymi,
hevði síðsta uppstilling-
arfund sín í Pálsstovu í
mánakvøldið, har listin
til løgtingsvalið varð
gjørdur liðugur.
Seinast
fekk
Óli
Breckmann flestar at-
kvøður á fólkaflokslista-
num, hann fekk 632 at-
kvøður. Næstur honum
var Bjarni Djurholm,
sum fekk 585 atkvøður.
Síðani kom Finnbogi
Arge á triðja plássi við
185 atkvøðum og Katrin
D. Johansen á fjórða
plássi við 109 atkvøður.
Tey bæði eru ikki á lista-
num hesaferð.
Óli Breckmann hevur
verið
løgtingsmaður
síðani 1974, og Bjarni
Djurholm hevur verið
løgtingsmaður
síðani
1994. Hann hevði tó sæti
á tingi fyri Jógvan Sund-
stein, tá hann var lands-
stýrismaður frá januar
1991 til mars 1993.
Av býráðspolitikaru-
num hjá Fólkaflokkinum
í Havn stillar bara Bjarti
Mohr upp, og Poul Mich-
elsen, fyrrverandi borg-
arstjóri
og
løgtings-
maður, ætlar sær eitt
come-back í politikki.
Hann varð valdur á ting í
1988, men stillaði ikki
uppaftur til valið í 1990
við teirri grundgeving, at
tað bar ikki til bæði at
sita sum borgarstjóri í
Havn og vera løgtings-
maður samstundis.
Fólkaflokkurin liðugur
við uppstillingina í
Suðurstreymi
Fiskavirki og smolt-
og alistøðir kunnu nú
taka lærlingar í læru,
sum eftir trý ára
lærutíð kunnu kalla
seg “yrkislærdar
fiskavirkarar” ella
“yrkislærdar alarar”
ÚTBÚGVING
Eirikur Lindenskov
Lærutíðin gevur lærubræv,
er tilsamans trý ár, og út-
búgvingin hevur tvær ser-
greinir. Onnur sergreinin,
»aling«, er á smoltstøðum
og alistøðum og hin ser-
greinin,
»fiskavirking«,
fevnir um yrkisøkini: fiska-
virki, góðskingarvirki og
kryvjivirki.
Í
sergreinini
»aling«
verður dentur lagdur á
neyðuga vitan um tey ymsu
fiskasløgini, og hvussu ali-
fiskur fæst at trívast, innlit í
fóðring, vitan um sjúkur og
sjúkufyribyrging, stýrings-
skipanir innan aling og
framleiðslugongdina
frá
rogni til tøkufisk. Í ser-
greinini
»fiskavirking«
verður dentur lagdur á rá-
vøru og rávørustýring, ym-
iska virking av fiski, merk-
ing og goymslustýring,
reinhald og reinføri, stýr-
ingsskipanir og tøknina á
fiskavirkjum.
Eisini verður ásett, at
fyrsta skúlaskeiðið er 40
samanhangandi
vikur
(støðisútbúging á yrkis-
skúla), og at upplæringin á
læruplássinum skal byrja
12-24 vikur áðrenn fyrsta
skúlaskeiðið.
Hetta merkir, at fiska-
virkir og smolt-/alistøðir,
sum ætla at taka lærling í
læru í ár, skulu gera læru-
sáttmála við lærling í sein-
asta lagi um miðjan mai
mánað.
SKEIÐ
Alzheimerfelagið
Hvussu eru vit saman við
teimum dementu?
Minnið, hvat er tað?
Sorg.
Ótti.
Samvitska.
Hesi eru nøkur av evnu-
num, sum verða viðgjørd á
skeiði í MBF-húsinum
mánadagin tann 11.mars
kl. 9-16. Tað er Elsa
Zachariasen, sum stendur
fyri skeiðinum. Elsa er út-
búgvin sjúkrasystir, hon er
demensráðgevi og arbeiðir
sum deildarleiðari á einari
demensdeild í Brøndby.
Hon hevur drúgvar royndir
sum undirvísari og fyrilest-
rarhaldari um demens.
Í mesta lagi 20 fólk
sleppa við á skeiðið.
Tilmelding á tlf. 313102
ella
t-post:
sigmo@
post.olivant.fo
Sosialurin hevur gjørt
eina serliga heima-
síðu, har øll, sum taka
lut í valstríðnum,
hava høvi at kjakast
LØGTINGSVALIÐ
Eirikur Lindenskov
Sum atlíð upp undir val,
verður sera nógv valtilfar
sent bløðunum. Seinastu
valini hava víst, at hetta til-
far er altsamt vaksandi.
