mikudagur 23. mars 2011síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
14
Sosialurin
Kjak
Gev fólkinum breyð og undir
hald. So binda tey frið.
Hetta var uppskriftin, ið
rómverskir keisarar brúktu,
tá teir einsamallir vildu varð
veita valdið í gamla Róm.
Endamálið var at flyta
fokus. Fólk skuldu ikki fáa
eyga á tað, sum gekk fyri seg
handan leiktjøldini.
Hugsanin aftanfyri var, at
tey, sum eru mett og fáa gott
undirhald, gera ikki vrøvl.
Í dag kunnu vit samanbera
við uppskriftina hjá ávísum
fjølmiðlum:
Gev hyggjarum konfliktir
og undirhald. So skapar tú
forvitni og umtalu. Og tú
fært fólk at trúgva tí, sum tú
borðreiðir við, tí tey fáa ikki
annað at síggja.
Tann óskikkiligi
ímóti tí jaliga
”Tíðindaflutningurin” í Degi
og viku gjárskvøldið kann
síggjast í hesum ljósi.
Tað ræður um at finna,
skapa ella forstørra eina kon
flikt. Og servera hana undir
haldandi. Tað gevur bonus.
Í ”tíðindunum” í Degi og
Viku gjárskvøldið var tað
Edmund Joensen, sum skuldi
vera undirhald hjá fjøldini.
Undir
yvirskriftini
”Edmund eftir Kaj Leo” og við
klassiskum
dramakendum
snildum varð pallurin settur.
Tann óskikkiligi fólkatings
maðurin ”er úti eftir” tí jaliga
løgmanninum.
Søgan gongur út uppá at
vísa, at óskikkiligi fólkatings
maðurin hevur eittans í
kvittanum: at gera lívið hjá
jaliga løgmanninum súrt.
Hetta er sokallaða ”objek
tiva
grundarlagið”
undir
”tíðindaflutninginum”.
Myndirnar verða valdar
við umhugsni. Tær skulu
jú fáast at passa inn í hetta
spennandi drama.
Sitat, klipp og samrøðu
bitar – summi eini 17 ára
gomul – verða telgd og snikk
að saman, so søgan verður
”dokumenterað”.
Og so verður lagt upp til,
at tann stóri samanbresturin
verður á fólkatingsvalinum
komandi.
Tá fáa vit úrslitið av
konfliktini – tá fáa vit endan
á teirri dramatisku søguni.
Ongin substansur
Tíverri er hesin mátin at fram
stilla politikk uppá vorðin
alt meira vanligur millum
tíðindafólk og fjølmiðlar.
Tey, sum fylgja við í
útlendskum
fjølmiðlum,
síggja, hvussu politikkur í
støðugt størri mun verður
gjørdur til konfliktir millum
persónarnar í politikkinum.
Prísurin er, at tey politisku
málini – innihaldið – verða
foreinklað og kámað burtur.
Samstundis verður konfliktin
forstørrað, spískað og gjørd
persónlig. ”Tíðindaflutning
urin” gerst persónsorienter
aður og yvirfladiskur.
Tá fjølmiðlamyllan koyrir
uppá sítt harðasta, er onki
fokus á innihaldið – bara á
formin og konfliktina.
Mær tykir, at hetta var
tað, sum merkti innslagið
og eftirfylgjandi interviewið
um mín persón í tíðinda
sendingini hjá Sjónvarpinum
gjárskvøldið.
Innihaldið er vekk – kon
fliktin stendur eftir.
Haldi meg til
sambandspolitikk
Hvat er so innihaldið, sum
– tilvitað – ikki sleppur við
í dramatisku konfliktina,
sum Sjónvarpið dyrkar gjárs
kvøldið?
Jú, tað eru tey politisku
málini, ið eg havi loyvt mær
at hava eina meining um.
Lat
okkum
taka
eitt
dømi.
Stórt trýst er á vælferðar
tænasturnar
í
Føroyum,
tí pengar mangla í lands
kassanum. Tí loyvdi eg mær
longu í 2009 at vísa á, at tað
er skilagott at ”tiðna blokkin”,
tvs. at seta prístalsviðgerðina
av Ríkisveitingini í verk aftur.
Á tann hátt kemur meira í
tann slunkna landskassan.
Hetta er sambandspoli
tikkur, sum eg síggi hann.
