mikudagur 6. mars 2002síða 5
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 45 - 6. mars 2002
Nr. 45 - 6. mars 2002
9
Reiðaríið hjá Vestur-
vón í Sørvági hevur
keypt partrolaran
Smaragd úr Runavík.
Vesturvón skal brúka
fiskiloyvið til annað
trolaraparið, felagið
frammanundan eigur
SKIPAKEYP
Edvard Joensen
Saltangará: Enn ein par-
trolari er seldur til Sørvágs.
Og aftur er tað Vesturvón,
sum hevur keypt. Hesaferð
er tað Smaragd, sum keypt-
ur er.
– Vit hava keypt loyvini,
og so fylgdi eitt skip við,
sigur reiðarin.
Vesturvón hevur keypt
Smaragd fyri at fáa hendur
á
fiskiloyvinum,
sigur
Ólavur Petersen, reiðari.
Hann sigur, at ætlanin er at
flyta
fiskidagarnar
hjá
Smaragd, sum eru 201 í
tali, yvir á Akranes, sum
Vesturvón
frammundan
eigur. Akranes samtrolar
við Dragasundi, sum Vest-
urvón eisini eigur. Hvat teir
hava givið fyri skipið, vil
hann ikki upplýsa.
Ólavur Petersen sigur, at
teir fara at royna at selja
Smaragd, sum í løtuni
liggur við bryggju í Runa-
vík. Smaragd partrolaði
fyrr saman við Brillant,
sum er av sama slagið,
bygdir í gamla Eysturtýsk-
landi.
Brillant varð fyri nakað
síðan seldur til Leirvíkar.
Tað var reiðaríið Sjóborg,
sum
keypti
við
sama
endamáli, sum Vesturvón
nú hevur keypt Smaragd.
At flyta fiskidagarnar yvir
á betri skip.
Annars
sigur
Ólavur
Petersen, reiðari á Vestur-
vón, at tað hevur gingið
hampiligt hjá Vesturvón,
sum í løtuni er í Barents-
havinum. Mánadagin var
hann inni og bunkraði, og
tá hevði hann 241 tons av
flaki inni. Teir fóru avstað
tann 13. januar.
Eisini hjá partrolarunum
hjá
reiðarínum
hevur
gingið hampiligt í vár,
hóast tað hevur viðrað illa,
sigur Ólavur Petersen.
Pørini, Vesturvón eigur,
eru Akranes og Dragasund,
og Akraborg og Varðborg.
Vesturvón
keypt enn ein
partrolara
Nýggja Ferðaráðið,
sum er valt eftir
lógini um Ferðaráð
Føroya, ið samtykt
varð í december í fjør,
hevði í gjár sín fyrsta
fund
FERÐAVINNA
Edvard Joensen
Fyrrapartin i gjár hevði
nýggja
Ferðaráðið
sín
fyrsta fund. Talan er um
nýtt ráð, sum er dupult so
stórt sum tað stýrið, ið áður
sat.
Eftir nýggju lógini um
Ferðaráð Føroya, sum kom
í gildi í december í fjør, er
Stýrið fyri Ferðaráðið, sum
taldi tríggjar limir, nú skift
út við Ráðið fyri Ferða-
ráðið. Limatalið er nú tað
dupulta. Seks limir.
Nýggja ráðið verður valt
bæði av vinnuni og av um-
sitingini. Landsstýrismað-
urin við vinnumálum út-
nevnir so formannin mill-
um ráðslimirnar.
Í nýggja Ráðnum fyri
Feðraráðið
sita
Marita
Danielsen, sum vald er at
umboða ferðasmiðirnar.
Petur Martin Petersen
umboðar økisferðavinnu-
feløgini.
Jóannes á Váli umboðar
flutningsfeløgini.
Ása Johnsdóttir umboðar
hotel- og matstovuvinnuna.
Elna
Skylv
Hansen
umboðar mentamál, og
Hans Joensen er valdur
av Vinnumálastýrinum.
