mikudagur 23. mars 2011síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
22
Sosialurin
Oyggjablaðið
Tað er nærum ikki til at trúgva, at
Martha Larsen fer um tey 73 árini,
næstu ferð hon hevur føðingardag.
Hon er frísk og ferðug, og hevur
framvegis onkur smærri arbeiði at
gera.
– Ja, klokkan eitt í dag skal eg
faktist út at hjálpa eini konu við at
vaska, sigur hon.
Tað sá annars ikki so gott út fyri
nøkrum árum síðani. Hon var til
arbeiðis á Bacalao, tá hon brádliga
byrjaði at merkja til pínu í síðuni
– tað sum seinni skuldi vísa seg at
vera eina nýrasteinur.
– Har var bara eitt at gera: Eg
mátti frá arbeiðinum og beinleiðis
til hospitalið henda seinnapartin.
Og har bíðaði eg í næstan seks tím
ar, áðrenn eg slapp framat einum
lækna, sum síðani fekk staðfest
nýrasteinin.
– Hann gav mær boð um at eg
mátti drekka nógv vatn, og vísti
mær síðani til hvíldarheimið Naina,
har eg var ta næstu vikuna, greiðir
Martha frá.
Hon kom seg so mikið aftur, at
hon sá seg føra fyri – og var av
gjørt sinnað fyri tí at fara aftur til
arbeiðis. Men tá spurdi bæði mað
urin og dótturin um tað mundi vera
neyðugt.
– Ja, tey spurdu meg beinleiðis,
um tað var neyðugt. Um eg ikki
skuldi taka tað eitt sindur róligt
eina tíð.
– Men eg veit ikki, eg dugi ikki
annað enn at arbeiða, svaraði eg.
Eg má bara fara aftur til arbeiðis á
Bacalao.
So langt kom hon ikki, tí ein
dagin var hon farin sær ein gongu
túr í býin, og gekk fram við sjó
mans heiminum, tí sum nú eitur
Hotel Tórshavn. So kom tankin til
hana – man nakað arbeiði vera til
mín her? Hvussu man stjórin eita?
Skal eg tora at fara inn at biðja um
arbeiði?
– Eg fór so inn har, og møtti har
stjóranum, Jeffri Johannesen. Hann
bað meg skriva navn og bústað á
eitt pappír, og so skuldi hann fáa at
síggja, greiðir hon frá.
Tríggjar dagar seinni ringdi
stjórin og bjóðaði henni vælkomna
til arbeiðis. Her var hon í mong ár,
og hevur síðani havt fleiri vaski
arbeiði ymsastaðni í býnum.
– Eg veit ikki, – heilsan er
framvegis góð, hóast eg verði 73 í
september. Men eg tími framvegis
væl at arbeiða, sigur Martha Larsen
við einum brosi.
snorri@sosialurin.fo
Hvussu man stjórin eita?
Fjølbroytt virksemi
í Grunninum
Fyrstu árini var virksemið mest í
Íslandi, men einkult lán vóru eisini
veitt í Føroyum og í Grønlandi.
Kreppan, ið rakti Føroyar fyrst í
nítiárunum og afturgongdin í grøn
lendska búskapinum mitt í níti
árunum, steðgaðu tey næstu árini í
ávísan mun útláns virk seminum til
hesi bæði lond.
– Í seinnu helvt av nítiárunum
ynskti Ísland broytingar í við tøk
unum, soleiðis at Grunnurin ikki
skuldi veita lán í Íslandi. Um somu
tíð var aftur framgongd í føroysku
fiskivinnuni. Fleiri av teimum
fiska virkjum sum ikki vóru við í
Fiskavirkings loysnini vóru fíggj að
í Vestnordenfonden, vísir Sverri
Hansen, stjóri í Vestnorden grunn
inum á.
Verkevni
Í Grønlandi fór man seinast í níti
árunum undir eitt skipað átak at
fáa útbygt ferðavinnuna, og harvið
eisini gistingarhúskapacitetin. Ein
hotellgrunnur
var
stovnsettur.
Hann veitti fígging til bygging av
hotell um runt um í Grønlandi.
Vest nordenfonden luttók eisini í
hesari menning av ferðavinnuni.
Hotell ini í Uummannaq, Sisimiut
og Kulusuk vóru eisini lutvís fíggja
av Vestnordenfonden saman við
Hotellgrunninum. Vest norden fond
en helt fram at fíggja hotell eisini
í Ilulissat og í fleiri øðrum býum,
mest í Suðurgrønlandi.
Virksemið hjá Vestnordenfonden
síðani
aldarskifti
hevur
verið
meiri fjølbroytt. Í Føroyum hevur
Grunn urin veitt fígging til smærri
ídnaðarvirkir, innan ferðavinnu og
orku (vindmyllur).
Í Grønlandi hevur Grunnurin
meiri miðvíst arbeitt við fígging av
handverkarafyritøkum og tænastu
fyritøkum. Eisini innan ferða
vinn una hava verið útbyggingar.
Handverkarafyritøkurnar,
ið
Grunn urin hevur fíggjað er í
størru býunum, t.v.s. Nuuk, Sisi
miut, Ilulissat og Qaqortoq, með an
hotellini eru spjadd runt í Grøn
landi, úr Kulusuk, Nanortalik og
upp til Uummannaq.
Vestnordenfonden hevur havt
mest sum alt sítt fæ útlænt til
verkevnir. Tað hevur so havt við
sær at útlánsvirksemið hevur verið
avmarkað seinnu árini. Grunnurin
arbeiðir framhaldandi við luttøku í
fígging av einum meiri fjøltáttaðum
vinnulívi í Útnorði. Eitt mál, ið ar
beitt verður við er at fíggja vinnu
fyritøkur í Grønlandi, og sum
hava lærlingar. Málið er umframt
eina vinnumenning, eisini ein før
leikamenning av grønlendska ung
dóminum.
GRUNNUR Vestnordenfonden – Menningargrunnur Útnorðurs - varð stovnaður seinast í áttatiárunum.
Tað vóru øll Norðurland – eisini Føroyar og Grønland sum stovnaðu Grunnin. Endamálið var at Grunnurin
skuldi vera við at menna eitt kappingarført vinnulív í Útnorði. Stovnsfæið var umleið 91 MDKR.
FÍGGING
Útnorðurgrunnurin arbeiðir við at
fíggja vinnufyritøkur í Grønlandi
og sum hava lærlingar. – Ynski
er at skapa eitt meiri fjøltáttað
vinnulív her, sigur Sverri Hansen,
stjóri í Vestnorden grunninum
BACALAO
Tað er virkiliga synd í teimum sum mistu arbeiðið sítt á Bacalao. Eg møti teimum oftani, og tá vit práta
saman siga tey seg øll vera sera kedd um støðuna, sigur Martha Larsen, sum her er avmyndað við tí gamla
Bacalao í baksýni. – Summi teirra hava tíbetur fingið arbeiði aftur, men eg veit ikki um øll hava fingið