Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 13

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 Sosialurin Leo Poulsen Talan er um ein rættiliga gamla lóg. – Hon kom í gildi, tá lang­ abbi mín var á døgum og tók støði í einari lóg, sum var uppaftur eldri. Størsta lítið við lógini er, at hlon manglar reglur um, at kommunur kunnu vetrarfriða, sigur Kári á Rógvi, formaður Í Sjálv­ stýrisflokkinum, sum leggur uppskotið fram á Tingi. Sum er kann kommunan bert við samráðingum fáa vetrarfriða. – Eg vil hava, at tað skal verða ein myndugleika av­ gerð, tað er fyrsta stigið. Næsti spurningurin er so, úr hvørum lumma endurgjaldið skal koma, sigur Kári á Rógvi. Hann heldur, at landið má gjalda fyri sín part. – Teir bøndir, sum eru fest arar á festum, sum hava vetrarbit, skulu kunna fáa endurgjald úr Búnaðar­ grunninum ella av festikonto fyri mista inntøku, sigur Kári á Rógvi. Hetta heldur uppskots­ still arin fer at gera tað mun ­ andi lættari hjá komm un­ unum, tí landið verður við til at gjalda við pengum, sum standa á bók í dag. – Tíbetur liggur tann al­ menna jørðin har, sum mest fólk býr, kring havnina, við Skálafjørðin, Klaksvík og aðrar fjølbygdar bygdir, og hetta fer at seta rættiliga ferð á vetrarfriðingina. Fer at gera tað bæði smidligari og lættari hjá kommununum at fremja, sigur Kári á Rógvi. Væntar undirtøku Talan er um eitt andstøðu uppskot, men tað órógvar ikki uppskotsstillaran. – Eg havi góðar vónir um at fáa uppskotið samtykt. Hetta er tað fjórða ella fimta uppskotið, sum hevur verið fyri, meðan eg havi sitið í Tinginum, og tað hevur vent ymsar vegir. Onnur tingfólk hava gjørt uppskot um at broyta hegnreglurnar, men eg haldi, at rætta staðið at fara er hagalógin, har vit hava verandi reglurnar, sigur Kári á Rógvi. Tær siga, at tann, sum hevur eina trø, kann biðja um at fáa avloyst vetrarbitið. – Tað eru tær reglurar, vit skulu víðka og so skulu vit seta fokus á, at landið hevur nógvar pengar standandi til búnaðarendamál, og hetta er fyri tað nógva búnaðarmenn hjá landinum, sum missa vetrarbitið, og teir skulu fáa eitt endurgjald fyri mista inntøku, sigur Kári á Rógvi. Hann sigur tó, at tað er ikki vist, at teir skulu hava tað fulla endurgjaldið fyri ognarvirðið á vetrarbitinum, sumofta er eitt størri tal. Tað, at verða settur í somu støðu, sum tú var í áðrenn, við at fáa hagan veltan ella líknandi. – Tað, sum hesir menninir eru áhugaðir í, er at fáa eitt endurgjald fyri ta inntøkuna, teir missa. Tað skulu teir hava, og landið hevur teir peng arnar standandi, so eg haldi, at her gongur kabalin upp, sigur Kári á Rógvi. Kommunurnar skulu hava vetrar­ friðingar rættin Kári á Rógvi vil broyta vetrarfriðingarlógina sum hann sigur er aggomul. Rætturin til vetrarfriðingar skal liggja hjá kommununum og ikki sum nú hjá eigarunum. Kári á Rógvi vil hava flutt rættin at vetrarfriða til kommunurnar Nógv minni fiskur upp á land LANDINGAR Tað kom munandi minni av fiski upp á land í januar og februar í ár í mun til somu mánaðar í fjør. Einastu fiskabólkar við framgongd, vóru havtaska, skeljadjór og rogn, sil livur Leo Poulsen Hagtølini hjá Hagstovuni yvir avreiðingar í januar og februar 2011 vísa eina stóra afturgongd í mun til avreiðingar somu mán aðar í 2010. Størstu afturgongd­ ina í prosentum síggja vit í bólkinum Onnur fiska sløg, sum er minkað við 95% úr 516 tonsum niður í 28 tons. Størstu aftur gongd­ ina í tonsum hevur ups­ in. Hann er minkaður í tonsum frá 10.214 tons í 2010 niður í 3.983 tons í ár. Tað er ein minking upp á heili 6.232 tons, og tað svarar til 61%. Frægast at halda stand er toskur, sum bert minkaði 90 tons, úr 2.376 tonsum niður í 2.286 tons, ið er ein mink­ ing á 4% Avreiðingin av hýsu minkaði rættiliga nógv eisini, úr 1.132 niður í 766 tons, ein minking á 366 tons, og tað svarar til 32%. Minkingin av bólkin­ um Annar botnfiskur (brosma og longa v.m.) er eisini stór. Avreitt varð 1.928 tons í januar og februar 2010, og tað talið er 773 tons í ár. Hetta er ein minking upp á 1.155 tons sum er ein minking á 60%. Avreitt varð av botn­ fiski tilsamans í januar og februar 2011 7.807 tons móti 15.650 tonsum somu mánaðar í fjør, ein minking á 7.843 tons svarandi til 50%. Heldur frægari var við flatfiski, har var minkingin 15%. Meiri var avreitt av havtasku í ár enn í fjør, 78 tons, svarandi til 22%. Eisini varð avreitt meiri av skeljadjórum, 1.070 tons móti 960 tonsum í fjør. Tað er ein framgongd á 110 tons svarandi til 11%, og endiliga komu meira at rognum, silum og livur upp á land báðar fyrstu mánaðirnar í ár í mun til somu mánaðar í fjør, 102 tons móti 90 tonsum, ein framgongd á 12 tons ella 13%. Samlaðu avreið ing­ ar nar fyrstu tveir mán­ aðirnar í ár í mun til somu mánaðar í fjør eru minus 47%. Hinvegin stendur fræg ari til, tá talan er um avreiðingarvirði. Tosk ur heldur sama prís, meðan øll hini botnfiskasløginihava fingið betri prís í ár, og av flatfiskinum er tað bara havtaska, sum hev­ ur ein heldur lægri prís. Meðan samlaða av­ reidda nøgdin mink aði 47%, minkaði avreið­ ing ar virðið einans 32%, skrivar Hagstovan á heim asíðu síni. Einasta fiskaslag sum vaks í avreiðingar­ nøgd, men sam stund is minkaði í avreið ingar­ virði, er havtaska