Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 18 Sosialurin Oyggjablaðið Grøn­ lendskur gysari FILMUR Lagt er upp til ein góðan og gamaldags ræðu film, tá grøn lendska films felagið Tumit Pro duc tion vísir nýggj asta film sín – Qaqqat Alanngui – Skugg ar í fjall­ inum seinni í ár. Snorri Brend Tað er 33 ára gamli Malik Kleist sum hevur leikstjórnað filminum. Malik er annars kendur sum forsangari í grøn lendska kultbólkinum Chilli Friday. Seinnu árini er tíðin tó mest farin til framleiðslu av filmum í egna felagi hansara, Tumit Production. Hetta fe­ lag hevur áður framleitt væl umtókta filmin Hinnarik, sum er vístur í nógvum lond­ um. Nú roynir Malik seg við fyrsta grønlendska action­ ræðufilminum. Á lívi Filmurin snýr seg um seks ungar nýklaktar studentar sum fara í eina smáttu, ið ligg­ ur beint við fjørðin. So líðandi byrja tey at upp liva løgnar hendingar, sam stundis sum ótryggleikin breiðir seg, og brádliga kemur ein qivittoq – ein sonevndur fjallgangari ­ á gátt. Stóri spurningurin er, hvussu mong teirra koma til hús aftur á lívi. Tað gevur filmurin sítt svar uppá. Bæði royndir og nýggir leikarar eru við í filminum, sum varð innspældur eftir níggju vikum, og kostaði 2 mió krónur at gera. Fyrsta sýningin av film­ in um verður fríggjadagin 3. juni. Bygdabørnini skulu fáa betri ummæli Snorri Brend Børn av bygd og børn úr útjað­ aranum í 9. flokki skulu í framtíðini sendast á eftirskúla. Hetta skal gerast fyri at tryggja, at øll fáa møguleika at fáa sær eina útbúgving. Soleiðis verður lagt upp til í eini frágreiðing um framtíðar skúla­ skap in í Grønlandi. Og her verður ikki spart uppá krútið: Tað eru ov nógv børn og ung, sum í fólkaskúlanum ikki fáa tann neyðuga kunnleikan at kunna byrja eina útbúgving. Trupult Tað eru serliga børn frá bygdunum og útjaðaranum, sum merkja hetta: Undirvísingini í lærugreinunum danskt, enskt og støddfrøði er ikki nóg góð, verður sagt. – Ja, støðan er alt annað enn góð, verður sagt. Nú ætlar grønlendska lands­ stýrið at gera nakað álvarsamt og ítøkiligt við trupulleikan. Og her er nóg mikið at fara í holt við. Hagtølini vísa, at 70 prosent av teimum, sum fingu prógv frá einum eftirskúla í fjør, eru farin undir eina útbúgving. Sambært ætlanini “Regional Udviklingsstrategi” skal møguleiki verða fyri at stovna eftirskúlar frá 9. flokki í kommunum kring landið. Eftir ætlan verður eitt uppskot um hetta langt fyri politiska myndug leikan í heyst. Alt ov nógv bygdabørn hava ikki nóg stóran kunnleika til at kunna gjøgnumføra eina útbúgving. Men nú skal vend koma í. Fleiri kvinnur í leiðandi størv Snorri Brend Veruleikin er, at tað bert eru 25 prosent kvinnur í nevndum, meðan bert 15 prosent í leiðslunum eru kvinnur. Hetta ætlar ein nú at gera nakað við. Tí varð skipað fyri einum fundi í farnu viku, við tí endamáli at seta fokus á henda skeivleikan. “Grønland hevur snøgt sagt ikki ráð at síggja burtur frá einum so stórum parti av talentmassa, tá ein skal finna leiðarar og nevndarlimir í framtíðini”, stendur at lesa í einum skrivi frá Departementet for Sociale anliggender og CSR Greenland. Kring allan heimin verður arbeitt við hesum spurninginum, tí fólk hugsa, at tað bæði eru sam­ felagsligir og handilsligir fyrimunir við hesum. Á fundinum týsdagin var fokus sett á tey amboðini ið kvinnur hava fyri at røkka hesum máli. ARBEIÐSMARKNAÐUR Tað stendur ikki ov væl til við kvinnum í leiðandi størvum í Grønlandi. Og tá er eingin munur á almennum fyritøkum ella privatum fyritøkum. BYGDASKÚLI Grønlendsku bygdaskúlarnir skulu styrkjast, so enn fleiri ungdómar fáa eitt grundarlag at fáa sær eina útbúgving