Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 Sosialurin Jan Müller Føroyska oljufelagið Atlantic Petroleum hevði sín árliga aðalfund í Havn seinasta vikuskifti, har formaðurin greiddi frá farna árinum og roknskapurin varð fram­ lagdur og samtyktur. Eisini varð nevndarval. Poul Mohr og Mortan Johannesen stóðu fyri vali. Mortan ynskti ikki at halda fram og í hansara stað var uppskot at velja skotska oljumannin David McFarlaine. Aðalfundurin gjørdi av at afturvelja Poul Mohr umframt at velja David McFarlaine sum nýggj an í nevndina. Hinir nevnd ar­ limirnir eru Birgir Durhuus, Jan Evensen og Diana Leo. Væleydnað 2010 Í formansfrágreiðing síni vísti Birgir Durhuus á, at árið 2010 royndist á mangan hátt væl hjá Atlantic Petroleum. Aftaná eitt sera tungt 2009, har fokus var á at minka skuld og tryggja tey fíggjar ligu viðurskiftini hjá felagnum, hevur fokus í 2010 verið at lagt lunnar undir framtíð felagsins. Nevndarformaðurin vísti á, at sjávt um felagið eisini í 2010 hevur gjørt ábøtur á ta fíggjarligu støðuna í felagnum, eitt nú varð banka­ skuldin minkað úr 284 mió. kr við árslok 2009 niður í 162 mió. kr. við ársenda í í 2010, so hava nevnd og leiðsla í høvuðsheitum brúkt sína tíð uppá at tryggja felagnum vakstrarmøguleikar í fram­ tíðini. Sum árið fráleið gjørdust útlitini fyri AP ljósari. Hetta komst m.a. av, at serliga framleiðslan á Ettrick øktist, samstundis sum oljuprísurin byrjaða at hækka. Eftir at teir fíggjarligu karmarnir fyri felagið komu í trygga legu við lang­ tíðaravtalum um aftur gjald­ ing av skuld, hava nevnd og leiðsla brúkt tíð og orku uppá ta reellu strategisku avbjóðingina hjá Atlantic Petroleum, nevniliga at ver­ andi brunnar tømast. Høvuðsdenturin hevur tí verið lagdur á partvís at tryggja, at Atlantic Petroleum hevur fíggjarliga orku at keypa seg inn í leitisloyvi og feløg, og partvís at finna egnaðar kandidatar, ið kunnu tryggja, at AP framhaldandi kann framleiða olju, tá núverandi brunnar tømast. Viðvind Birgir Durhuus segði víðari, at arbeiði við at byggja tað fíggjarliga grundarlagið upp hevur havt nógvan viðvind av størri enn væntaðari framleiðslu, og ikki minst væl hægri søluprísi av framleiðsluni enn væntað. Nevndin hevur tó álagt leiðsluni í Atlantic Petroleum at økja kapitalgrundarlagið enn meira, tí nevndin metir, at hetta er av avgerandi týdningi fyri, at felagið av álvara kann menna seg. Tað seinasta árið og kanska serliga eftir at tey bygnaðarligu viðurskiftini komu uppá pláss við setanini av Ben Arabo sum nýggjum stjóra, hevur felagið arbeitt við at tryggja avloysarar fyri núverandi brunnar sam­ stundis sum tað hevur ment um leitisporteføljuna. Í hesum sambandi er út byggingin av Blackbird feltinum av týdningi, og sum væntandi fer at geva AP einar 700 tunnur um dagin frá byrjanini av 2012. Perth feltið skal heldur ikki undirmetast í hesum samanhangi, har AP hevur tryggjað sær 10,8%, og olja møguliga kann framleiðast frá 2013. Bora tríggjar brunnar Á leitisíðuni var Atlantic Petroleum við í 26. umfari í Bretlandi og fekk her tillutað 3 nýggj leitiloyvi, sum nú skulu búnast saman við sam­ starvsfeløgunum. Birgir Durhuus segði, at Atlantic Petroleum hev­ ur ætlanir um at bora 3 leitibrunnar í ár. Tann, sum kanska hevur størst áhuga millum føroyingar, er Brugdan Deep, har man væntandi fer at seta hol á i seinnu helvt í ár. Sjálvt um AP ikki luttekur við meira enn tí eina prosentinum, er boringin av sera stórum týdningi, tí er boringin væl­ eydnað, vil tað umframt brunnin sjálvan økja um virðið á restini av teimum føroysku leitiloyvunum, har AP hevur væl størri partar. Og nevndarformaðurin helt fram: ­Í komandi hálvári er tað okkara vón, at tað grundarbeiði, sum er gjørt fyri at vaksa um framleiðslu­ og leitiporteføljina fer at vísa seg í meiri støðugum fráboðanum til marknaðin um innkeyp og yvirtøkur. Generelt hevur tað verið ein trupulleiki hjá AP, at tað hevur verið ov langt millum fráboðaninar til marknaðin, sum tískil hevur havt ov lítið at miðja seg eftir í metanini av AP. Vónandi fer framtíðin at vera øðrvísi á hesum økinum. Birgir Durhuus takkaði partaeigarunum fyri fram­ haldandi stuðu og staðfesti, at tað hevur verið stór út­ skifting millum teir minni partaeigararnar í felagnum seinasta árið, men millum teir størri er so at siga ongin broyting hend. jan@sosialurin.fo Skotskur oljustjóri í AP nevnd Á aðalfundinum hjá At­ lantic Petroleum nú um dagarnar varð David MacFarlane valdur í nevndina. Hann er út­ búgvin bú­skapa r frøð­ ingur og góðkendur grannskoðari og hevur verið í starvi hjá Dana Petroleum síðan 2002. Hann hevur meira enn 25 ára royndir innan leiðslu og fíggjarstýring í olju­ og gassvinnuni. Í tíðarskeiðnum frá 1985 til 1993 var hann fíggjarstjóri í MOM Group, seinni gjørdist hann fíggjarstjóri fyri tvey dóttirfeløg hjá John Wood Group plc. David MacFarlane kom til Dana Petroleum frá Amerada Hess, har hann undanfarnu seks árini var fíggjarleiðari fyri tann partin av Ame­ rada Hess, sum hevði við altjóða leiti­ og fram­ leiðsluvirksemi at gera. Sermerkt fyri henda partin av Amerada Hess hesa tíðina var vøkstur og seinni munandi fram­ leiðsla í Europa, Norður Afrika og Asia. Nýggi nevndar­ limurin í Atlantic Petrol­ eum hevur fingið fleiri viðurkenningar fyri sítt arbeiði, eitt nú hesar: 2011 Bank of Scotland FD of the Year awards – Winner, Scotland FD of the year (Corporate) ICAEW, CBI & Real Business Magazine, FD’s Excellence Awards 2010 – Winner FTSE 250 FD of the Year. jan@sosialurin.fo AP: Økja framleiðslu og menna leiting -Tað er av avgerandi týdningi, skal Atlantic Petroleum av álvara menna seg, at kapitalgrundarlagið verður økt enn meira umframt at leiting fær hægri raðfesting segði Birgir Durhuus, nevndarformaður á aðalfundinum herfyri. David MacFarlane hevur drúgvar royndir frá skotsku oljuvinnuni Mynd AP Birgir Durhuus, nevndarformaður í Atlantic Petroleum Mynd Jan Müller