mikudagur 23. mars 2011síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
Sosialurin
omanfyri í samband við likvidatiónir
- P/F H fær pening frá P/F A sum
vinningsbýti (avgjaldsfrítt) og hevar
síðani av millumrokningini við P/F H
skattafrítt.
Eigarin hevur ræðið á báðum feløg-
unum og rekur virksemið eins og
áður og fingið pening út skattafrítt.
Um eigarin hevði tikið peningin út
sum vinningsbýti, hevði hann skula
goldið góðar 14 mió. kr. í skatti.
Landið hevði annars møguleikan
at krevja avgjald, tá vinningsbýti
varð flutt frá P/F A til P/F H. Reglan
var sett í lógina fyri at forða skatta-
spekulatión, men hetta varð broytt
við endurskoðanini av kapitalvinning
sskattalógini í mai 2006. Upprunaliga
var skatturin 35% og í 2002 lækkaður
til 20%, men varð tikin av í 2006.
Útgjald í samband
við niðurskriving
av partapeningi
Eftir lógini skulu útgjald í samband
við kapitalniðurskrivingar skattast
sum vinningsbýti, men 1. januar
2003 kom í gildi regla, sum gevur
partaeigararum
møguleika
at
søkja Skattaráð Føroya um at fáa
niðurskrivingina
skattaða
eftir
reglunum um sølu av partabrøvum
og á tann hátt sleppa undan at
rinda skatt til landskassan. Lógin
hevur ongar nærri ásetingar um
treytir til feløgini, sum søkja um
at sleppa undan at rinda skatt í
samband við kapitalniðurskriving,
men í viðmerkingunum til lógina
verður sagt, at loyvi kann gevast,
um niðurskrivingin er grundað á
“felagsins vinnuligu viðurskifti”.
Í døminum niðanfyri er niður-
skrivingin 50%, og harvið fær parta-
eigararin útgoldið 21 mió. kr., og
av hesum skulu 7,3 mió. kr. rindast
landskassanum í skatti. Sí dømi 5
Fæst góðkenning frá Skattaráð Føroya
um at viðgera niðurskrivingina eftir
reglunum um sølu av partabrøvum
slepst undan at rinda avgjald.
Partaeigarar kunnu eisini selja
partabrøv til egið felag. Tað vil siga,
at partaeigari kann selja partabrøv
til felagið, sum hevur útskrivað tey.
Sambært lógini skal skattur rindast,
men til ber at søkja Skattaráð Føroya
um frítøku á sama hátt sum við
kapitalniðurskriving.
Er talan um fjalda útlutan ?
Meginreglan er, at partaeigarar rinda
35% í skatti av vinningsbýti, men
dømini omanfyri vísa, at eigarar
av partabrøvum útvegaði fyri 16.
november 2001, møguliga kunnu fáa
pening úr feløgum skattafrítt. Orsøkin
til, at ein kemur til hesa niðurstøðu er,
at ongar neyvar ásetingar eru í lógini,
sum forða eigarum av partabrøvum
útvegað fyri 16. november 2001 at
likvidera, kapitalniðurskriva og selja
til holdingfelag skattafrítt.
Í skattarætti er ein óskrivað regla,
sum sigur, at um ongar handilsligar
orsøkir liggja aftanfyri, men at
avgerðirnar eru framdar við tí fyri
eyga at fáa pening úr feløgunum
skattafrítt, so hava myndugleikar-
nir eina generella heimild at meta
umskipanirnar ógildugar og krevja
skatt av útlutanunum.
Ein kann seta spurningin, um
talan er um veruliga sølu, tá parta-
brøv verða seld til egið felag (holding-
felag), og eigarin á tann hátt fær
pening út skattafrítt, hóast eigarin
framhaldandi rekur virksemið sum
áður. Sami spurningur kann setast, tá
felag verður likviderað, og virksemið
samstundis verður lagt í annað felag
við sama eigara, ið rekur tað víðari,
sum um einki var hent.
