mikudagur 23. mars 2011síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
12
Sosialurin
Trivnaðarkanningin
Nú frágreiðingin hjá Suna
Poulsen frá Marketminds
var løgd fram, sat eg við
eini kenslu av at hava verið
ígjøgnum alt hetta fyrr.
Arbeiðshátturin hevur verið
tann sami, niðurstøðurnar
eru í stórum eisini tær
somu, og er tað ikki so
løgið, tí roknistykkið og
roknihátturin
kunnu
illa
geva aðra niðurstøðu.
Stóra arbeiðið var síðani
at gera ta miðbýarætlan, sum
vit mettu kundi taka ímóti
hesum avbjóðingum.
Skúrur í miðbýnum
Tað er í dag umleið 4 ár síð
ani, Gunnar Nolsøe og eg
fóru undir hetta arbeið, sum
vit hava lagt nógva orku í.
Úrslitið varð lagt fram á borg
arafundinum 24. mars í fjør.
800 fólk møttu til fundin, og
varð sera væl tikið ímóti býar
ætlanini. Síðani er ikki hent
nógv.
Ein skúrur er komin at
standa í miðbýnum. Lagt
varð upp til nakað heilt
annað 24. mars í fjør. Her
hevur avgerð og ráðgeving
verið ótrúliga vánalig.
Dumpað
Marketminds
sigur
um
býráðið” Fakliga støðið í
politiska arbeiðinum er ov
lágt. Hetta er partvíst satt,
tí dømi eru um avgerðir, ið
vísa seg ólógligar, óumhugs
aðar, óhentar ella sum aldri
verða framdar fult út.” Her
er býráðið so ruddiliga dump
að. Leiðslan í umsitingini má
eisini breiða upp á seg, endur
nýggja seg sjálva ella stinga í
posan og lata dugnaligari fólki
sleppa framat. Ein kanning
liggur
goymd
onkustaðni
í býráðshúsinum, ið vísir á
hetta tað kundi verið áhuga
vert at lisið niðurstøðuna!
Seinasti pensjónisturin
sløkkir
Jógvan Skorðheim, formaður
í vakstrarbólkinum, segði
á fundinum, at nú mátti
úrslitið av kanningini kjøl
festast og at byrjast skuldi
við skúlaungdóminum, hetta
fór at taka fleiri ár.
Her eri eg ósamdur, ung
dómurin er ikki trupulleikin,
kjølfesti má fáast í býráðið
og umsitingina.
Býráðslimir ganga egnar
leiðir við lítið framskygdum
ætlanum” Vertin á hvat
annar fær, eg skal nøra at
mær” Í fylgi Norðlýsið sigur
formaðurin í havnanevndini,
Atli Justinussen, at hann
lovar, um so var, at menn blivu
samdir um at fyllast skuldi
inn ímóti grótkastinum við
Sandin, so skuldi hann syrgja
fyri, at býráðið játtaði pening
til, at hetta varð gjørt. Atli
verður kanska millum síðstu
pensjónistarnar, ið sløkkja?
Eingin megi
Citat Marketminds “Stórar
visiónir og tankar, ið vekja
íblástur, men alt ov lítla megi
til at taka avgerðir og leiðslu
ábyrgd og fremja projekt til
enda.
Hópur av dømum eru
uppá, at Klaksvík ikki vantar
hugskot, um hvussu býurin
skal mennast, men alt ov ofta
byrjar og endar handfaringin
av hesum við at gerast ein
skriviborðsætlan.”
Trivnaður og uppliving
Marketminds rósar nógvum
og stórum upplivingartiltøk
um í Klaksvík og sigur, at
hesi eiga at stuðlast. Mælt
verður eisini til meiri varandi
upplivingartiltøk.
Jógvan
Andrias Joensen hevur á
hesum øki gjørt og ger eitt
stórt arbeiði úti í Spaniu
stovu. Set hann á lønarlistan,
áðrenn ov seint er.
Besta íløgan býráðið hevur
gjørt higartil, er henda kann
ingin, ið vakstrarbólkurin
hevur umbiðið.
Nú áttu býráðslimirnir og
umsitingin at duga betur at
raðfest veruligan tørv.
Lívið er annað enn spæl,
tað er rætt, men ikki bara.
Sjálvur hevði eg ikki viljað
verið tað fyriuttan.
Mínar royndir eru, at
bestu úrslit, eg havi havt,
byrjaðu í spølni; lívið vildi
eisini verið rættiliga keðiligt
uttan!
Klaksvík ein
býur fyri øll
Eg vil her citera úr heftinum,
ið varð borið í hvørt hús í
samband við framløguna av
býarætlanini í mars mánaði
í fjør.
“Vit hava arbeitt við hesari
ætlan í trý ár ella so, og alt
byrjar við spurninginum:
Hvat skal til fyri at trívast í
Klaksvík...
Tjak, tankar, tørvur, trivn
aður, tíðarætlan og hvat
skal til, skal Klaksvík gerast
býurin fyri øll...
Vit hava sett kreativu
grýtuna út á í Dreymsóljuni,
heima hjá Archia, hjá Gunnari,
tá vit hava gingið í fjøllunum,
koyrt bil, verið í býnum, og
vent tonkum og hugskotum
við góðum fólki í Klaksvík
og aðrastaðni, tað veri seg
innan
mentan,
vinnulív,
handilslív,
fíggjarstovnar,
MBF, arkitektar, aðrar áhuga
bólkar, umframt mong, mong
onnur...
Útgangsstøðið
hevur
verið heimlig mentan og
hvat harumframt skal til, og
har vit hava spurt okkum
sjálvar og onnur, hvussu tað
er at vera kvinna, maður ella
barn í Klaksvík, tannáringur,
ungur, single, í parlagi bæði
við og uttan børn, eins og
eldri og gamal...
Hvat skal til fyri at tú sum
klaksvíkingur vilt búgva í
Klaksvík? Hvat skal til fyri
at tú flytur til Klaksvíkar?
Og hvat skal til fyri at tú
vilt hava títt handils ella
vinnuvirksemi í Klaksvík.”
Ein góð byrjan
Í fylgi verkfrøðingum er
einki bíligari enn at flyta
grót úr einum staði í annað.
Býarverkfrøðingurin
hjá
Klaksvíkar kommunu metir,
at tað kostar ½ mill. at fylla
upp á vesturarminum. Siga
vit, at hólmurin á vágni kostar
1,5 mill. og timburmarinain á
Biskupsstøð 1,5 mill., so eru
vit uppi á 3,5 mill. Hetta er
ein góð byrjan, vit fáa sera
nógv fyri lítið. Her kunnu
skapast hópin av uppliving
artiltøkum, har øll kunnu
vera við og íblásturin fær
frítt at fara, og upplivingin er
alt árið. Hetta ljóðar einfalt,
og er tað eisini.
Raðfesting
“Vit hava í ár yvir 20 mill.
til íløgur”, segði Gunnvá við
Keldu í Rás 2 týsdagin.
Tak nú við tíni leiðslu
ábyrgd og vís, at eisini tú
kanst gera mun.
Besta samfelgið er, har tú
fært realisera tíni potentiali
fólki, býi og landi at gagni.
Archibald Black
Miðbýurin, ið hvarv
Kjak
SunnudagSSkúlin
í Ebenezer er hvønn sunnudag kl. 12.00
Øll eru hjartaliga vælkomin!