mikudagur 23. mars 2011síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
28
Sosialurin
Henry Mellemgaard
Tað hevur ljóðað, at eigarar av
partabrøvum,
útvegað
fyri
16.
november 2001, møguliga kunnu
fáa pening úr feløgum skattafrítt.
Myndugleikarnir hava víst hesum
aftur og sagt, at lógin er trygg
og at fylgt verður við gongdini á
skattaøkinum, og at Taks hevur
reist nøkur mál móti borgarum um
kapitalvinningsskatt. Í mai 2010 kom
frágreiðing frá Taks um úrslit av
eftirlitsarbeiði í samband við kapit
alvinningsskattalógina, men okkurt
bendir á, at kanningin ikki hevur
snúð seg um skatting av vinningi við
sølu av gomlum partabrøvum. Tað
eru fá, sum hava fingist við evnið,
men her skal ein roynd verða gjørd
at lýsa skattareglurnar viðvíkjandi
gomlum partabrøvum. Viðmerkjast
skal, at evnið er rúgvismikið og
umfatandi, og tí verða bert partar
av lógini viðgjørdir. Greitt verður frá
meginreglunum um skatting av parta
brøvum eftir gomlu lógini frá 1986 og
nýggju lógini frá desember 2001, og
hvørjar avleiðingar hetta kann hava
fyri samfelagið.
Skatting av
partabrøvum
Øll eru samd um, at vinnan skal hava
góðar karmar at virka undir, og her
gongur tað almenna ofta undan við
m. a. at hava serreglur á skattaøkinum
við tí endamáli, at betra um møguleik
arnar hjá feløgunum at geva avlop til
íløgur og konsolidering, samstundis
sum hetta skal gera tað áhugavert hjá
borgarunum at verða vinnurekandi.
Reglurnar um lagaliga skatting eru
einans galdandi, meðan peningurin
er í umfari í sjálvari vinnuni, men so
skjótt virði verða flutt til partaeigaran
(privatisferuna), skal avgjald/skattur
rindast. Harvið fær samfelagið skatta
kredittin aftur, sum veittur er feløgun
um gjøgnum árini.
Eingin uppgerð er fyri, hvussu
nógvan pening, landskassin hevur
útistandandi í partafeløgum á henda
hátt, men givið er, at vit tosa um
rættiliga stórar upphæddir.
Hetta við lágum partafelagsskatti
minnir um skipanina við eftirlønar
tryggingum, har borgarin fær skatt
ligan frádrátt fyri inngjøldini her og
nú, men tá pengarnir verða goldnir út
við eftirlønaraldur, skal skattur ella
avgjald rindast til landskassan.
Ójavnt er, hvussu londini skatta
kapitalvinning, men flestu, sum
vit vanliga samanbera okkum við,
hava sum mál, at samlaða skatt
ingin av partabrævavinningi skal
verða á hædd við skattingina av
lønarinntøku, og hetta hevur eisini
verið galdandi í Føroyum.
Partafelagsskatturin hevur verið
skiftandi og hevur seinnu árini ligið
um 18% og vinningsbýtisskatturin
35%. Við hesum verður effektiva skatt
ingin av útlutanum 46,7% ella ájavnt
skattingini av løntakararum. Sí talvu
Skattin av partabræva
vinningi eftir gomul
skattalógini
Í gomlu lógini um skatting av virðisbrøv
um, sum var galdandi árini 19862001,
vóru tríggir hættir hjá høvuðsparta
eigarum at fáa pening úr feløgum:
• fáa sær løn
• gjalda út vinningsbýti
• selja partabrøv
Um partaeigari fekk løn úr felagn
um, so varð upphæddin skattað sum
vanlig lønarinntøka, meðan vinnings
býti varð skattað við einum avgjaldi
upp á 35%. Vinningur við sølu av
partabrøvum varð roknaður upp í
vanligu skattskyldugu inntøku, men
um partaeigari hevði átt partabrøvini
í meira enn 10 ár, varð vinningurin
skattafríur.
Gamla lógin var einføld, tá talan
var
um
vinningsbýtisskatt,
og
almenna fatanin er, at lógin livdi upp
til málsetningin, at løntakarar og
partabrævaeigarar vóru nøkulunda
eins skattaðir.
Hetta var partvíst eisini galdandi
fyri sølu av partabrøvum eldri enn 10
ár, hóast lógin segði, at vinningurin
var skattafríur. Orsøkin til hetta
er, at keyparin skuldi ogna sær
partabrøvini úr egnum lumma ella
við at taka lán, sum skuldi gjaldast
aftur við pengum, ið vóru skattaðir
ca. 50%, og tí kundi tað verða trupult
at taka yvir væl konsoliderað felag.
Her er dømi, sum kann lýsa hetta
betur. P/F A hevur bókað aktiv fyri
20 mió. kr., innistandandi 24 mió. kr.,
partapeningur 1 mió. kr., uppspart
avlop gjøgnum árini 41 mió. kr. og
skuld 2 mió. kr.