Fyri at lætta eitt sindur um
trýstið – og fyri at geva val-
evnum ein eyka møguleika
at sleppa til orðanna, hevur
Sosialurin gjørt eina serliga
síðu í InternetSosialinum,
sum er ætlað valevnum og
øðrum, sum taka lut í val-
stríðnum.
Alt valtilfarið, sum er í
blaðnum, verður lagt á hesa
síðu, sum er ókeypis at
lesa. Síðuna finna vit á for-
síðuni á InternetSosiali-
num, www.sosialurin.fo
Ætlanin við hesi heima-
síðu er eisini, at hon skal
vera aktiv alt samdøgrið og
allar dagar í vikuni, soleiðis
at skilja, at tilfar verður lagt
út á síðuna við jøvnum
millumbilum. Ynskja val-
evni at svara onkrum, sum
t. d. stendur í blaðnum, so
kann hetta gerast á heima-
síðuni áðrenn blaðið fer til
prentingar, og harvið ber til
at hava kjak politiskt kjak
eisini í vikuskiftinum.
Á síðuni hava flokkarnir
hvør sína síðu, har teirra
valgreinir verða lagdar. Ein
síða er, har nýggjastu
greinirnar síggjast og hvørt
valevni hevur eisini sína
síðu, har allar valgreinirnar
hjá viðkomandi eru at
síggja.
Tá allir valevnislistarnir
eru lidnir, verða teir eisini
lagdir inn á síðuna og upp-
lýsingar um øll valevnini.
TÍÐINDASKRIV
Vinnumálastýrið
1. januar 2001 kom løg-
tingslóg um Vinnuframa-
grunn í gildi. Sambært lóg-
ini um Vinnuframagrunnin,
skal landsstýrismaðurin í
vinnumálum á hvørjum ári
boða frá, hvørji vinnu-
greinaøki
dentur
skal
leggjast á.
Tey vinnugreinaøki sum
landsstýrismaðurin, Bjarni
Djurholm, sambært vinnu-
politikkinum ynskir, at ser-
ligur dentur skal leggjast á í
2002 eru:
• Teldutøkni
• Biotøkni
• Ferðavinna
• Kreativar vinnur - her-
ímillum tónleik og ítrótt
Nevndu vinnugreinaøki -
umframt onnur vinnugrein-
aøki - verða stuðlað eftir
niðanfyrinevndu stuðuls-
skipanum, sum fevna um:
• vørumenning,
• menning av nýggjum
framleiðslutólum
og
framleiðsluhættum v.m.,
• vørumessur,
• tilevning av sølutilfari,
søluroyndir, sølufremj
andi tiltøk og marknaðar
kanningar,
• granskingar- og kanning-
arætlanir,
• patentumsóknir.
Umframt onnur vinnu-
framaátøk og heildarverk-
ætlanir, jvb. § 12, stk. 2 í
kunngerðini, ynskir Bjarni
Djurholm,
landsstýris-
maður, at farið verður undir
átak fyri:
• at fáa kvinnur í vinnu
(kvinnur sum íbirtarar, er
farið í gongd), og
• at
kt-klekingardepilin
heldur fram
Tey, sum ætla at søkja um
stuðul
úr
Vinnuframa-
grunninum, skulu venda
sær til Vinnuframagrunnin,
postboks 3079, 110 Tórs-
havn.
Nú ber til at læra til
alara og fiskavirkara
Nú ber til at fara í læru sum fiskavirkari ella alari
Savnsmynd
Lóg um Vinnuframagrunnin
Skeið um
demenssjúku
Valstríð á internetinum
Í InternetSosialinum ber nú til – ókeypis – at lesa politiskt
kjak, sum verður lagt út á internetið so hvørt
Valevnini hjá Fólkaflokkinum eru:
Óli Breckmann, løgtingsmaður
Eli Christiansen, umsitingarleiðari
Bjarni Djurholm, landsstýrismaður
Elsa í Garði, vakurleikaserfrøðingur
Karlot Hergeirsson, skipsførari
Sólja Fríða Jóanisdóttir, skrivstovunæmingur
Leila á Lofti, fysioterapeutur
Poul Michelsen, stjóri
Bjarti Mohr, býráðslimur
Annika Olsen, handilsskúlalærari
Heðin D. Poulsen, løgfrøðingur
– Menas-frágreiðing-
in ber í stórum mun
brá av, at hon er
skrivað, áðrenn
boringarnar fóru
ígongd í føroyskum
øki. Har eru fleiri
áhugaverd ting
nevnd, men sam-
stundis eru eisini
nógvir faktuellir
feilir, sigur Rókur
Tummasarson, full-
trúi í umhvørvis-
málum
MENAS-
FRÁGREIÐINGIN
Heri á Rógvi
Menas-frágreiðingin viðger
eisini umhvørvi í sambandi
við eina komandi olju-
vinnu. Vit hava biðið Rók
Tummasarson, fulltrúa í
umhvørvismálum á Olju-
og Umhvørvismálastýrin-
um, um at lisið partin um
umhvørvi og gjørt við-
merkingar.
