mikudagur 23. mars 2011síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
Sosialurin
Oyggjablaðið
Juliane Henningsen og Høgni Hoydal,
Norðuratlantsbólkurin
Vit í Norðuratlantsbólkinum hava nú á 10. ári skip að
samstarv millum føroyskar og grøn lendsk ar fólka
tingslimir. Her arbeiða vit í felag við øllum málum,
ið hava týdning fyri grundleggjandi rættindini og
fólka ræðið hjá grønlendska og føroyska fólkin um.
Høvuðsmál okkara eru, at føroy ingar og grøn lend
ingar hava rættin til fult sjálvræði og hava sínar egnu
røddir í heiminum.
Flokkar okkara – Inuit Ataqatigiit og Tjóðveldi –
eru samstundis systurflokkar, ið byggja á samhalds
fasta hugsjón, og vit hava samstarvað leingi um mál
av felags týdningi. Bæði beinleiðis ímillum okkara,
umframt at vit samstarva í norður lendskum høpi, í
Útnorðurráðnum og í arktisk um samstarvi.
Í okkara samstarvi hava vit somuleiðis stremb að
eftir at knýta beinleiðis sambond mill u m føroyingar
og grønlendingar. Bæði millum føroy ingar og grøn
lendingar í Danmark – ikki minst millum tey lesandi.
Og sambond millum felags skapir, politikarar og fólk
í londunum báðum sum heild.
Grønland og Føroyar søguliga
Vit hava allar orsøkir at økja um beinleiðis sam bond
ini. Sæð úr føroyskum sjónarhorni, hevur Grønland
havt markabrótandi týdning fyri føroy ingar. Frá
1930’unum og fram til 80’ini var Grønland sera
týðandi grundarlag fyri føroyska búskapin og fyri
inn tøkuna hjá húsarhaldunum i flestu føroysku bygd
unum. Í Føroyingahavnini, á teimum mongu útróð
rar plássunum og við før oysk um skipum virkaðu
væl omanfyri 2000 føroyingar frá vári til heystar á
hvørjum ári. Og nútímans føroysk flakavinna byrjaði
í Føroyingahavnini. Neyvan finst nøkur føroysk
familja, ið ikki hevur havt samband á onkran hátt til
Grønlands.
Søguliga var beinleiðis samstarvið og sam band
ið millum føroyingar og grønlendingar tó av markað
av politiskum ávum øll hesi árini, har grøn lendingar
høvdu lítla ávirkan á egin viður skifti.
Ikki hava eins nógvir grønlendingar havt sítt
virksemi í Føroyum. Men víst er tað, at fyri før oy
ingar, ið hava verið í Grønlandi og fyri grøn lendingar,
ið hava verið í Føroyum, verða bond knýtt, ið ikki fara
burtur aftur.
Ymisk í stødd – somu avbjóðingar
Í dag ber til hjá okkum at samstarva beinleiðis og á
jøvnum føti. Hóast londini eru so ólík í stødd og vavi,
hava fólkini nógv í felag.
• Grønland og Føroyar hava somu royndir sum
samfeløg, ið skulu menna seg við grund arlagi
í havinum og livandi náttúru til feinginum.
• Bæði londini standa fyri komandi olju- ella
øðrum ráevnisvinnum og teimum búskapar
ligu, sosialu, mentanarligu og umhvørvisligu
avbjóðingunum, ið tað hevur við sær.
• Vit hava somu mentanarligu avbjóðingar við
at styrkja okkara samleika, mál og mentan í
altjóðagerðini.
• Á útbúgvingarøkinum skulu bæði lond ini
tryggja miðal og hægri útbúgvingarmøgu
leikar, og draga útbúgvið fólk heim.
• Veðurlagsbroytingar, varandi orka úr náttúru -
keldunum, nýggjar siglingarleiðir og áhuga mál
hjá stórveldum í náttúruríki døm inu m eru onnur
stórmál, ið krevja samstarv fram eftir.
Ítøkilig átøk krevjast
Seinastu árini hava vit ígjøgnum Norðuratlants
bólkin, í norðurlendskum samstarvi og ikki minst
í Út norðurráðnum, miðvíst virkað fyri at styrkja
sambondini í Útnorði millum Føroyar, Grønland og
Ísland. Tað krevur, at vit bøta um møguleikarnar fyri
beinleiðis sambandi millum fólk, vinnu, út búgvingar,
granskingar og mentanarstovnar í Út n orði. Og her
hava vit sett eina røð av upp skotum fram:
• Tað skal gerast lættari og bíligari at ferðast
ímillum londini. (Her hava tíbetur verið ávísir
batar. Eydnast tað at fáa fleiri ferða fólk,
næmingar, heilsusamstarv, vinnu lívs samstarv
o.a. millum londini, kunnu ferða møguleikarnir
betrast framyvir.)
• Longu í fólkaskúlunum eiga at vit at læra
munandi meira um samfeløgini, mentanina,
málini og søguna hvør hjá øðrum.
• Ítøkiligt samstarv millum hægri læru stovn ar,
mentanar og granskingarstovnar í lond um
okkara skal skipast – og er lutvíst byrjað.
• Vit hava skotið upp at stovnaðir verða so-
nevndir “útnorðurháskúlar”, har næmingar úr
okkara londum kunnu fara í styttri háskúla
skeið hvør hjá øðrum.
• Vit hava skotið upp, at tíðindir og send ing ar
úr londum okkara verða send regluliga hvør
hjá øðrum.
• Vit hava arbeitt leingi fyri felags altjóða
átøku til tess at betra um tilbúgving og trygd
á sjónum í Norðuratlantshavi og arktiska
økinum. Ein sáttmáli um hetta verður vænt
andi undirskrivaður í Nuuk í summar.
• Og vit hava lagt fleiri uppskot fram, ið kunnu
styrkja samstarvið millum vinnu og politisku
skipanirnar í londunum báðum – millum ann
að at skipa fyri árligum “toppfundi” millum
politisku leiðararnar í londunum.
Miðdeplar – ikki útjaðarar
Okkara visjón er, at londini í Norðuratlantshavi
standa saman um okkara felags áhugamál í einum
av heimsins ríkastu og mest áhugaverdu økjum, tá
ræður um um náttúrutilfeingi, orkumøguleikar og
mentanarligt tilfeingi. Vit skulu ikki síggja okkum
sjálv sum útjaðaraøkir, men sum miðdeplar í Norður
atlantshavi og arktiska økinum.
Skal hetta eydnast, gerst tað ikki bert við polit
iskum proklamasjónum. Beinleiðis sam band ið millum
fólk, er fortreytin.
Beinleiðis samband millum
grønlendska og føroyska fólkið
Allar orsøkir eru til, at grønlendingar og føroyingar samstarva og hava beinleiðis
samband hvør við annan. Til tess krevjast bæði visjónir og ítøkilig átøk