Møguliga hava myndugleikarnir
heimild at kolldøma slíkar umskipan-
ir, um teir meta hetta vera talan um
fjalda útlutan og krevja vinningsbýtis-
skatt, men av tí at ongar verndarregl-
ur eru í sjálvari lógini, og lógin annars
tykist greið á økinum, er spurningur,
um myndugleikarnir kunnu gera
nakað í slíkum føri.
Í hvussu er, eiga myndugleikarnir
greitt at melda út, hvussu lógin skal
skiljast, og um hetta ikki verður gjørt,
so er skjótt til, at siðvenjan innan
skatting av kapitalvinningi verður
ein onnur, enn myndugleikarnir
halda hana vera. Í øðrum londum er
vanligt at hava verndarreglur í lógini
– m. a. um skatting av holdingfeløgum
- sum skulu tryggja, at høvuðs-
partaeigarar ikki misbrúka lógina,
men hesar tykjast vanta í verandi lóg
um skatting av kapitalvinningi, tá tað
snýr seg um partabrøv eldri enn 16.
november 2001.
Dømi eru um onnur lond, sum
hava havt líknandi ásetingar um
skatting av kapitalvinningi, men
hava drigið í land aftur, tá tað gjørdist
greitt, hvørjar avleiðingar hetta hevði
fyri samfelagið. Hetta hendi m. a.
í Danmark í 1980´unum, tá politik-
ararnir varnaðust veikleikar í lógini
viðvíkjandi skatting av partabrøvum.
Fyri at tippa holini, samtykti Fólka-
tingið at broyta lógina afturvirkandi.
Vit kenna tað eisini í Føroyum. Í
1990´unum samtykti løgtingið broyt-
ingar í táverandi virðisbrævaskatta-
lóg, har vinningsbýti til holdingfelag
gjørdist skattafrítt, men fyri at
forða skattaspekulatión, varð lógin
seinni broytt. Reglan varð flutt yvir í
nýggju kapitalvinningsskattalógina,
men í mai 2006 samtykti løgtingið at
broyta lógina, so at vinningsbýti
til holdingfeløg aftur skuldi verða
skattafrítt.
Sum nevnt, so eru tað broyting-
arnar í lógini í 2002 um likvidatiónir
og avtøku av regluni í 2006 um
vinningsbýtisskatt
millum
feløg,
sum eru atvoldin til, at partaeigarar
møguliga kunnu sleppa undan skatt-
ing, og sum skilst kann talan verða
um rættiligar stórar upphæddir. Undir
viðgerðini í løgtingunum í 2001 og 2006
varð einki nevnt um, at tillagingarnar
í kapitalvinningsskattalógini fóru at
hava fíggjarliga ávirkan fyri lands-
kassan ella samfelagsbólkar.
Avleiðingar fyri vinnulívið
Ilt er at siga, í hvønn mun parta-
eigarar hava troytt møguleikarnar
í lógini at fáa pening út uttan at
rinda avgjald til landskassan. Tað
eru ábendingar um, at nógv feløg eru
umskipað seinnu árini, sum kunnu
hava gjørt hetta av skattatekniskum
orsøkum. Í fyrispurningi á tingi fyrst
í 2007 var upplýst, at síðani 1. januar
2004 vóru 114 feløg, sum høvdu
niðurskrivað partapeningin og 117
vóru likviderað. Fleiri feløg hava gjørt
hetta fyri at endurskapa eginognina,
og onnur send til avtøku vegna
insolvens, men tað er sannlíkt, at tað
eisini eru feløg, ið hava gjørt hetta av
skattligum orsøkum. Nevnast kann
eisini, at dømi eru um feløg, sum eru
lýst at fara í solventa likvidatión, ið
hava rættiliga stórar upphæddir á
likvidatiónskontuni.
Hetta við at heva pening skatta-
frítt er sum nevnt einans galdandi
fyri partabrøv eldri enn 16. november
2001. Eftir gomlu lógini hevði hetta
ikki borið til (sí dømi nr. 1) og heldur
ikki í nýggju lógini fyri partabrøv
útvegað eftir 16. november 2001.
Lógin sigur eisini, at eigarar av
partabrøvum eldri enn 16. november
2001 kunnu velja nýtt skattligt
útveganarvirði pr. 31. desember 2006.
