Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-23, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 23. mars 2011síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Sosialurin 31 Óli Jacobsen olijacobsen@post.olivant.fo Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35 Ansigter i det, vi i dag forstaar ved det gamle oprindelige Thorshavn, forsvundet. Vi vil komme til at mærke det mange Aar frem i Tiden. -n. Bókmentaligt virksemi Í mínum ungdómi fekst eg eisini við bókmentaligt virksemi. Eg var limur í einum mentunarligum kjakfelag og eisini limur í einum enskum bókaklubba. Eisini spældi eg sjónleik, fyrstu ferð, tá eg var 17 ár. Tá hevði eg ein leiklut í sjónleikinum Magnus hjá Rasmus Effersøe. Eg skuldi detta til jarðar, tá ið kommandanturin í leikinum hugdi hvassliga at mær. Henda leiklutin dámdi mær tó einki, eg helt hann vera flovisligan. Leingi eftir mín fyrsta leiklut fekk eg at vita frá Margrethu, sum hevði verið til sýningina, at hon tá bert hevði vanvirðing fyri einum persóni, sum kundi átaka sær ein so fjákutan leiklut. Men eg fekk tó uppreisn í seinni leiklutum. Næstu ferð fekk eg ein størri leiklut sum studenturin í Charleys tanta, og fekk eg tá mítt gjøgnum- brot. Síðan tá vóru sjónleikir ikki spældir, uttan at boð vórðu send eftir mær. Vit spældu bert sjónleik til frama fyri vælgerandi endamál. Vit fingu bert okkara beinleiðis útreiðslur endurgoldnar. Tað skuldi gerast ein neyvur roknskapur, sum skuldi sendast fútanum. Tey seinastu árini, eg var við, var tað ein frú Marcher, sum skipaði fyri. Hon tók tað kanska ikki so tungt við roknskapinum, og tað vóru fleiri, sum noktaðu at vera við undir hennara leiðslu. Hon var rættiliga musikalsk og hevði mong góð hugskot. Men viðurskiftini vóru so smá tá ið tíðini. Tí føldu vit okkum illa, tá tað frá landfútanum kom fyrispurningur um hesa ella hasa útreiðslu. Maður frú Marcher var meistari á Smirli. Hann hevði eina góða inntøku sum var ásett av danska maskimeistarafelagnum. Hann var ein sera trivaligur maður. Tað var kanska ikki altíð so stuttligt hjá honum at koma heim og verða hundsaður til av konuni. Marcher var so trivaligur, at tað var við neyð og deyð, at hann slapp niður í maskinrúmið á Smyrli. Maskinmeistarin, sum ikki slapp niður í maskinrúmið Men tá ið hann fór av Smirli, kom ein avloysari, sum var dupult so tjúkkur. Hann kallaðist Rosen- træter. Hann slapp als ikki niður í maskinrúmið, men mátta passa sítt ábyrgdarfulla arbeiði frá erva av. Tað kann hava verið í lagi, men onkuntíð mundi vera brúk fyri at síggja viðurskiftini frá botni av. Hann var við Smirli í fimm ár. Tað var ikki bert tað, at hann ikki kom í maskinrúmið, men hann var heldur ikki í landi alla hesa tíð. Tá vóru ongar bryggjur, sum Smiril kundi leggja at. Og hann var so tungur, at hann helt tað ikki vera ráðiligt at fara í land við teimum smáu róðrarbátunum, sum førdu ferðafólkini aftur og fram. Óhugnaligur túrur hjá Vesta Tann 17. desember 1916 var eg um- borð á ferðamannaskipinum Vesta til eitt sjóforhoyr eftir eina óhugna- lig ferð til Føroya úr Danmark. Tá ið Vesta var komin til Lindes- nes í Noregi var skipið steðgað av einum stórum týskum kavbáti, sum var eins stórur og Vesta. Tá Vesta hevði ligið eina løtu, fingu teir eitt signal frá kavbátinum. Teir skiltu hetta, sum at tað var í lagi at sigla víðari. Men tá ið teir settu ferð á, skeyt kavbáturin eina granat beint fyri stevnið av Vesta, hon brast í sjógvin við einum øgiligum rokilsi. Næsta skotið fór beint omanfyri brúnna. Her var eisini ein granat sum brast. Nú fór manningin í skundi undir at seta út bjargingarbátin, beint sum kavbáturin gjørdi klárt at senda triðja skotið, sum skuldi senda Vesta til botns. Nú róði stýrimaðurin á Vesta yvir til kavbátin at tosa við skipar- an. Hann var sera gruggutur og segði, at um hann gjørdi sína skyldu, so sendi hann Vesta til botns. Men eftir sum tað vóru so nógv ferðafólk á dekkinum, so vildi hann lata Vesta sleppa við skrekkinum hesa ferð. Hann slapp tá at halda áfram. Tá ið teir høvdu siglt ein hálvan tíma, vóru teir við at sigla á eina minu, sum lá og fleyt í vatnskorpuni. Tað var ikki nóg mikið við tí. Ein tíma seinni skuldi messudrongurin fylla petroleum á eina lampu. Tá hetta var gjørt, ansaði stýrimaðurin eftir, at tað var bensin, sum varð koyrt á lampuna. Bensinið skuldi so hellast av lampuni aftur. Tá var drongurin so óansin, at nakað av bensininum kom á eitt borð, har tað stóð eitt tendrað stearinljós. Nú brast lampan við bensininum saman við dunkinum, og alt miðskipið stóð í ljósum loga. Messudrongurin varð nakað brendur. Eftir einum tíma varð eldurin sløktur, men tá var skaðin eisini stórur. Samb. Dimmalætting var hann kr. 4.000, og hetta var nógvur peningur tá. Eftir at Vesta var komin til Kirkwall í Orknoyggjum til bretska eftirlitið og skuldi fara avstað aftur, máttu teir venda við, tí týskarar høvdu blakað minur í innsiglingini. Nú máttu minutrolarar beina hesar minur burtur. Tað var í samband við hesar hend- ingar, at forhoyrið varð tikið. Vit vóru umborð frá kl. 4 seinnapartin til kl. 11. Men hýrurin var ikki verri enn, at eg saman við amtmanni, fúta og nøkrum av »fínu« ferðafólkinum varð boðin til døgurða umborð. Her vóru 5 rættir og 6 sløg av víni. Kortini fekk eg als ikki kenning. Tað var vist árið eftir, at Vesta varð torpederað sunnanfyri Føroyar. Manningin kom í bjargingarbáti inn til Sumbiar. Kahúttsjomfrúin fekk annað beinið skotið burtur, men kláraði seg kortini, hóast stórt blóðtap. Í komandi parti er komið so langt hjá Kristiani, at nú skal hann giftast. Hetta var ikki bara sum at siga tað Manning á Smirli við umrødda maskinmeistara. Sitandi f.v.: Valdemar Debes, Havn, stýrimaður, Lávus Poulsen, skipari, Tvøroyri, maskinmeistarin Rosentrætter og Tummas Hansen, Kollafjørð. Standandi: Jákup Thomsen, Porkeri, tveir ókendir, Sámal »á Smirli«, Havn, Jógvan Næsaa, hovmeistari, Havn og Harald Niclasen, Miðvágur Hugni í Havn á ungdómsdøgunum hjá Kristian Djurhuus Ólastova er aftanfyri húsini uttast tv. Uttast th. sæst Skansin við vitan, sum Hans Andreas hevði ábygdina av