Um
keyparin
yvirtók
parta
brøvini, so átti hann sum útgangs
punkt at keypt tey fyri áljóðandi
eginogn, tvs. 42 mió. kr., men av tí at
tað hvíldi skattur á partabrøvunum
upp á 35%, hevði keyparin ynski
um, at kostnaðurin lækkaði 14,35
mió. kr. (eingin skattur skuldi rind
ast av partapeninginum, og tí
verður skattaupphæddin 35% av
41 mió. kr.). Í síðsta enda var tað ein
samráðingarspurningur, hvussu nógv
rindast skuldi fyri partabrøvini, men
alt annað líka, hevði kostnaðurin ligið
millum 42 mió. kr. og 27 mió. kr.
Keyparin hevði eisini møguleika
at avgreiða handilin við at stovna
partafelag, sum skuldi eiga parta
brøvini (holdingfelag), men av tí at
partafeløg skuldu gjalda vinnings
býtiskatt,
vóru
eingir
skattligir
fyrimunir í hesum, og tí var hetta
við holdingfeløgum so at siga ókent
fyribrigdi undir gomlu lógini.
Í nevnda dømi varð keyparin
noyddur at útvega millum 27 og
42 mió. kr. í fígging fyri at kunna
yvirtaka felagið. Um keyparin ikki
hevði tøkan pening til endamálið,
so kundi hann taka upp lán. Árliga
gjaldið á annuitetsláni upp á 30
mió. kr. við 6% í rentu og 20 ára
afturgjaldstíð er 2,6 mió. kr. Keyparin
skuldi sostatt heva sær løn, sum er
omanfyri 5 mió. kr. bara fyri at rinda
lánið aftur.
Av tí at tað í nevnda dømi kundi
verða ov møtimikið hjá keypara at
útvega fígging, varð seljarin ofta
noyddur at niðurkapitalisera felagið
við at taka sær vinningsbýti, so at
eginognin svaraði til eina upphædd,
sum keyparin megnaði at rinda. Sí
dømi 1
Um keyparin ikki hevði ráð at yvirtaka
P/F A fyri bókaðu eginogn á 42 mió. kr.,
men bert megnaði at útvega 20 mió.
kr. í fígging, varð seljarin noyddur at
niðurskriva partapeningin í felagnum
við 22 mió. kr. og harvið rinda 7,7 mió.
kr. í skatti til landskassan (avgjaldið
er 35%).
Keyparin kundi eisini yvirtaka
sjálv vinnutólini, og seta tey í eitt
nýtt partafelag, sum hann stovnaði
til endamálið. Gamla partafelagið
hevði so bert kontantan pening og
møguliga eina skattarokning í sam
band við avhendingina av rakstrar
gøgnum v. m. Gamli partaeigarin
kundi so fara undir nýtt virksemi
ella heva peningin út sum løn ella
vinningsbýti. Í døminum niðanfyri
er endaliga útlutanin 42 mió. kr. og
avgjaldið 35% svarandi til 14,3 mió.
kr., ið skal rindast til landskassan
(skattur verður ikki goldið av parta
peningi). Sí dømi 2
Á henda hátt tryggjaði landið sær,
at kapitalinntøka og lønarinntøka
vórðu nærum eins skattað, og skatta
kreditturin (lánið), ið felagið hevði
fingið frá landinum gjøgnum árini,
varð rindaður aftur til samfelagið.
Dømið omanfyri vísir, at áset
ingin í gomlu lógini um, at vinningur
við sølu av partabrøvum eldri enn
10 ár var skattafríur, skal takast við
ávísum fyrivarni.
Nýggja lógin um skatting
av partabrøvum (kapita
lvinningsskattalógin)
Gamla lógin um skatting av virðis
brøvum varð vorðin stirvin og
ótíðarhóskandi. Millum annað var
trupult at umskipa feløg, so hvørt
sum vinnufortreytirnar broyttust
eitt nú í samband við ættarliðskifti,
og tí var farið undir at gera nýggja
lóg á økinum, og í desember 2001 varð
gamla lógin frá 1986 so avloyst av
kapitalvinningsskattalógini. Nýggja
lógin fevnir um skatting av virðis
brøvum, vinningsbýti og rentu og
tykist á mangan hátt at vera einføld
og greið og meira tíðarhóskandi enn
undanfarna.
Í lógini eru serligar reglur fyri
partabrøv, sum eru útvegað fyri
16. november 2001, og røddir hava
verið frammi um, at møguliga eru
veikleikar í reglunum, sum viðvíkja
hesum partinum av lógini. Ført hevur
m. a. verið fram, at okkurt bendir á, at
eigarar av partabrøvum útvegað fyri
16. november 2001, kunnu kanalisera
pening út feløgunum uttan at gjalda
vinningsbýtisskatt. Her skal ein
roynd verða gjørd at vísa, hvussu
verandi skattareglur eru, tá partaeig
arar fáa pening frá feløgum við
útlutan av vinningsbýti
útgjald í samband við likvida
tión av partafelag
útgjald í samband við sølu av
partabrøvum til holdingfelag
útgjald í samband við niður
skriving av partapeningi
Viðmerkjast skal, at evnið er um
fatandi, og tí verða bert partar av
málinum viðgjørdir her.
