mikudagur 23. mars 2011síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
Sosialurin
Oyggjablaðið
dámdi mær beinanvegin bæði land
ið og fólkið.
– Tað var sera spennandi at
síggja, hvussu onnur fólk livdu.
Og Havnin hon var nógvar ferðir
minni, enn hvat hon er í dag, og tí
var tað nógv lættari at finna runt í
býnum, greiðir Martha frá.
Hon var heppin og fekk arbeiði,
og næstu fýra árini arbeiddi tann
ídna Martha, og kom tá eisini at
kenna aðrar kvinnur úr Grøn
landi sum arbeiddu her. Tað var
kortini eitt sum so líðandi kom at
merkja hana: Longsulin eftir heim
landinum. Hetta nevndi hon somu
leiðis fyri Dánjali.
– So sigur hann við meg ein
dagin: – Altso, Martha, góða. Um
tær leingist aftur til Grønland, so
haldi eg at tú skalt fara heim aftur,
greiðir hon frá.
– Men so legði hann aftrat: Kom
aftur um tvey ár.
Dugdi ikki føroyskt
Martha fór so aftur til Atammik,
men tá hon hevði verið har gekk
veruleikin upp fyri henni: Satt at
siga vóru bæði hon og heimbygdin
broytt so mikið nógv, at hon ikki
rættiliga treivst her.
– Ja, eg dugdi faktist ikki at vera
her, sigur hon álvarsom.
Í Nuuk vóru øðrvísi umstøður,
og her fekk hon aftur arbeiði tey
næstu tvey árini. Henda tíðin
gekk skjótt, her hon millum annað
arbeiddi á flakavirki og á eini mat
stovu, meðan hon visti, at Dánjal
sigldi úti í verðini.
Tey bæði royndu samstundis
at halda sambandið viðlíka, men
tað var sjálvandi ikki so lætt fyri
5060 árum síðani. So mikið glaðari
gjørdist hon, tá hon ein dagin fekk
eina hjartaliga uppringing frá
Dánjal: – Martha, eg komi til Grøn
lands eftir tær. Og so fara vit aftur
til Føroyar.
– Eg kom so til Føroyar, men
segði so við Dánjal: Jamen, eg dugi
ikki føroyskt og illa danskt. Hvat
skal eg kunna gera, um eg ikki dugi
málið?
– Eg veit ikki rættiliga, men stutt
eftir ringdi ein sum vit kendu, og
segði seg hava brúk fyri míni hjálp í
matstovuni hjá Magnusi Bærentsen,
– tað er har sum Keypsamtøkan í
bý num er í dag.
Mátti velja
Tað lá væl fyri hjá teirri arbeiðssomu
Marthu at arbeiða og finna sær
arbeiði. Tí áðrenn hon visti av,
hevði hon eisini fingið arbeiði í
mat stovuni Perluni:
Her arbeiddi hon um dagin,
með an hon um kvøldið arbeiddi á
Bacalao, har teir turkaðu fisk.
– Mær dámdi sera væl at arbeiða
í fiski, og uppá eitt tíðspunkt mátti
eg velja annað teirra. Eg kundi ikki
arbeiða longur á báðum støðum
samstundis. Eg valdi Bacalao, tí vit
tjentu so væl, ikki minst tí at vit
arbeiddu nógv yvir, um kvøldið og
um náttina.
– Seinni byrjaði eg at kílaskera,
og frá 1. juni 1966 fekk eg fast á
Bacalao.
Martha var hepnari enn sum
so, tí seinni vóru eisini boð eftir
Dánjali, sum gjørdist formaður í
saltfiskahúsinum.
– Tað var nokkso skeg, tí vit
vórðu eisini gift tá – og tá eg hevði
arbeitt á virkinum í 25 ár, hildu
vit bæði silvurbrúdleyp og 25 ára
starvs dag mín ísenn.
– Tað stuttliga var eisini, at tá
bleiv flaggað á Bacalao.
snorri@sosialurin.fo
ARBEIÐSSEMI
Martha Larsen hevur altíð verið í sving – bæði til verkligt arbeiði og tá tað snúði seg um handaligt arbeiði. – Eg dugi ikki at sita niðri og einki gera,
sigur 72 ára gamla kvinnan, sum hevur búð meginpartin av lívi sínum í Føroyum. Í bakgrundini sæst maðurin, tann 79 ára gamli Dánjal Larsen