Fyrsta viðmerking hans-
ara er, at umhvørvispart-
urin av frágreiðingin ber
ógvuliga nógv brá av, at
frágreiðingin er skrivað
áðrenn
oljuboringarnar
fóru ígongd.
– Okkurt vil eg so avgjørt
geva teimum rætt í, men
sum heild er frágreiðingin
ógvuliga nógv ávirkað av,
at hon er skrivað, áðrenn
boringarnar fóru ígongd.
Av hesari orsøk eru flestu
tilmælini
óneyðug
og
ótíðarhóskandi,
sigur
Rókur Tummasarson.
Hann heldur, at føroyskir
myndugleikar so dyggiliga
hava prógvað, at teir kunnu
taka sær av oljuvinnuni.
Hann nevnir, at higartil
hava eingir trupulleikar
verið av oljuvinnuni í
umsitingini, og øll tey
loyvi, ið skulu latast, hava
verið latin uttan stórvegis
hóvasták av føroyskum
myndugleikum.
– Har eru harafturat fleiri
faktuellir feilir. Eitt nú tá
tosað verður, hvørjar heim-
ildir og uppgávur oljumála-
stýrið hevur, sigur Rókur
Tummasarson.
Sæð áður
– Nógv av tí, ið verður
nevnt
í
frágreiðingini,
verður eisini tikið upp og
lagt uppfyri í umhvørvis-
frágreiðingini, ið Olju-
málastýrið
saman
við
øðrum hevur latið úr hond-
um, sigur Rókur Tumm-
asarson.
Endamálið við Menas-
frágreiðingini verður sagt
at vera at eggja til kjak,
men Rókur Tummasarson
heldur ikki, at nakað kjak
fer at spyrjast burturúr
hesum partinum.
– Tað er í veruleikanum
ikki so nógv at kjakast um.
Var hetta komið, áðrenn
nógva
virksemið
fór
ígongd, so var her okkurt at
kjakast um, men sum nú, er
ikki nógv at kjakast um,
sigur altso Rókur Tummas-
arson.
Riggar væl
Ein kritikkur, sum hevur
verið reistur móti føroysku
myndugleikunum, er, at
umhvørvi og olja hoyra
undir sama stýrið. Hetta er
nógvastaðni í heiminum
púra óhoyrt, men hesum er
Rókur Tummasarson als
ikki samdur við.
– Tað er ikki nakar
trupulleiki
við
verandi
skipan. Umhvørvi verður
høgt prioriterað, og tað
hevur heldur ikki áður
verið hægri prioriterað,
sigur Rókur Tummasarson.
Hann vísir m.a. á, at hann
er tann fyrsti fulltrúin, ið
nakrantíð er settur bert at
taka sær av umhvørvis-
málum.
– Tað er líkamikið, hvørt
sýrið
umhvørvi
hoyrir
undir. Eitthvørt málsøki
verður høgt prioriterað. Í
síðsta enda mugu vit bara
hava álit á stýrunum og
embætisfólkunum,
sigur
Rókur Tummasarson.
Sleikisneisin, sum
skuldi innihalda
rúevni, var, tá av-
tornaði, bert ein
púra vanlig sleiki-
sneis
SLEIKISNEIS
Heri á Rógvi
Tað vakti nógvan ans, tá
fjølmiðlarnir
fyrst
í
februar mánað boðaðu
frá, at ein sleikisneis var
endað hjá løgregluni.
Henda góða sleikisneis
innihelt møguligt rús-
andi evni. Sleikisneisin
var fingin frá einari
ungari gentu, sum hevði
hórað ilt, tá fólk byrjaðu
at kenna seg heilt øðr-
vísi, eftir at tey høvdu
etið eini sleikisneis, ið
onkur hevði deilt út til
fólk í Klubbagarðinum í
Havn.
Løgreglan
sendi
sleikisneisina til Dan-
markar fyri at verða
kannað. Áðrenn hon
varð send til Danmark
hevði løgreglan í Havn
sjálv gjørt nakrar kann-
ingar, og hesar vístu ein
feril av amfetamin í
sleikisneisini. Sagt varð
tá, at hetta skuldi takast
við fyrivarnir, tí evni,
eitt nú litevni, eru í
einari tílíkari sleiki-
sneis, og hetta kundi
lættliga ávirkað máting-
arnar.
