Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 8 Sosialurin Leo Poulsen Tað hevur higartil verið rætti liga bíligt at leiga traðir frá Tórshavnar kommunu. Higartil hevur tað kosta umleið 10 oyru fermeturin í meðal at leiga traðir og um 25 oyru fermeturin fyri urtagarðsstykkir. Tær umleið 100 traðirnar liggja millum 2.000 og 20.000 fermetrar, men felags fyri tær er, at prísurin er eins fyri allar. Árliga leigugjaldið er 1.000 krónur um árið. Tær umleið 100 traðirnar hava eitt samlað øki á beint omanfyri eina millión fer­ metrar, og við einum fer­ metra prísi á 50 oyru verða leiguinntøkurnar beint om­ an fyri hálva millión. Inn­ tøkurnar frá traðarleigu eru í dag umleið 100.000 krónur. Urtagarðsstykkini eru 43 í tali og eru til víddar millum 666 og 1.059 fermetrar. Eisini her hevur leiguprísurin ver ið eins, 200 krónur fyri stykkið. Samlaða urtagarðsøkið er 36.000 fermetrar og rað gevur 18.000 krónur í inntøkum móti verandi inntøku á 8.600 krónur Nýggja leiguásetingin fer at geva kommununi eina inntøku á 520.911 krónur móti 106.600 í dag. Broytingin merkir, at leigugjaldið skal gjaldast eftir, hvussu stórar traðirnar eru. Meðalprísurin fyri leigu­ gjaldið hevur verið 10 oyru fermeturin, men nú verður mælt til, at prísurin verður ásettur til 25 oyru fermeturin frá 1. august 2012, og síðani upp á 50 oyru fermeturin frá 2015. Minka bíðilistan Hetta fer at merkja eina meirinntøku til kommununa á umleiðhálva millión. Hetta stavar frá hækkaðum leigu ­ gjaldi og hækkaðum til­ sýns gjaldi. Ásett verð ur eitt sýnsgjald fyri urta garðs­ stykki á 300 krónur, 700 krón ur fyri traðir upp til 10.000 fermetrar og 1.000 fyri traðir oman fyri 10.000 fer metrar. Kommunan hevur ein sýns mann, sum hevur árligt eftirlit ella sýn við traðum og urtagarðsstykkjum. Í um sitingini verður sagt, at sýnsmaðurin kannar eftir, at innhegningin er í lagi, og at traðin í heila tikið verður røkt. Umsitingin væntar, at ein avleiðing av hækkaða prísinum verður, at fleiri av leigarunum við stórum traðum fara at ynskja at fáa minni øki. Miðað verður eftir, at fáa traðir á umleið 4.000 fermetrar, og tá ber til hjá leigarum við traðum á 8.000 fermetrar at býta trøðna sundur í helvt. Hetta merkir so aftur, at fólk, sum í dag standa á bíðilista at fáa eina trø, sleppa framat. Á tann hátt ber samstundis til at minka um bíðilistan. Umsitingin hevur arbeitt við málinum í eina tíð, og væntandi verður málið sam­ tykt á býráðsfundinum hós­ kvøldið. Svimjihøllin í Gunda ­ dali nýggjar startskamlar STARTSKAMLAR Á býráðs­ fundinum hjá Tórs havnar kommunu hóskvøldið kemur eitt mál til viðgerðar um at keypa nýggjar start­skamlar til Svimjihøllina í Gundadali. – Í Svimjihøllini í Gundadali er tørv ur á nýggjum nútíðar hósk­ andi start­skamlum. Í hesum sambandi eru tilboð komin frá LM og Nomatek. Til boð­ ið frá LM fevnir um skamlarnar við all ari tekniskari út gerð. Til­ boðið frá Noma tek fevnir um arbeiði í sambandi við uppsetingina, m.a. stálarbeiði. Harumframt verður lagt upp fyri óvæntaðum kostnaði við 10%, og her verður serliga hugsað um møguligt múr araarbeiði, verður sagt í viðmerkingunum til uppskotið. Kostnaðurin verður tilsamans 603.750,00 krón ur. Á fíggjarætlanini 2011 eru avsettar 350.000,00 krón ur á fram flutt um íløg um. Tilboð frá LM 388.650 + mvg 25% 97.163 Tilboð frá Nomatek 50.441 + mvg 25% 12.610 548.864 Óvæntað 10% 54.886 Íløga tils. kr. 603.750 Trivnaðarstjórin og menta málaleiðarin mæla til at fíggja arbeiðið við kr. 350.000,00 av tí peningi, sum er av­ sett ur á íløgum, og kr. 253.750,00 av íløgum, sum eru avsettar til fe­ lags hølini hjá Havnar Svimjifelag. Tilsamans kr. 603.750,00. Mentamálanevndin hevur samtykt at taka undir við tilmælinum og beina málið í býráðið um fíggjarnevndina. Fíggjarnevndin hevur somuleiðis samtykt at mæla býráðnum til at taka undir við menta­ mála nevnd ini og játta 350.000 krónur av íløgu­ ætlanini fyri 2011 og 163.000 krónur av íløgum, sum eru avsettar til felagshølini hjá Havnar Svimjifelag – tilsamans 513.000 krónur. Tórshavnar kommuna eigur nógva jørð eitt nú í Havnardali, og nú skal leigan setast hálva millión upp Mynd: Álvur Haraldsen Dýrari at leiga traðir í Havn TRAÐARLEIGA Á býráðsfundinum hóskvøldið fer býráðið at viðgera eitt uppskot um at hækka leigugjaldið av traðum og urtagarðsstykkjum munandi.