Hetta merkir, at øll partabrøv fyri 16.
november 2001 skulu virðismetast
av nýggjum til virðið í handli og
vandli pr. 31. desember 2006, íroknað
goodwill. Um vit siga, at munurin
millum upprunaliga útveganarvirðið
og nýggja virðið pr. 31. desember 2006
er 1 mia. kr., so kunnu partaeigarar í
prinsippinum fáa 1 mia. kr. út uttan
at gjalda nakað til landskassan.
Um vit ímynda okkum, at eitt felag
við 100 mió. kr. í eginogn verður
sent í solventa likvidatión, so fáa
partaeigarnir 100 mió. kr. út og
landskassin einki. Sama er galdandi,
um felag verður kapitalniðurskrivað
ella selt holdingfelag. Skattafrítøkan
í samband við kapitalniðurskriving
er tó treytað av góðkenning frá
Skattaráð Føroya.
Nevnast kann eisini, at um
eigari av gomlum partabrøvum
fylgir andanum í lógini og útlutar
vinningsbýti á vanligan hátt, so
skal rindast avgjald til landskassan,
men um felagið verður likviderað,
kapitalniðurskrivað ella partapen-
ingurin seldur holdingfelag, so skal
møguliga einki gjaldast. Hetta kann
gera, at lógin eggjar partaeigarum at
troyta nevndu møguleikar, meðan
høvið býðst, heldur enn at gjalda
vinningsbýti á vanligan hátt og rinda
35% í skatti.
Ein avleiðing av hesum er, at
ætlanirnar
hjá
partaeigarum
at
heva pening úr vinnuni verða fram-
skundaðar. At partaeigarar heva
pening úr feløgunum á henda hátt,
hevur
óhepnar
avleiðingar
fyri
føroyska samfelagið, tí við hesum
fer peningur frá vinnulívinum yvir í
privatisferina, og harvið økist skuldin
í vinnuni. Trupult verður eisini at fáa
rentabilitet í vinnuna, tí skuldin økist,
uttan at nýggjar íløgur verða gjørdar,
og hetta ger tað torførari hjá vinnuni
at endurnýggja seg og standa seg í
krepputíðum, og hetta er til skaða fyri
føroyska samfelagið. Nevnast kann í
hesum sambandi, at Búskaparráðið
hevur í sínum seinastu frágreiðingum
víst á, at skuldin í vinnulívinum er økt
munandi seinastu árini.
Hvat siga myndugleikarnir?
Tað ber ikki til at fáa greitt svar frá
myndugleikunum,
um
peningur
verður
fluttur
frá
vinnuni
til
partaeigarar skattafrítt. Útsagnirnar
geva tó ábending um, at teir meta
lógina vera trygga, og at tað ikki ber
til at fáa pening skattafrítt – heldur
ikki frá partabrøvum eldri enn 16.
november 2001. Fyri einum ári síðani
upplýstu myndugleikarnir, at teir
fylgdu gongdini og vóru farnir undir
átøk á skattaøkinum fyri at kanna,
um hald var í tíðindunum um, at
peningur varð tikin úr feløgum
skattafrítt. Teir vísti eisini á, at krøv
vóru sett móti partaeigarum, og at
okkurt mál var í Føroya Kærustovni.
Í mai 2010 kom Taks við tíðinda-
skrivi um úrslitið av kanningini.
Har var m. a. sagt, at teir høvdu
hækkað kapitalvinningsinntøkuna
hjá borgarum við ca. 30 mió. kr., og
skuldi hetta givið landskassanum
ca. 10 mió. kr. Tað kom eisini fram, at
hækkingarnar høvdu samband við
vanligar borgarar, sum høvdu keypt
og selt partabrøv. Einki var nevnt um
høvuðspartaeigarar – likvidatiónir,
kapitalniðurskrivingar og sølu til
holdingfeløg.
Myndugleikarnir hava roknskap-
irnar og uppgerðirnar yvir skattligu
útveganarvirðini á gomlu parta-
brøvunum pr. 31. desember 2006 og
umskipanirnar av partafeløgum og
hava tí svar upp á, um partaeigarar
fáa pengar út skattafrítt - og hvussu
stórar upphæddir kunnu hevast á
henda hátt.