Útlutan av vinningsbýti
Partaeigarar kunnu heva pening úr
feløgum við at gjalda út vinnings
býti. Hetta er mest vanligi háttur at
fáa sær pening úr feløgum, um vit
síggja burtur frá lønum. Vinningsbýti
verður skattað 35%. Sí dømi 3
Um partaeigari hevar 1 mió. kr. sum
vinningsbýti, skulu kr. 350.000 rindast
í skatti til landskassan, og sostatt fær
partaeigarin kr. 650.000 netto.
Partafelagsskatturin er 18% og
saman við skattinum upp á 35%,
er samlaða skattingin av vinnings
býtinum 46,7%, sum er áleið tað sama,
ið vanligur lønmóttakari rindar í
persónsskatti.
Um tað hinvegin er eitt parta
felag, sum fær vinningsbýti frá
øðrum felag, so skal eingin skattur
rindast. Frítøkan kom í lógina í 2006.
Hetta er helst orsøkin til, at hóast
munandi upphæddir verða goldnar í
vinningsbýti, so verður lutfalsliga lítil
upphædd rindað til landskassan.
Útgjald í samband við
likvidatión av partafelag
Partaeigarar kunnu eisini velja at
likvidera felagið og síðani rinda
peningin til eigararnar. Áður hava
likvidatiónir verið skattaðar eins og
vinningsbýti, men 20. desember 2002
kom ein regla í skattalógina, sum
sigur, at “útlutanir í tí inntøkuári,
tá eitt felag verður endaliga avtikið,
verða viðgjørdar eftir ásetingunum
um sølu og aðra avhending” (§ 1 stk.
3). Hetta merkir, at um partabrøvini
eru eldri enn 16. november 2001, so
kunnu parteigarar likvidera feløgini
og heva pening út skattafrítt.
Vit kunnu aftur venda til tølini
í dømi 2, har 42 mió. kr. standa á
•
•
•
•
likvidiatiónskontuni, tá øll aktiv og
passiv eru avgreidd. Hetta er upp
hæddin, sum skal gjaldast partaeig
aranum, tá felagið verður tikið av.
Sambært áður nevndu grein,
er útgjaldið skattafrítt, og í hesum
førinum er eigarin sloppin undan at
rinda 14,3 mió. kr. til landskassan (35%
av 41 mió. kr., tí partapeningurin er 1
mió. kr.).
Tað kann vera, at eigarin er
áhugaður at reka fyritøkuna ella
partar av henni nøkur ár afturat
og tí ynskir at varðveita okkurt av
aktivunum. Tað kann t. d. gerast á
tann hátt, at eigarin stovnar nýtt
felag P/F B. Sí talvu
Í døminum er ognin seld nýggja
felagnum fyri virðið í handli og vandli,
sum er 20 mió. kr. Um tað ikki eydnast
at fáa fígging frá peningastovnum,
so hevur partaeigarin eina áogn í
felagnum upp á 20 mió. kr., sum hann
kann heva skattafrítt, so hvørt sum
felagið leggur pening til viks. Um alt
gongur væl, so hevur likvidatiónin
av P/F A givið partaeigaranum 20
mió. kr. her og nú, og hinar 20 mió. kr.
koma so við og við skattafrítt.
Skattakreditturin, sum felagið
hevur fingið frá landskassanum,
verður sostatt ikki kravdur aftur,
men verður ogn hjá partaeigarunum
– í hesum føri 14 mió. kr.
Útgjald í samband við
sølu av partabrøvum
til holdingfelag
Partaeigarar hava eisini møguleika at
selja partabrøvini til eitt nýtt felag,
hvørs endamál er at eiga partabrøv
í øðrum felag. Í døminum niðanfyri
hevur nýggja felagið kr. 125.000 í
partapeningi. Sí dømi 4
Eigarin selur partabrøvini í P/F A
til holdingfelagið, sum hann eigur
sjálvur, fyri bókað virði, tvs. 42 mió.
kr. P/F H fíggjar keypið við lántøku og
rindar rentur og avdráttir við at heva
vinningsbýti frá P/F A avgjaldsfrítt.
Við at velja samskatting við P/F H
fær P/F A skattligan frádrátt fyri
rentuútreiðslurnar og harvið minni
at gjalda í skatt.
Um P/F H fær lán frá fíggingar
stovni, so hevur partaeigarin fingið
allan sølupeningin upp á 42 mió. kr.
her og nú skattafrítt.
Um fíggingarstovnar ikki veita
lán, so hevur partaeigarin millum
rokning við P/F H upp á 42 mió. kr.
Eigarin kann gera tað sama, sum víst
Viðmerkingar til kapitalvinningsskattalógina
P/F B
Materiell ogn
20.000.000
Innistandandi
125.000
20.125.000
Eginogn
125.000
Skuld
20.000.000
20.125.000
Inntøka
100,0
P/F skattur (18%)
18,0
Netto í felagnum eftir skatt
82,0
Vinningsbýtisskattur 35%
28,7
Útgjald til partaeigarar, netto
53,3
Kjak