Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 10 Sosialurin Vilmund Jacobsen Tað var landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, sum setti fiskivinnutingið í Norður­ landahúsinum týsmorgunin. Í byrjanini av røðu síni vísti hann til sam gongu­ skjalið frá september 2008 og segði, at her er staðfest, at allar tilfeingisvinnur skulu verða lívfrøðiliga, fíggj ar liga og umhvørvisliga burð ar­ dyggar og skulu geva mest møguligt búskaparligt av­ kast. Í skjalinum verður eisini staðfest, at umráðandi er at menna samstarv og for stái lsi millum vinnu og ser frøði. Birtir og eggjar ­ Við støði í hesi staðfesting er tað mær ein gleði at standa fyri innleiðsluni til Fiski vinnutingið 2011. Hetta er fyrsta tingið av sínum slag í mong ár. Eitt fiskivinnuting sum hetta, ið birtir undir og eggjar til samstarv og opna viðgerð av ymiskum sjónar miðum, er fremsta fyri treytin fyri tillagingum, framd ar við hepnari hond, sum landsstýrismaðurin mál bar seg. Jacob Vestergaard vísti á, at eitt tað fremsta eyðkennið fyri okkara vinnu, er, at hon hvíl ir á ein grundvøll, sum er í støðugari menning. ­ Av somu orsøk mugu vit viður kenna, at dagføringar og tillagingar eru ein áhald­ andi tørvur og krav, bæði til vinnu og serfrøði og ikki minst til okkum, sum eru myndug leikin. Hann helt, at við støðugu broyt ingunum í huga eiga vit ikki at tulka neyðugar tillag­ ing ar sum sum ein trupul­ leika, men heldur sum eina sjálvsagda avbjóðing, ið vit øll møta við dirvi og dugna­ skapi. Áhaldandi tillagingar ­ Júst, áhaldandi tillagingar ha va eisini sett eyðkenni á arbeiði í hesum sam gongu­ skeiði, segði Jacob Vester­ gaard og vísti í hesum sam­ bandi nakrar av hesum tillag ing um. Í fyrsta lagi segði hann, at vernd av tilgongd og smáfiski er eitt tað mest týðandi átak­ ið í burðardyggari veiði. ­ Tískil hava vit í hesum tíðar skeiði stongt enn fleiri øki fyri at verja ungfisk, eins og Fiskiveiðieftirlitið hevur stongt so mong øki, sum helst ongantíð áður. Í øðrum lagi helt lands­ stýris maðurin, at góð gagn­ nýtsla og fonginum er sera av gerandi fyri fíggjarliga partin av virkseminum. ­ Tað var við hesum fyri eyga, at vit skipaðu svart­ kjafta kvotuna sum egin­ kvotu, legði hann aftrat. Við atliti til gagnnýtslu, segði Jacob Vestergaard, at landsstýrið hevur ásann að, at vinnan hevur so víð ar framleiðslukarmar sum til ber – uttan tó, at myndug­ leikin á nakran hátt skal leggja seg út til, hvussu fram­ leiðsl an skal skipast. ­ Tí hevur landsstýrið givið til kennar, at fram­ leiðsla úti á havinum er ein leið at ganga, og hugt verður við spenningi at nýggju roynd unum, sum nú verða gjørd ar, segði hann. Stýring av veiðitrýsti Í fjórða lagi segði lands­ stýris maðurin, at fiski vinnu­ gransking og fíggjarligur stuð ul innan hetta virkisøki leita áhaldandi eftir nýggjum møgu leikum, og hann segði, at nýtt havrannsóknarskip er fevnt av viðgerðini um lang tíð ar íløgur. Um áhaldandi til lag ing­ ar vísti lands stýris maðu­ rin í fimta lagi á, at frælsur handils skap ur eisini er ein týð andi fyri treyt. ­ Tí hevur landsstýrið mink að um krøvini til sølu av rávøru um uppboðssølu. Jacob Vestergaard segði, at eitt einfaldari býti mill­ u m vinnurekandi og ítriv er neyðugt, og tí verður skip an in innan útróður æt­ landi broytt, soleiðis at tey vinnurekandi fáa betri skip­ að virkisgrundarlag, sam­ stund is sum skipanin inn an ítrivsvirksemi verður dag­ førd. Hann helt í sjeynda lagi, at neyv stýring av veiði­ trýstinum kanska er besta dømi um áhaldandi til lag­ ing ar. ­ Landsstýrið hevur flutt djúp vatnstrolarar inn í fiski­ daga skipanina, og síðsta summ ar vórðu dagarnir hjá útróðrarbátum stillaðir rætt, sum landsstýrismaðurin tók til. Hann helt, at ein stuðuls­ frí vinna helst er ein hin fremsta fyritreytin fyri burð­ ar dyggari vinnu. ­ Inntøkutrygdin er flutt av fíggjarlógini, og er skipanin nú at sam meta við eina privata trygg ing ar­ skipan, ið vinnan sjálv fíggj­ ar. Haldgott grundarlag Landsstýrismaðurin segði, at nevndu átøk eru gjørd við til­ lag ingum fyri eyga. ­ Tað skal vera mín vón, at Fiskivinnutingið 2011 kas tar ljós á fleiri átøk og møgu­ leik ar, ið vinna, serfrøði og myndug leikar kunnu taka til sín. Jacob Vestergaard helt, at burð ar dyggleiki er ein læra, sum vit byggja land okkara á, soleiðis at vit kunnu gagn­ nýta okkara tilfeingi við hægstu úrtøku fyri eyga, sam stundis sum tilfeingið tryggj ar eftirkomarum okkara eitt haldgott grund­ ar lag. At enda nýtti lands stýris­ maðurin høvi at taka fyri­ skipar un um fyri tiltakið. vilmund@sosialurin.fo - Vit mugu viðurkenna, at dagføringar og tillagingar eru ein áhaldandi tørvur og krav, bæði til vinnu og serfrøði og ikki minst til okkum, sum eru myndugleikin, segði Jacob Vestergaard, tá hann setti Fiskivinnutingið 2011 - Vit eiga ikki at tulka neyðugar tillagingar sum sum ein trupulleika, men heldur sum eina sjálvsagda avbjóðing, segði Jacob Vestergaard Mynd: Vilmund Jacobsen - Burðardyggleiki er ein læra, sum vit byggja land okkara á, soleiðis at vit kunnu gagnnýta okkara tilfeingi við hægstu úrtøku fyri eyga, segði Jacob Vestergaard, tá hann setti Fiskivinnutingið 2011 ... ein stuðulsfrí vinna helst er ein hin fremsta fyritreytin fyri burðardyggari vinnu... JACOB VESTERGAARD Ein grundvøllur í støðugari menning