Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 30 Miðvikan Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 13. partur T að er so hugaligt at skriva, tá ið ein merkir, at tað er áhugi fyri tí millum lesararnar. Tað fáast eisini javnan váttanir um, at henda søgan hjá fyrrverandi løgmanni Kristian Djurhuus er væl umtókt og verður nógv lisin. Tað er ikki minni hugaligt at fáa okkurt íkast til hesar frásagnir. Var um dagarnar uppringdur av Tummas á Oyrareingjum, sum hevði fingið fortalt frásagnir um illveðrið í 1917, sum Kristian greiddi frá í seinasta parti. Hetta snúði seg um abban úr Funningi, sum doyði á ferð millum bygdir saman við abba­ børnum. Tummas hevur fingið fortalt, at hesi høvdu gjørt sum fólkini í Vágum, at tey høvdu lagt seg í eina torvkrógv. Tá ið tey vóru funnin, var bert tann, sum lá í miðj­ uni á lívi, meðan hini vóru deyð. Eisini greiddi Tummas frá einum drongi úr Streymnesi, sum var á háskúla í Havn. Hann var farin ta tá longu leiðina heim í býin á telefonstøðina at ringja til pápa sín. Tað var fínasta veður. Pápi bað hann skunda sær til hús, tí har norðuri var ódn. Tað gjørdi hann eisini og náddi júst út á háskúlan, áðrenn tað brast á. Kristian: Øll skuldu gera sín part av arbeiðinum Hugburðurin, tá ið eg ungur var tann, at so skjótt børnini vóru nóg stór, skuldu tey gera sín part av arbeiðinum. Tíðirnar vóru fátæks­ ligar, og tí máttu øll gera sítt. Tað var jú vanærandi at hava skuld. So máttu vit heldur spenna reimina og spara. Vit í Ólastovu vóru lutfalsliga væl fyri. Pápi hevði góðar gávur. Men hann var so beskeðin og hevði nærmast hug til at seta sítt ljós undir eina skeppu. Pápi fortaldi mær eina ferð, at hann veruliga hevði hug til at fara at lesa, men foreldrini hildu, at hetta var at stíla alt ov høgt. Men abbi vildi heldur ikki hava pápa at gerast sjómaður. Tá var tað at gerast timburmaður tað fræg­ asta. Pápi var við til at byggja fyrsta vitan í Føroyum, tann á Borðuni. Arkitekturin, sum stóð fyri arbeiði­ num, gjørdist rættiliga hugtikin av pápa og eggjaði honum at fara niður at lesa. Men hetta gjørdist so av ongum. Seinni angraði pápi tað. Pápi tók sær væl av okkum dreingjum. Serliga var tað sunnu­ dagar, tá vit eisini plagdu at fara útferðir saman við mammu. Vanliga fóru vit yvir á Boðanes, har vit eisini plagdu at svimja á sjónum. Pápi gekk eisini í kirkju og hevði okkum við. Var ikki farið í kirkju bleiv lisin lestur heima. Mamma og pápi fóru viðhvørt til altars. Tá gjørdi eg døgurðan, og var tað vanliga fiskafrikadellir. Mær dámdi væl at gera døgurða, men at vera húsligur var ein skomm fyri ein drong. Tí stongdi eg hurð­ ina, so eingin óviðkomandi skuldi koma inn og halda meg vera ein kventil! Vitapassari á Skansanum Pápi varð annars í 1910 útnevndur at vera fýrpassari á Skansanum. Hetta var eitt arbeiði, pápi kundi passa umframt sítt dagliga yrki. Vitin skuldi tendrast, tá ið sólin fór niður og sløkkjast, tá ið hon kom upp. Frá 20. mai til 20. juli var vitin sløktur. Lanternan skuldi hvønn dag pussast og avstøvast. Tað tók um ein hálvan tíma. Vitin brendi blá­ gass. Tað kom í stórum fløskum frá gasstøðini í Korsør. Tað skuldu eisini haldast neyvur roknskapur yvir nýtslu av gassi og øðrum. Eisini skuldu gerast veðurmát­ ingar. Hetta plagdi at vera arbeiði hjá mær. Vit skuldu eisini øll læra at tendra og sløkkja vitan og at skifta gassfløskur, um