Bjarni Djurholm, lands-
stýrismaður, hevur útnevnt
Maritu Danielsen til for-
mann fyri Stýrið fyri Ferða-
ráðið.
Ferðaráðið havt sín fyrsta fund
Smaragd liggur rætiliga óvirkin í Runavík. Nú er hann seldur, og fiskidagarnir verða brúktir av
øðrum skipi
Mynd: Edvard Joensen
Seinnapartin mána-
dagin koyrdi ein
bussur hjá Bygda-
leiðum út av vegnum
á veg til Klaksvíkar
KAVI
Ragnhild Ellingsgaard
Klaksvík: Talan var tían-
betur ikki um nakað stór-
vegis óhapp, tá bussurin hjá
Bygdaleiðum koyrdi út av
tunnilsvegnum á veg aftur
til Klaksvíkar.
Bussurin hevði verið í
Hvannasundi, og var á veg
inn í tunnilin í Árnafirði, tá
ein bilur kom ímóti honum.
Nógvur kavi lá á vegnum,
og av tí sama sá bussførarin
ikki, hvar vegurin lá.
Sá ikki vegin
- Tað kom eitt grovt kavaæl,
og allir prestarnir við veg-
kantin vóru undirkavaðir.
Tí sá eg ikki, hvar vegurin
lá, men royndi eftir besta
førimuni at snara út á
vegkantin, so bilurin og
bussurin ikki rendu saman.
Eg sá, at landsverkfrøð-
ingurin hevði grivið eitt fitt
petti inn móti vegkantinum,
og valdi tí at snara buss-
inum tann vegin, greiðir
bussførarin frá.
- Men tíanverri hevði
landsverkfrøðingurin griv-
ið alt ov langt inn, so buss-
urin endar úti av vegnum.
Eg veit, at aðrir bilar eisini
hava gjørt sama feilin og
hava fylgt slóðini hjá
landsverkfrøðinginum. Av
tí sama eru teir eisini end-
aðir úti av vegnum, og er
tað sera óheppið, sigur
bussførarin.
Men han leggur afturat,
at
landsverkfrøðingurin
ikki skal fáa nakra skuld av
óhappinum.
- Teir síggja jú heldur
ikki, hvat vegurin endar.
Teir royna jú bert at gera
teirra arbeiði.
Eingin skaði
Bert eitt ferðafólk var í
bussinum,
tá
óhappið
hendi, og tíanbetur stóðst
eingin skaði av tilburðin-
um.
Landsverkfrøðingurin
var skjótur á staðið og fekk
sloypað bussin upp, sum
síðani kundi halda fram á
leið síni.
Bussur koyrdi útav
Nýggja Stýrið fyri Ferðaráðið
hevði sín fyrsta fund í gjár
Mynd: Jens Kristian Vang
- Eingin skaði stóðst av óhappinum seinnapartin mánadagin. Bert eitt ferðafólk var í bussinum,
tá óhappið hendi
Strandferðslan er í
ferð við at gera nýggja
ferðaætla, sum skal
vera einfaldari enn
tann, sum nú er í
gildi, samstundis sum
dentur skal leggjast á
at fáa bátarnar at
sigla til tíðina
STRANDFERÐSLA
Áki Bertholdsen
Nýggja ferðaætlanin hjá
Strandferðsluni skal vera
einfaldari enn tann, sum nú
er í gildið og so skulu
bátarnir sigla til tíðina.
Tað er tvey høvuðsenda-
mál, nú Strandferðslan er í
ferð við at gera nýggja
ferðaætlan.
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni, sigur, at
tey hava sett sær fyri, at
nýggja ferðaætlanin skal
koma í gildi 8. apríl, beint
eftir páskir.
– Tað er fyri at sleppa
undan at hava tær páska-
høgtíðir í ferðaætlanini, har
hom skal broytast.
Hann sigur, at broytingar
í ferðaætlanini elva til
fløkju og at tað er óheppið
at byrja eina nýggja ferða-
ætlan við broytingum, tí
kemur hon ikki í gildi,
fyrrenn beint eftir páskir,
so at broytingar bara skulu
lýsast á páskum næsta ár.