Ein av meginreglunum fyri inn-
krevjing av skatti er, at gjaldast
skal eftir førimuni, og at býtið
av samfelagsins ognum skal vera
rættvís. Í Føroyum hava vit pro-
gressivan skattastiga, har háinn-
tøkur verða harðari skattaðar enn
láginntøkur. Eitt nú skal løntakari,
sum forvinnur kr. 300.000, rinda
nærum helmingin í skatt, men so er
tað spurningurin, um ávís útgjald
frá partafeløgum eru undantikin
skatting. Sum áður nevnt, hevur
landskassin veitt lán fyri stórar
upphæddir til vinnuna í samband við
skattakredittir. Ein av uppgávunum
hjá myndugleikunum er, at tryggja, at
landskassans ognir verða umsitnar
rættvíst og ábyrgdarfult, og hetta
er eisini galdandi fyri útistandandi
skattakredittir.
Myndugleikarnir
hava eisini skyldu at gera greiðar
lógir og reglur á øllum økjum
– eisini skattalógir - og tryggja, at
ásetingarnar eru rímiligar og rætt-
vísar, og at til ber hjá vanliga borgara-
num at skilja lógartekstin.
Gjøgnumgongdin av reglunum um
skatting av gomlum partabrøvum
kunnu geva ábending um, at møguliga
er veikleikar í lógini, men tað kann
eisini verða, at niðurstøðurnar eru
skeivar. Tí hevði verið ynskiligt,
at myndugleikarnir greiddu frá,
hvussu ásetingarnar um skatting
av eldri partabrøvum skulu skiljast,
so at ivamál kunnu verða beind av
vegnum.
Dømi 1:
P/F A
Útlutan
P/F A
Materiell ogn
20.000.000
20.000.000
Innistandandi
24.000.000
-22.000.000
2.000.000
44.000.000
-22.000.000
22.000.000
Partapeningur
1.000.000
0
1.000.000
Framflytingar v.m
41.000.000
-22.000.000
19.000.000
Eginogn
42.000.000
-22.000.000
20.000.000
Skuld
2.000.000
2.000.000
44.000.000
-22.000.000
22.000.000
Dømi 2:
P/F
Søla
P/F likvidatión
Reguleringar
At útgjalda
Materiell ogn
20.000.000
-20.000.000
0
0
Innistandandi
24.000.000
20.000.000
44.000.000
-2.000.000
42.000.000
44.000.000
0
44.000.000
-2.000.000
42.000.000
Eginogn
42.000.000
42.000.000
0
Skuld
2.000.000
2.000.000
-2.000.000
44.000.000
0
44.000.000
-2.000.000
Dømi 3:
Vinnings-
P/F A
býti
P/F A
Materiell ogn
20.000.000
20.000.000
Innistandandi
24.000.000
-1.000.000
23.000.000
44.000.000
-1.000.000
43.000.000
Partapeningur
1.000.000
1.000.000
Framflytingar v.m
30.000.000
-1.000.000
29.000.000
Eginogn
31.000.000
30.000.000
Skuld
2.000.000
2.000.000
33.000.000
-1.000.000
32.000.000
Dømi 4:
P/F A
P/F H
Materiell ogn
20.000.000
Materiell ogn
0
Partabrøv
0
Partabrøv
42.000.000
Innistandandi
24.000.000
Innistandandi
125.000
44.000.000
42.125.000
Eginogn
42.000.000
Eginogn
125.000
Skuld
2.000.000
Skuld
42.000.000
44.000.000
42.125.000
Dømi 5:
Niðurskr.
P/F A
partapening
P/F A
Materiell ogn
20.000.000
20.000.000
Innistandandi
24.000.000
-21.000.000
3.000.000
44.000.000
-21.000.000
23.000.000
Partapeningur
1.000.000
-500.000
500.000
Framflytingar v.m
41.000.000
-20.500.000
20.500.000
Eginogn
42.000.000
-21.000.000
21.000.000
Skuld
2.000.000
2.000.000
44.000.000
-21.000.000
23.000.000