Nú er úrslitið av
kanningunum
komið
aftur, og úrslitið vísir, at
ein sleikisneisin ikki var
annað enn ein púra
vanlig sleikisneis. Har
var einki rúsevni í.
Løgreglan í Havn
hevur tosað við per-
sónin, ið deildi sleiki-
sneisir út, og hann hevur
fingið at vita, at hetta
ikki er so heppið, men
hann hevur kortini ikki
gjørt nakað ólógligt.
Føroya Sparikassi er
farin undir at bjóða
sínum viðskiftafólki
lán við sokallaðum
rentulofti. Fyri eitt
ávíst gjald fáa við-
skiftafólk ásett eitt
rentuloft tey næstu
sjey árini, men fáa
samstundis ágóðan av
einari møguligari
lárentu
LÁNTØKA
Heri á Rógvi
Nú verður møguligt at taka
lán við rentulofti í sjey ár
fram. Vanliga tá fólk taka
eitt lán verður kann rentan
vera skiftandi – bæði upp
og niður. Hetta eru lán við
sokallaðari variablari rentu.
Har tað er talan um eina
rentu, sum skiftir alt eftir
rentu- og fíggjarstøðu. Í
løtuni er rentan á útlánum í
Føroyum søguliga lá. Vit
skulu heilt aftur til fimmti-
árini fyri at finna eitt
líknandi lágt rentustøði. Í
búskaparliga óveðrið kann
rentan fara nógv upp, men
hon kann sjálvandi eisini
fara munandi nógv niður.
Føroya Sparikassi bjóðar
nú sínum viðskiftafólki ein
lánimøguleika, har álagt
verður eitt rentuloft, so-
leiðis at rentan ikki kann
fara upp um eitt ávíst og
harvið sparir tí einstaka
lánstakaranum fyri óvænt-
aðum meirútreiðslum.
Trygging
Boðini úr Føroya Spari-
kassa ljóða, at hetta er ein
trygging fyri kundarnar, ið
velja at taka eitt lán. Lánini
eru serliga ætlaði sum 1.
veðrættar lán, tá hetta
minkar um risikoina hjá
peningastovninum.
– Kundarnir kunnu við
hesum tryggja seg ímóti
óvæntaðum rentuútreiðsl
um, og teir fáa samstundis
ágóðan av einum lágum
rentustøði, sigur Bjarni
Olsen, stjóri í Føroya
Sparikassa.
Eins og við øðrum trygg-
ingum, so kostar henda
trygging eisini. Í løtuni er
kostnaðurin
3,5%
av
restskuldini á láninum, ið
tryggjað verður. Hetta gjald
kann annaðhvørt leggjast
omaná lánið ella gjaldast
kontant.
Sum dømi kann nevnast,
at rentan í dag lliggur um
fimm prosent. Um tú lænir
700.000 kostar hetta tær
3.408 kr. um mánaðin eftir
rentustuðulin er latin, fyrsta
árið. Fer rentan upp, so vil
tað sjálvsagt kosta meira at
gjalda hetta aftur, og har er
heldur einki rentuloft.
Við
einum
rentuloft
verður lánið til 724.000.
Rentan verður somuleiðis
fimm prosent, og tað fyrsta
árið verður útgjaldið 120
kr. meira ella 3.528 kr. um
mánaðin eftir rentustuðul.
Renuloftið verður lagt við
sjey prosent, t.e. rentan á
rentuloftaláninum
kann
ikki fara uppum sjey pro-
sent. Hetta er galdandi í
sjey ár fram.
– Rentuloftið kann tekn-
ast av øllum, men er fyrst
og fremst ætlað teimu, ið
hava sethúsalán við langari
afturgjaldstíð. Á slíkum
lánum er gjaldið viðbrekið
fyri størri rentubroytingum,
sigur Marner Jacobsen,
forstjóri í Føroya Spari-
kassa.
Einki rúsevni
í sleikisneisini
Fyrst var tað ein sleikisneis. Síðani varð tað til rúsevni.
Nú er tað so endaliga staðfest, at henda sleikisneisin er
einki annað enn sleikisneis.
Mynd: Jens Kristian Vang
Lán við rentulofti
Rókur Tummasarson um Menas:
Ótíðarhóskandi
–Okkurt vil eg so avgjørt
geva teimum rætt í, men
sum heild er frágreiðingin
ógvuliga nógv ávirkað av, at
hon er skrivað, áðrenn
boringarnar fóru ígongd. Av
hesari orsøk eru flestu
tilmælini óneyðug og
ótíðarhóskandi, sigur Rókur
Tummasarson um Menas-
frágreiðingina
Hesir báðir bjóða nú eisini trygging.
Mynd: Jens Kristian Vang
C
M
Y
K
7
6