Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 26

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 26 Sosialurin Oyggjablaðið Viðbrekin toska­ stovnur krevur serlig átøk FISKIVINNA Grønlendski toska fiski skap ­ urin er bert grund að ur á ein ein stak­ an árgang. Snorri Brend Tað er ein stórur spurningur, hvussu nógvur toskur verður eftir í grønlendskum farvatni, tá toskurin frá 2005-árganginum er fiskaður upp. Hesin spádómur hevur skapt stúran hjá fólki innan fiskivinnuna, tí eingin veit hvat fer at henda, tá hesin toskurin fer at hvørva. - Støðan er nevniliga hon, at eingin nýggjur árgangur í somu stødd, er komin síðani, verður sagt. Tekin eru ikki um, at nýggir árgangir av toski eru ávegis. Hetta førir aftur við sær, at toskafiskiskapurin á nærleiðunum er grundaður á eitt sera veikt grundarlag, tí talan í roynd og veru bert er um ein einstakan árgang. - Ein framhaldandi fiski- skapur verður tí treytaður av at fleiri stórir árgangir koma, og sum kunnu avloysa teir eldru, sohvørt sum teir hvørva úr fiskiskapinum, sigur Ane Hansen, umboðandi fiskivinnuna í grønlendska landsstýrinum. Í løtuni verða gjørdar kann ingar innanskers í nánd av Sisimiut, Nuuk og Qaaqrtoq. Hesar skulu stað- festa, um ungfiskur finst her og sum kann verða grundarlagið undir fram- haldandi fiskiskapi komandi árini. Grønland tiðnar Snorri Brend Innlandsísurin tiðnar skjótari enn allar forsøgnir hava sagt. Alheims upphitingin við hækk- andi hita, hevur ført til at sumrini byrja fyrri og ísurin tiðnar skjótt kring alt Grønland. Hesar upplýsingar hevur NASA savnað saman frá veður fylgi svein- um. Hesir fylgisveinar máta smáar nøgdir av mikrubylgjur, ið koma frá ísi og vatni. Ein onnur avleiðing av hesum er, at grønledsku sumrini hava vart í 60 dagar longur, enn miðaltalið seinastu 30 árini. Steðgar Tað eru tó ikki allir granskarar ið eru eins dapurtskygdir um inn- landsísin. Hesir vísa á, at tey heitu sumrini kortini ikki fáa ísin at ferðast skjótari ímóti havinum. – Nei, sigur professarin, Andrews Shepherd frá University of Leeds. – Grønlendski innlandsísurin er tryggari enn vit áður hava hildið. Hansara fólk komu fram til, at størri nøgdir av távatni skapa ser- stakar kanalir undir ísinum, sum síðani leiða vatnið burtur. Hetta hevur aftur havt ta av- leið ing at glíðingin verður bremsað á einum ávísum støði. NASA hevur nú prógvað, at grønlendski ískappin tiðnar skjótari enn mett. Tiðningin var størst í 2010. LEIKIR Grønlendingar hava góðar vónir um heiðursmerki, hóast fimm ár eru til teir skulu skipa fyri arktisku leikunum í 2016 ÍSUR Ymiskar útsagnir um støðuna við grønlendska innlandsísinum. Flestu serfrøðingar eru tó samdir um, at hann tiðnar skjótari enn gott er Snorri Brend Hóast fimm ár eru til leikirnar, eru fyrireikingarnar langt síð­ ani farnar í gongd. Millum tey ið fara at geva sítt íkast til leikirnar er fe­ lags skapurin Grønlands Skole­ idræt. – Vit ynskja at fáa fleiri dugna ligar næmingar at gera meiri við ítróttin tey kom andi árini, verður sagt úr felags­ skapinum. Vónin er, at grønlendingar við hesum átaki fara at fáa upp­ aftur fleiri heiðurstekin í 2016. Dugnalig Arctic Winter Games verður størsta einstaka ítróttartiltakið nakrantíð í Grønlandi. – Vit ynskja at fara undir eina verkætlan, sum skal miða eftir at fáa fatur á dugnaligum næmingum, sum vilja gera ein eyka innsats, sigur leiðarin í felagsskapinum, Kim Godt fred­ sen. Ætlanin er at fáa uppaftur fleiri heiðursmerki til Grønland hesar dagarnar undir AWG 2016. Arktisku leikirnir verða skip­ aðir annaðhvørt ár. Komandi ár verða teir í Canada og í 2014 í Alaska, og altso í Nuuk í 2016. Undir teimum 21. leikunum í Canada í 2010, endaði Grønland á einum 6. plássi við 49 heið urs­ kerjum ­ 18 gull, 16 silvur og 15 bronsu. Hetta var langt frá góða úrslitinum hjá Alaska, sum fekk íalt 251 heiðursmerki. ÍTRÓTTUR Nuuk skal skipa fyri Arctic Winter Games 2016. Vónin er, at fleiri heiðursmerki verða verandi í Grønlandi. Vænta fleiri heiðurs­ merki í 2016 Fakta: AWG Arctic Winter Games er eitt ítróttar- og mentunartiltak fyri ungdóm úr arktiska økinum. Leikirnir verða hildnir annaðhvørtár, og verða hildnir 21. ferð í Grande Prairie í Canada komandi ár. Í 1970 luttóku 500 ítróttarfólk, meðan omanfyri 2000 taka lut nú. Í fjør luttóku ítróttarfólk úr 9 økjum, teirra millum Grønland og Samaland.