pápi skuldi fingið forfall. Hetta kundi eisini sleppa pápa undan at fara tíðliga upp á morgni at sløkkja vitan. Margretha og synirnir hjá okkum komu eisini at læra hetta. Postmeistarin Danielsen hevði vist ein fingur við í spælinum, tá ið pápi, sum jú var svágur hansara, fekk hetta arbeiðið við vitan. Tí føldi hann eisini ábyrgd fyri, at alt gekk rætt fyri seg. Eg minnist eitt kvøld fyrsta árið, pápi var fýrmeistari. Eitt kvøldið um 11 tíðina kom Danielsen saman við soni sínum, Johan, og bankaði á hurðina. Pápi vaknaði sjálvandi. Danielsen helt, at okkurt mátti vera galið við vitanum, tí tað tyktist honum, at vitin lýsti eisini, tá ið hann skuldi vera myrkur millum blinkini. Pápi fór við teimum yvir til vitan, men tað vísti seg alt at vera í lagi. Pápi var rættiliga illur um at vera órógvaður, hann svav ikki ov væl. Men mamma royndi at verja svágin og segði, at pápi skuldi heldur verið takksamur fyri, at Danielsen hevði áhuga fyri hansara arbeiði. Men lítið batti, og pápi sovnaði ikki hesa náttina. Um Dia í Ólastovu Tá ið pápi Kristian doyði í 1949 skrivaði Georg L. Samuelsen hesi minningarorð í Dimmalætting: Atter er en af de Mænd, hvis Ansigter i udpræget Grad repræsent­ erede det gamle, det ægte Thors­ havn, gaaet bort. Tømrer H.A. Djurhuus, Dia í Óla­ stovu, har baaret sin Alder godt. Man var forbauset, da man for ganske kort Tid siden erfarede, at han havde passeret de 80 Aar, saa rank og ung han færdedes iblandt os, aandsfrisk og munter i daglig Omgang. Tidligt i Livet mødte der H.A. Djurhuus svære Tilskikkelser, som kom til at præge ham. Men skønt man vidste, hvad han havde gaaet igennem og vidste, at det havde sat uudslettelige Præg paa ham, hørte han ikke til dem, der “aabnede” sig og plagede andre med sine inderste Tanker. Ganske tværtimod kendte de allerfleste ham som Manden med det lyse Smil og den muntre Replik, hvad enten man mødte ham i de tidlige Morgentimer, da han hastede ud til sit arbejde i Marken eller om Aftenen, naar han var pa Vej hjem. H.A. Djurhuus var en højtbegavet Mand og levende interesseret i alle Forhold, saavel specielt færøske, som forholdene ude i Verden. Han var en Mand af stor Viden, og naar han talte, formede han sine Ord enkle og klare, som kun den vise kan gøre det. En overgang var H.A. Djurhuus Medlem af Lagtinget, valgt af Sam­ bandspartiet. Han var moderat i alle sine Anskuelser, men der var Linje og Beslutsomhed i hans Poli­ tik, hvad enten han gav Udtryk for sine Tanker i Udvalg eller i aabent Lagtingsmøde. Sund Resonnerings­ evne og Respekt for Virkeligheden prægede hele hans Skikkelse og Færd. Gennem en lang Række Aar bestred H.A. Djurhuus betydnings­ fulde offentlige Hverv, og den samme Omhu og personlige Sam­ vittighedsfuldhed viste han overfor det smaa, saavel som overfor det store, han havde at varetage. Til sin død (1934­1949) var han Medlem af og Næstformand i Færøernes Amts Sparekasses Repræsentanskab. Med H.A. Djurhuus bortgang er et af de mest karakteristiske Kristian Djurhuus: Tað var skomm hjá drongi at vera húsligur Tað, sum Kristian Djurhuus greiðir frá, er ein blandingur av gerandishendingum og so meira dramatiskar hendingar, sum tá ið ferðamannaskipið Vesta á leiðini frá Keypmannahavn til Føroyar í 1916 mundi verðið niðurskotið Kristian Djurhuus sum sjónleikari. Her er hann nr. 3 frá høgru Dia í Ólastovu við vitan í Havn