Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 Sosialurin Oyggjablaðið Grønland nærkast oljuvinnuni Jan Müller Hóast ymisk til støddar, so líkjast Grønland og Føroyar í mangar mátar. Fólkatalið er nærum tað sama, og fiskur er framvegis høv­ uðsvinnan. Bæði londini royna at menna ferðavinnuna. Tá ræður um nýggjar vinnur í framtíðini, so eru londini eisini sera meinlík. Í báðum londum verður leitað eftir kolvetnum í undir­ grundini. Í Føroyum eru boraðir sjey brunnar, í Grønlandi átta, og kol­ vetni eru staðfest í bæðum lond­ um. Í hesum árinum verða brunn­ ar boraðir bæði í Føroyum og Grønlandi. Tískil er møguleiki fyri, at báðar tjóðirnar gerast oljulond í hesum árinum, t.v.s. finna keldur við rakst­ rarverdugum nøgdum av olju ella gassi. Tað kunnu eisini ganga mong ár aftrat, áðrenn nakað verður funn ið. Og loksins kann eisini henda, at als einki verður funnið. Varni Kortini eru útlitini góð og meta jarðfrøðingar, at olja og gass eru bæði í føroysku og grønlendsku undirgrundini. Hyggja vit eftir gongdini í granna­ londunum, so vórðu nógvir brunnar boraðir, áðrenn rakt varð við. Grønlendingar eru sum heild jaligir mótvegis eini framtíðar oljuvinnu. Hinvegin eru teir sera varnir og tosa um at halda høvdið kalt og hava ís í búkinum. Grønlendski landshøvdingin, Kuupik Kleist er skilagóður og leypir ikki framav, tá hann um­ røður eina møguliga framtíðar olju vinnu. Hann sigur, at Grønland skal taka tað besta frá royndunum hjá øðrum oljutjóðum, og leggur hann alstóran dent á spurningin um at varðveita eitt reint umhvørvi – eisini eftir at oljan er funnin. Jaligt Oljuleiting byrjaði í Grønlandi fyri skjótt 40 árum síðani. Ikki fyrr enn í fjør var verulig ferð sett á leitingina, tá fleiri nýggj leitiloyvi vórðu latin út­ lendsk um oljufeløgum. Meðan und angongufelagið í Føroyum er norskt, so eru tað skotar, sum ganga fremstir, tá tað um grønlendsku oljuna ræður. Cairn Energy hevur tikið dyk á seg og boraði í fjør 2­3 brunnar og staðfesti tá eisini, at tað hevði rakt við bæði olju og gass, tó ikki í stórum nøgdum. Men so jaligt sær út, at felagið í ár fer at bora ikki færri enn fýra brunnar. Framtíðin Tá Sosialurin vitjaði í Grønlandi í fjør fór nýggjasta útbjóðingin av bakkastokki. Kenslan var, at Grønland eigur stórar nøgdir av olju og gassi í undirgrundini. Hóast vanligi grønlendingurin ikki ger sær so nógvar tankar um eina veruliga oljuframtíð, so verður oljuleitingin høgt raðfest í politisku skipanini, tó at tað alla tíðina verður lagdur dentur á at hava bæði beinini trygt á jørðini. Grønlendingar ætla sær ikki bara at satsa uppá oljuna sum framtíðar vinnugrein. Eisini al­ skyns virðismikil mineralir finnast í grønlendsku fjøllunum, og troyt­ an av hesum er eisini partur av framtíðar vinnupolitikkinum. Og síðani er tað ferðavinnan, sum Grønland eisini raðfestur høgt. Samanumtikið tykist Grønland at ganga eini jaligari framtíð á møti, tá tað ræður um at menna vinnulívið. Tó at tað eisini eru bogar og sker, eitt nú er mangul uppá útbúgvin fólk og tørvur er á at útbyggja undirstøðukervið. Grønland gongur eini spenn­ andi framtíð á møti við bæði av­ bjóðingum og møguleikum. Oljan er bara ein partur av hesum. jan@sosialurin.fo Vinna Grønland gongur eini spennandi framtíð á møti við bæði avbjóðingum og møguleikum. Oljan er bara ein partur av hesum. SPEnTUR Grønlendski oljumálaráðharrin, Karl Ove Berthelsen er spentur uppá eina oljuframtíð og vónar hann, at eisini føroyingar fara at finna olju. Mynd: Jan Müller Útnorður- konsert við Rasmusi og Hanusi Í dag Norðurlandadagin verður forkunnug útnorðurkonsert í Norðurlandahúsinum við tveim um av mætastu sangarum í út norði, grønlendska Rasmus Lyberth og føroyska Hanus G. Johansen Kendi grønlendski sangarin, sangskrivarin og sjónleikarin Rasmus Lyberth fer nú, saman við guittarleikaranum Michael Hansen at halda eina konsert í Norðurlandahúsinum í kvøld, 23. mars kl. 20. Við á kon sert ini verður eisini Hanus G. Jo han­ sen. Tað er Norrøna Felagið í Før­ oyum, sum hevur fingið Rasmus Lybert til Føroya, og sum skipar fyri konsertini i tøttum samstarvi við Norðurlandahúsið. 60 ár 23. mars er Norðurlandadagur, og Norrøna Felagið í Føroyum heldur í hesum sambandi sín árliga aðalfund í Norður landa­ húsinum. Eftir sum tað í ár eru 60 ár síðan Norrøna Felagið varð stovn að, valdi nevndin at gera nakað serligt burtur úr Norður­ landadegnum í ár, og bjóðaði Rasmus Lybert at koma og seta dám á dagin við eini konsert saman við føroyska Hanus G. Johansen eftir aðalfundin. Um Rasmus Lyberth Rasmus Lyberth, sum fyllir 60 ár í summar, er tann grønlendingur, sum hevur megnað at koma longst við sínum tónleiki. Í fleiri áratíggju hevur hann verið ímyndin av grønlendskum sangi og tónlist kring stóran part av heiminum. Tað er øðrvísi og serligt at hoyra Rasmus Lyberth syngja sínar sermerktu grønlendsku sangir. Rødd hansara hevur ein heilt serligan dám og tónleikur hansara er forkunnugur og kann tykjast fremmandur fyri vesturlendingar. Rasmus Lybert greiðir frá um sínar sangir við hita og fynd. Nakrir av sangum hansara taka støði í sosialum viðurskiftum, nakrir eru skaptir úr smá­ um hjartanemandi gerandis­ hend ingum og aðrir eru ljóð­ myndir av stórbæru og vøkru grøn lendsku náttúruni. Hóast tekstirnir eru á grønlendskum, so megnar Rasmus við rødd og nærveru síni at náa áhoyrarunum so øll fáa okkurt við sær.