Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 24 Sosialurin Oyggjablaðið Heimsins harðasta skíð­ renning í 20 minusstigum Snorri Brend “Heimsins harðasta skíðrenning”. Soleiðis verður hetta serstaka upplivilsið í grønlendsku náttúruni “Arctic Circle Race” umrøtt. - Øll ið koma á mál hava vunnið, - um ikki annað á sær sjálvum, verður tikið til. Henda skíðrenningin er vorðin tann avgjørda avbjóðingin hjá teim- um, ið longu hava roynt øll heimsins skíð-marathon og fram vegis hava hug at royna okkurt nýtt. Matgerð Talan er veruliga um eina stóra avbjóðing fyri tey hundraðtals fólkini, ið hvørt ár leggja leiðina til Sisimiut. Hitin – ella kuldin – kann koma heilt niður á minus 20 stig, og bratt- arnir eru krevjandi. Landslagið fer heilt upp í 2500 metrar á tein inum. Tvær nætur sova luttakararnir í smáum tjøldum á einum frystum vatni millum fjøllini, eftir at tey sjálv hava matgjørt sín egna nátt- urða. Omanfyri 100 skíðrennarar lut- taka í hesum renninum á hvørjum ári. Í ár verður lagt til brots 8. Apríl og er hetta 15. ferðin at startskotið ljóðar. Aftanfyri tiltakið stenda fólkini í Arctic Circle Race, sum taka ábyrgd av trygdini hjá tí einstaka undir allari ferðini. Fjarstøðan er 160 kilometrar og teinurin er tvørtur um heyggjar og dalar í samfullar tríggjar dagar. Hinvegin er landslagið ótrúliga vakurt, og tað er uttan iva orsøkin til at fólk úr øllum heiminum leggja leiðina til grønlendska býin Sisimiut í apríl mánaði. Bíligar flogferðir millum Nuuk og Kastrup Snorri Brend Ætlanin er at lækka prísirnar mill- um 10 og 30 prosent á øllum sløgum av ferðaseðlum. Við hesum ætlar flogfelagið at signalera tann veruleika, at tey taka kappingina í álvara og gleða seg samstundis um, at henda nú verður viðskiftafólkunum at gagni. – Air Greenland hevur í fleiri ár arbeitt fyri at kunna lækka prís- irnar, heldur enn at hava stokkutar prískampanjur ella avsláttur til ávísar bólkar. – Við hesi lækkingini ynskja vit at geva øllum ferðafólkum á hesi rutuni lut í okkara bíligu ferða- seðlum, sigur Michael Binzner, stjóri í flogfelagnum við grønlendska kring varpið. Bert útlandið Fyribils er henda lækkingin einans vend ímóti farleiðini millum Nuuk og Keypmannahavn, hóast fólk í grønlendska útjaðaranum helst eisini høvdu ynskt sær lut í hesum. Hetta eru tey í leiðsluni í Air Greeland fult greið um: – Vit vildu sjálvandi fegin kunn- að bjóðað bíligar ferðir til allar kundar okkara. Men í fyrsta umfari verður tað bert gjørt her, ið tann veruliga kappingin er, sigur Michael Binzner. At tað nú ber til at lækka prís- irnar, kemur einamest av, at felagið hevur framt sparingar tey seinastu árini. Grønlendska flogfelagið er m.a. farið undir eina tilgongd við at skift flotan út, nýggjum lønarsáttmálum og eina langsiktaða ætlan um effek- tiviseringar. Grønlendska flogfelagið Air Greenland lækkar prísirnar á øllum fráferðum sínum millum høvuðsstaðarnar báðar. – Hetta verður gjørt, fyri at kunnu standa okkum í kappingini um ferðafólkini, sigur flogfelagið. HART Tað krevur sín ”mann” at luttaka í heimsins harðastu skíðrenning, men fleiri taka kortini gleðiliga við hesi avbjóðingi Dreymarnir gerast veruleiki FERÐAVINNA Nógvir møgu leik­ ar eru fyri góðum og spennandi upp livingum í grøn lendsku náttúr uni. Snorri Brend Hevur tú hug til ein krevjandi og langan upplivingartúr í Eysturgrønlandi? Ein túr á sleðu í Sisimiut ella ein siglitúr í Ilulisaat? Eitt róligt vikuskifti í Kanger lussuaq, ella eina summarferiu í Suður grøn- landi, har tú fært at sanna, hví landið ber hetta navnið? Hetta eru bert nøkur av teimum mongu tilboðunum, sum grønlendska ferða- vinn an hevur at bjóða teim vitjandi. - Vit siga tað so, at tað trupl asta hjá tí vitjandi er at velja millum tilboðini. Men her kunnu vit hjálpa teimum, siga tey hjá ferða- vinnuskrivstovuni Nordic Adventure í Grønlandi. Tilboð Millum onnur tilboð hjá teim- um eru hesi: ■ Ferðast í nánd av brotnandi ísfjalli ■ Klatra á ísfjøllum í Mið-, Suður- ella Eysturgrønlandi ■ Vitja smábygdir, búgva í privatum grønlendskum heimum og uppliva mentanina heilt tætt ■ Spæla ísgolf í Uummannaq ■ Vitja garðin hjá Eiriki Reyða ■ Baða í keldum sum hava 36 hitastig, umgyrd av kava og ísfjøllum ■ Kava niður á ein hvalakirkjugarð og síggja tann ótrúliga gróðurin í íshavsins djúpum ■ Búgva á íshotelli i Kangerlussuaq ■ Búgva í iglo í Ilulissat ■ Fara á hávaveiðu ella fiska ■ Á hvalasafari ■ Gongutúr á ógranskaðum ■ Í tyrlu yvir Innlandsísin