Í løtuni verður arbeitt við
at avgreiða ferðaætlanina
til prentingar.
Luft og einfeldni
Annars sigur Reidar Nón-
fjall, at rættiliga nógvar
broytingar eru í nýggju
ferðaætlanina, sum kemur.
– Nú, vit leggja nýggja
ferðaætlan, hava vit tikið
alla ferðaætlanina í botn og
hugt eftir, hvar vit kunnu
gera ábøtur.
– Eg haldi, at tað er nógv
spennandi í nýggju ferða-
ætlanini og hon er løgd í
neyvum samstarvi við tey
ymsu økini í landinum og
vit bussar o.s.fr.
– Hann sigur, at tveir
málsetningar, sum Strand-
ferðslan hevur sett sær fyri
er, at nýggja ferðaætlanin
skal vera einfaldari enn
tann, sum nú er, og at
skipini skulu sigla til tíðina.
– Fráferðirnar ymsa-
staðni frá, skulu ikki so
fastar tíðir, sum gjørligt.
Eitt nú siglir Smyril av
Havnini
til
Suðuroyar
heilar fimm ymiskar tíðir
um kvøldið. Okkurt kvøld
siglir hann kl. 17.30, okkurt
kvøld kl. 18.00, okkurt
kvøld kl. 19.00, okkurt
kvøld kl. 20.00 og okkurt
kvøld kl. 22.30.
– Tað er ørkymlandi hjá
teimum, sum skulu brúka
strandfaraskipini at halda
greiði á ymsum tíðum.Tí
fara vit at royna at gera tað
nógv einfaldari, og so vítt
tað ber til, fara fráferðirnar
at vera somu tíð hvørt
kvøld, ikki bara á Suður-
oyarleiðini,
men
eisini
aðrastaðni, sigur Reidar
Nónfjall.
Hann sigur, at tað er
eisini ein sorur trupulleiki
at ferðaætlanin er so trong,
at tað ikki eyudnast at fáa
bátarnar at sigla til tíðina.
Hetta munnu ikki minst
tey sanna, sum plaga at
sigla við Smyrli úr Havnini
til Suðuroyar, tí tað greittir
næstan ikki, at hann er ov
seinur av Havnini.
– Hetta er ógvuliga for-
argiligt hjá fólki og tí hava
vit sett okkum fyri at hava
so frægt av luft ímillum
túrarnar, at tað skal bera til
at sigla til tíðina, sigur
strandferðslustjórin.
– Vit royna alla tíðina,
tað vit kunnu, men tað
stjelur nógva tíð, at ferðslan
alsamt
veksur,
bæði
ferðafólk og bilar, ikki
minst stórir bilar og treyl-
arar, samstundis sum um-
støðurnar á havnaøkinum
ikki eru tær bestu og
mangan skapa trongar.
– Tað er ongin meining at
tað stendur í ferðaætlanini,
at Smyril skal sigla klokkan
18 av Havnini, tá ið tað
ongantíð eydnast at sigla,
fyrrenn kl. 18.30, ella onk-
untíð seinni.
– Tá er betri at lýsa, at
hann siglir kl. 19 og so at
hann siglir kl. 19. og ikki
eitt minutt seinni, sigur
hann.
FAKLIG MENNING
Áki Bertholdsen
Seinastu
árini
hevur
Heilsuhjálparafelag Føroya
miðvíst arbeitt fyri at
styrkja og menna fakliga
førleikan hjá heimahjálp-
um, ella heilsuhjálparum,
sum
tær
eisini
verða
nevndar nú.
Eitt stórt stig á leiðini
varð tikið í fjør, tá ið Al-
manna- og Heilsuskúlin
varð settur á stovn á Tvør-
oyri.
Hetta var eitt hjartamál,
sum
Heimahjálparafelag
Føroya, sum seinni fekk
nýtt navn og nú kallast
Heilsuhjálparafelag Før-
oya, hevði arbeitt fyri í
fleiri ár.