Landsstýrismenn
og
løgmaður høvdu eina aðra
hugsan um hetta mál, og tað
eru teir eisini vælkomnir at
hava. Tað ber tó ikki í sær, at
eg broyti politiska áskoðan
um hetta mál. Eg haldi meg
til mína sannføring og góðan
sambandspolitikk.
Eru vit atkvøðuneyt
ella politikarar?
Lat okkum taka eitt dømi frá
seinastu viku.
Tá kom eitt útspæl til
Europapolitikk frá landsstýri
num í Tingið.
Eg eri ósamdur við lands
stýrismannin í uttanlands
málum um tann politikk,
hann ætlar, at Løgtingið skal
siga gott fyri. Hann ætlar,
at Tingið skal geva sær eitt
rættiliga blankt mandat til at
gera hvat sum helst við støðu
Føroya til ES.
Uppskotið
til
Europa
politikk brýtur við tað, sum
Sambandsflokkurin
hevur
stríðst fyri í áravís og fram
vegis stríðist fyri.
Men fyri tað er onki
persónligt stríð millum meg
og landsstýrismannin – ella
við løgmann. Vit hava ymisk
politisk sjónarmið um uttan
ríkispolitikk Føroya. Djúpari
stingur tað ikki.
Tann yvirskipaði spurning
urin er: skulu politikarar
vera tigandi atkvøðuneyt, tá
framtíð Føroya skal formast?
Tað haldi eg ikki.
Politikarar skylda borgar
um at vera sjálvkritiskir og
erligir um egnan politikk.
Bert
á
tann
hátt
hava
politikarar álit í fólkinum og
trúvirði millum manna.
At fjølmiðlar síggja hetta
sum standandi persónligar
konfliktir, er spell.
Hvat býr undir?
”Journalistiska”
viðgerðin
av mínum persóni í Degi
og Viku gjárskvøldið tók
slakar 8 minuttir. Í sjónvarps
samanheingi er hetta lang tíð.
Fyrst eitt málandi dramatiskt
innslag – og so eitt langt
interview aftaná við ein "ser
frøðing".”Skurkurin”
fekk
ikki møguleika at komm
entera lemjandi kritikkin av
sær. Nei, tað hevði verið at
oyðilagt íspunnu konfliktina.
Undirhaldið hevði horvið.
”Keysin”,
sum
sjónvarps
verturin valdi at nevna hetta,
hevði dottið sundur.
Undirhaldandi karakter
morð fyri opnum skermi.
Hvat er tað, ið veruliga
man búgva undir hesum
”tíðindaflutninginum”? Hví
skal ein konflikt millum fólka
tingsmannin og løgmannin
nú trampast og manast upp
úr jørðini?
Ein
frágreiðing
kann
vera, at fólkatingsmaðurin
hevur verið so nasadjarvur
at vera kritiskur móti Kring
varpinum. Hann hevur sett
atfinnandi spurningar. Sett
spurnartekin
við
óheftni
og objektivitet í tíðinda
flutninginum.
Neyvan er tað fallið í
góða jørð, og kanska skal tað
lønast honum aftur?
Ein onnur frágreiðing er
meira óhugnalig, tí hon er
politiskt motiverað.
Kann tað hugsast, at
ein politiskur sveinur hjá
Javnaðarflokkinum vil seta
kílar í Sambandsflokkin við
einari
”saftigari
konflikt”
millum Edmund Joensen og
Kaj Leo Johannesen?
Vónandi er hetta ikki so.
Men um hetta kortini vísir
seg at vera rætt, so hevur
Kringvarp Føroya ein stóran
etiskan trupulleika at loysa.
Undirhaldandi karaktermorð í 7 min. og 41 sek
Edmund Joensen
Løgtings- og fólkatingsmaður
fyri Sambandsflokkin
Er tað so livandi galið, at ein politiskur sveinur hjá Javnaðarflokkinum – fyri at seta kílar í Sambandsflokkin – borðreiðir
við einari ”saftigari konflikt” millum Edmund Joensen og Kaj Leo Johannesen í bestu senditíð í Sjónvarpinum?
Sosialurin / KvR 34 18 00
Skiftan av rottangum
Skiftan av oljutangum
Kloakkarbeiði
Graving og planering av túni og mangt annað
Flísaarbeiði so sum harragarðsteinar
Vit átaka okkum alt
fyrifallandi arbeiði so sum...
Marknalíð 9 · FO-100 Tórshavn