Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 Sosialurin Vilmund Jacobsen Týsdagin skipaði Havstovan fyri fiski vinnu tingi í Norðurlandahúsinum, har nógvir áhugaverdir fyri­ lestr ar vórðu hildnir. Ymiskar yvirskriftir vórðu valdar til ymisku fund ar p artarnar, men aðal yvirskriftin var um burðar dygg leika og løns emi í føroyskari fiskivinnu. Fyrrapartin vóru fleiri fyrilestrar, og tað var Vi­ berg Sørensen, formaður í Føroya Reiðarafelag, sum legði fyri. Næstur honum var formaðurin í Føroya Fisk i mannafelag, Jan Højgaard, og síðan hevði Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki, orðið. Auðun Konráðsson, formaður í Megin felag Útróðr ar felag, kom síðan, og fyri orðaskiftið, sum Helgi Jacobsen, miðlafólk, tók sær av, segði Maria Ras mus sen, stjóri í Vinnuhúsinum, eisini nøkur orð. Yvirskriftin til tað, sum hesi fimm um røddu, var: ”Hvussu verður fiskivinnan undir Føroyum burðar­ dygg og lønandi? – Hvat heldur vinnan?” Eftir kaffisteðg fyrrapartin var yvirskriftin: ”Kann fiskivinnan undir Før oy um gerast meiri burðar dygg og løn andi”. Tey, sum nú høvdu orðið, vóru: Petur Steingrund, sum umboðaði Havstovuna, Bjarni Arnason hjá P/F Nota og Mortan Johanne sen, skipari og útróðr ar­ maður gjøgnum mong ár. Eftir døgurðasteðgin var yvirskriftin: ”Hvussu kundi tað verið? Nú høvdu Herman Oskarson, stjóri á Hagstovu Føroya, Janus Petersen, fyri Felagið Peningastovnar, Eilif Gaard, stjóri á Havstovuni og Jákup Poulsen, Sp/f Inspect, orðið. Út á seinnapartin var ein yvirskrift eftir ”Við­ kom an di mál”, og tá tosaði Jóhannes Jacobsen um ”Til feingi s gjald – hvat er tað?” og Hjalmar Hansen um ”Hvussu verður í 2018?”. At enda var orðaskifti, sum Hjalti í Jákupsstovu, fyrr verandi stjóri á Havstovuni, leiddi. Meiri tilfar Sosialurin fer at endurgeva ymisk úr tí, sum sagt varð á Fiskivinnutinginum 2011, men alt kemur ikki við, tí til tess er tilfarið alt ov rúgvismikið. Í dag hava vit tað, sum Jacob Vestergaard, lands­ stýris maður í fiskivinnumálum, segði, tá hann beyð væl kom in, og vit fara eisini at endurgeva nakað av tí, sum Mortan Johannesen, útróðrarmaður, segði. vilmund@sosialurin.fo Fiskivinnu­ tingið 2011 Ikki færri enn 14 stuttir fyri­ lestr ar vórðu hildnir á Fiski­ vinnu tingi num 2011, sum var hildið í Norður landa húsi­ num týsdagin. Sosialurin fer næstu blaðdagarnar at ven­ da aftur til ymiskt av tí, sum sagt varð hendan dagin Vilmund Jacobsen Mortan Johannesen, útróðr­ ar maður, sum hevur verið á sjón um alla sína tíð, var ein av fyrilestrarhaldarunum í Norðurlandahúsinum á Fiski vinnu tinginum 2011. ­ Eg havi verið á sjónum, síðan eg var ein stórur smá­ drong ur. Í nógv ár var eg skipari, og nú í fleiri ár havi eg verið útróðrarmaður, og eg eri framvegis á Norð havi­ num, nú várróður er. Beinanvegin gjørdi Mort­ an greitt, at hetta var fyrstu ferð, at hann hevði staðið við so framkomnari tøkni uppi á sær og hevði hildið ein fyri­ lest ur. ­ Eg havi eingi diagrammir, men tosi út frá mínum roynd um á havinum hesi ár ini, legði hann