Men hjá teimum, sum
ganga í hendan skúlan, er
starvsvenjing ein týðandi
táttur í útbúgvingini. Og
fyri at næmingarnir kunnu
fáaí munadygga starvs-
venjing, var næsta stigið
hjá felagnum at útbúgva
heilsuhjálpir og heilsu-
røktarar til at hava næm-
ingar í starvsvenjing.
Tí hevur Heilsuhjálpara-
felag nú í tveimum um-
førum skipað fyri skeiði í at
hava næmingar í starvs-
venjing.
Skeiðini hava verið fyri
heilsuhjálparum,
heilsu-
røktarum og sjúkrasystrum.
Munurin á heilsuhjálparum
og heilsurøktarum er, at
heilsurøktarin hevur eina
fulla útbúgving upp á 1,5
ár, men heilsuhjálpararnir
eru heimahjálpir, sum hava
verið til skúlingar í nakrar
mánaðir.
Eitt skeið var í fjør og eitt
hevur verið í ár og tilsam-
ans hava 50 heilsuhjálparar
og
heilsurøktarar
tikið
prógv í praktikkvegleiðing,
sum tey kalla tað. Á hvørj-
um skeiði, sum varar í eina
viku, hava 25 næmingar
verið.
Ása Olsen, formaður í
Heilsuhjálparafelagnum,
sigur, at hetta er ein roynd
hjá felagnum at menna
heimahjálpina, men at ætl-
anin er, at í framtíðini er tað
Almanna- og heilsuskúlin
sjálvur,sum skal standa fyri
skeiðunum av hesum slagi.
Nú skal Smyril sigla til tíðina
Tað er ógvuligaforargiligt hjá
fólki at Smyril altíð skal
verða ov seinur av Havnini. Í
nýggju ferðaætlanini skal tað
tí vera so mikið av luft verða
ímillum túrarnar, at tað ber
til at sigla til tíðina, sigur
Reidar Nónfjall, stjóri á
Strandferðsluni
Heilsuhjálparar á skeið
Hetta er teir 25 næmingarnir, sum nú hava tikið prógv í praktikkvegleiðing. Tey fingu prógvini á næstseinasta fríggjadag.
Hvørjumegin við standa teir báðir donsku lærararnir, Lisbeth Seitzberg og Bente Holm. Annars eru næmingarnir, Anna H.
Múller, heilsuhjálpari Kvívík, Tonny Jacobsen, heilsuhjálpari Tórshavn, Judith Poulsen, heilsuhjálpari Klaksvík, Helena Weihe,
heilsuhjálpari Søldarfjørður, Selma Gulaksen, heilsuhjálpari Klaksvík, Annika Tungá, heilsuhjálpari Klaksvík, Hildigarð
Djurhuus, heilsuhjálpari Fuglafjørður, Sigrun H. Magnussen, heilsuhjálpari Runavík, Helena Berthelsen, heilsuhjálpari
Strendur, Jørghild Eið, heilsuhjálpari Vágur, Marjun Olsen, heilsuassistent Saltnes, Mayken í Túni, heilsurøktari Toftir, Erna
Hovgård, heilsuhjálpari Tórshavn, Marjun Vilhelm, sjúkrasystur Tórshavn, Marjun Michelsen, sjúkrasystur Miðvágur, Judith
Árnastein, heilsuhjálpari Tórshavn, Alith Blåsvær, heilsuhjálpari Tórshavn, Sóley Haraldsen heilsurøktari Hoyvík, Tórbjørg
Djurhuus, sjúkrasystur Skálavík, Sunrid Berg, heilsurøktari, Skopun, Hanne-Mi á Brúgv, sjúkrasystur Hoyvík, Einar Joensen,
sjúkrasystur Klaksvík, Hildigarð Jacobsen, heilsuhjálpari Tvøroyri, Sólrun Lisberg, heilsuhjálpari Sumba og Margretha Petersen,
heilsuhjálpari Sandur
C
M
Y
K
9
8