aftrat. Mortan segði seg undr­ ast yvir, at so fáir politik ar­ ar vóru til steðgar í Norður­ landa húsinum og lýddu á, nú so álvarsamt mál sum okkara fiskivinna og burð­ ar dygg leiki í vinnuni eru til um røðu. ­ Eg havi skilt, at tað er løg tings fundur og ymiskir nevnd ar fundir, og tí eru so f á ir. Men hevði tað verið at far ið yvir til New York at sæð ein skúla, so høvdu hesi somu fólk ivaleyst kastað alt frá sær og farið avstað. Í síni røðu legði Mortan stóra dent á, at okkara til­ fein gi er ikki óavmarkað, og tí er sera umráðandi, at alt kann seljast og soleiðis kem­ ur til høldar. Hann helt, at ein tann størs ti trupulleikin í før­ oysk ari fiskivinnu er, at hin nýggj as ti fiskurin ikki fær hin besta prísin. Hann helt eisini, at føroyingar eins og ís lend ing­ ar og norðmenn í nógv størri mun áttu at ført fiskin heil an til lands, og síðan havt kryvj­ ar ar á landi. ­ Útróðrarfiskur, sum verð ur veiddur, blóðgaður bein an vegin og síðan slepp­ ur at bløða út í ísvatni verður hin allar besti fiskur, ið hugsast kann. Hetta gera okkara grannar, og hví kun­ nu vit ikki eisini gera hetta í Før oy um – ikki minst, nú ar­ beiðs loysi er so stórt. Mortan Johannesen segði seg hava gjørt onkrar roynd­ ir í so máta saman við Mein­ hard Jacobsen, sum var stjóri í Faroe Seafood. ­ Hetta riggaði væl, og keyp ar ar spurdu, hvar tey høvdu fingið henda edi liga fiskin, tá hann kom á mark­ naðin. Men soleiðis, sum eg ski l ti, var trupult at fáa fólk at kryvja uppi á landi. Útróðrarmaðurin segði tað vera sera hugstoytt at sígg ja 8­10 dagar gamlan fisk seld an á uppboðssølu fyri kanska einar 2­3 krónur meiri fyri kilo enn daggamlan og væl hagreiddan útróðrarfisk. ­ Tað nyttar einki, hvat útróðr ar maðurin ger við fisk in, tá hetta ikki sæst aft­ u r í prísinum. Mortan Johannesen vísit á, at um fiskurin varð kruvd­ ur í landi, kundi allur inn­ vøl in , rogn, livur og sil eisini kom ið til sættis, soleiðis at meiri fekst burtur úr hjá øllum pørtum. ­ Men hóast Føroyar eru ein fiskivinnutjóð, sum skal liva av tí, sum upp úr havinum kemur, eru vit onga leið komin enn til at brúka alt okkara tilfeingi so væl sum gjørligt. Í eini aðrari grein við Mort an Johannesen, fer Sosial ur in at venda aftur til tað, sum útróðrarmaðurin sigur um støðuna hjá toska­ stovn i num, sum hann als ikki heldur vera so góða, sum fiskifrøðingar og mong onn­ ur halda. ­ Eg haldi slett ikki, at toska stovn urin er væl fyri í løtuni, segði Mortan Johanne sen. vilmund@sosialurin.fo Daggamal fær nógv minni prís enn 8­10 dagar gamal fiskur ­ Útróðrarfiskur, sum verður veiddur, blóðgaður beinanvegin og síðan sleppur at bløða út í ísvatni verður hin allar besti fiskur, ið hugsast kann. Hetta gera okkara grannar, og hví kunnu vit ikki eisini gera hetta í Føroyum – ikki minst, nú arbeiðsloysi er so stórt Mortan Johannesen heldur tað vera sera hugstoytt at síggja 8-10 dagar gamlan fisk seldan á uppboðssølu fyri kanska einar 2-3 krónur meiri fyri kilo enn daggamlan og væl hagreiddan útróðrarfisk Mynd: Vilmund Jacobsen