mikudagur 23. mars 2011síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 23. mars 2011 · Nr. 35
32
Sosialurin
Ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Fríggjamorgunin fer hond
bóltslandsliðið hjá monnum
á flog úr Vágum við kós ímóti
Dublin, har Føroyar um viku
skiftið skulu spæla eina trí
landa kapping ímóti Skotlandi
og Írlandi. Fyrsti dyst urin
verð ur fríggjakvøldið ímóti
Skotlandi, og leygar kvøldið
verð ur so spælt ímóti Írlandi.
Til kappingina um viku
skiftið
hava
landsliðs venj
ar arnir, Dia Midjord og Kári
Nielsen, tikið út tilsamans
15 spælarar úr fimm teimum
fremstu feløgum í Atlantic
Airwayskappingini, harav VÍF
eigur fimm, Neistin, KÍF og H71
tríggjar í part og Kyndil ein.
Spælarar úr VÍF eru Rúni
Fossdal, Bjarti Hansen, Joen
Pauli
Høgnesen,
Magnus
Müller og Áki G. Olsen, úr
Neistanum Ári E. Dam, Finnur
Hansson og Heini Hanusarson,
úr KÍF Andrias Nielsen, Niklas
Reginson og Tony Weyhe, úr
H71 Levi Nybo, Rógvi Sørensen
og Dánjal Torgarð, og úr Kyndli
Hans Áki DalChristiansen.
Landsliðið kemur heimaftur
úr Írlandi sunnukvøldið.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Ein dystur í Sunsetkappingini
verður spældur í Vestmanna
í kvøld klokkan 19.45, tá VÍF
tekur ímóti StÍF. Hetta eru tey
bæði niðastu liðini hjá kvinn
unum og VÍF og StÍF hava
ávika vist sjey og trý stig.
Liðið, ið liggur oman fyri tey
bæði, er Kyndil við 14 stigum,
og nú dystirnir fækkast, hevur
hvørki av liðunum í veru leik
anum tað stóra at spæla fyri,
tí tey koma undir øllum um
støð um at enda sum tvey tey
niðastu.
Kanska
gestirnir
hava
størri motivatión, tí skal StÍF
sleppa av aftasta plássinum,
áðr enn kappingin er liðug, er
tað í øllum førum eitt krav, at
hesin dysturin verður vunnin,
tí vinnur VÍF, eru vest manna
kvinnur seks stig framman
fyri.
Hilmar Jan Hansen
Um vikuskiftið skipaði Víkingur
fyri einari kapping í Gøtu millum
tey fýra liðini, sum vóru tey
fremstu í landskappingini í fjør: KÍ,
AB, Skála og Víkingur. Men heldur
óvæntað endaði Víkingakappingin
næst an við, at stigatalvan frá í fjør
vendi á høvdinum.
Tað gjørdist longu greitt leygar
dagin, tá innleiðandi dystirnir vóru
á skránni, tí fyrst vann Víkingur
32 á KÍ og síðani vann Skála 10 á
AB. Báðir dystirnir blivu avgjørdir í
evstu løtu. Sostatt skuldu nummar
trý og fýra spæla finalu sunnudagin,
tá gull og silvurvinnararnir frá í
fjør skuldu spæla um triðjapláss.
Í finaluni eydnaðist skála kvinn
um at vinna við einum máli, tær
fingu í seinna hálvleiki eftir horna
spark. Hetta var einasta málið í
finalu dystinum, men tað rakk so
til at vinna kappingina. Í dystinum
um triðjapláss var KÍ enn eina ferð
á odda 20, men endaði allíkavæl
við at tapa 23, so AB fór avstað við
sigrinum og KÍ endaði aftast.
Sum sagt, vendu úrslitini kanska
eitt sindur øðrvísi, enn tey flestu
høvdu væntað frammanundan,
og hóast dystir undan sjálvari
kappingini sjáldan eru rættiliga
álítandi fyri, hvussu seinni verður,
kundi kappingin í Gøtu bent á eina
munandi meira spennandi kapping
hjá kvinnunum, enn tey mongu
síðstu árini.
hilmarjan@sosialurin.fo
Víkingur - KÍ 3-2 (0-2)
0-1: Malene Josephsen
0-2: Sigrid Jacobsen
1-2: Hanna I. Højgaard
2-2: Jóhanna Lervig
3-2: Ansy Sevdal
AB - Skála 0-1 (0-0)
0-1: Fríðrun Danielsen
KÍ - AB 2-3 (1-0)
1-0: Sigrid Jacobsen
2-0: Maria Klakkstein
2-1: Doris í Garði
2-2: Elin Maria Isaksen (br.)
2-3: Elin Maria Isaksen
Skála - Víkingur 1-0 (0-0)
1-0: Annika Petersen
Hilmar Jan Hansen
Mánakvøldið var lutakast um
steypa kappingina hjá kvinnum í
fótbólti. Lutakastið var í send ingini
32, og tað vóru tveir nevndarlimir
í kvinnunevndini hjá Fótbólts sam
bandinum, Hanna Olsen og Liljan
av Fløtum Petersen, sum tóku sær
av lutakastinum.
Tað háttaði seg soleiðis, at í inn
leiðandi umfarinum, sum verður
spælt hósdagin 21. apríl, verða teir
fýra dystirnir ÍFHB, MBB68/NSÍ,
FC SuðuroyEB/Streymur og FF
GizaVíkingur.
Síðani eru fjórðingsfinalurnar
á skránni mikudagin 11. mai, og tá
spælir vinnarin av ÍFHB ímóti
vinnaranum av FF GizaVíkingur,
vinnarin av MBB68/NSÍ spælir
ímóti Skála og vinnarin av FC
SuðuroyEB/Streymur ímóti AB,
og at enda møtast so eisini B36 og
KÍ, sum vann steypið í fjør.
Undan hálvfinalunum verður
so nýtt lutakast um, hvussu spælt
verður víðari. Fyrra hálvfinalan
verður hósdagin 2. juni og tann
seinna mánadagin 13. juni. Sjálv
finalan í steypakappingini hjá
kvinn um verður leygardagin 2. juli.
hilmarjan@sosialurin.fo
Hilmar Jan Hansen
Av teimum yvir 400 telvarunum,
sum eru við í EMkappingini í Aix
lesBains í Fraklandi, er GM Peter
Svidler styrkimettur sum nummar
eitt, meðan IM Helgi Dam Ziska
ligg ur í miðjuni sum nummar 199.
Men hóast henda stóra styrki
munin á pappírinum, megnaði
Svidler enntá ikki við hvíta fólk
inum at koppa Helga, men í staðin
endaði talvið javnt eftir 19 leikir.
Merkisvert er, at Svidler eftir
øllum at døma hevði fyrireikað seg
væl, tí talvkønir siga, at talvið minti
nógv um eitt hjá einum, ið telvaði
ímóti Helga í OL í fjør, men kortini
var tað ikki nóg mikið til meira enn
javnt.
Vit hava ikki fingið tað váttað,
men sum skilst, er IM Helgi Dam
Ziska fyrsti føroyingur nakrantíð,
ið megnar at fáa stig ímóti einum
telvara í heimsflokki, sum liggur
oman fyri 2.700 ratingstig. Svidler,
sum er ein av favorittunum at vinna
EM, hevur eina ferð verið í Føroyum
og kappast, tá hann var yngri.
hilmarjan@sosialurin.fo
Spæla ímóti
Skotlandi
og Írlandi
Hondbóltur Hondbóltslandsliðið
hjá monnum spælir um vikuskiftið
ímóti Skotlandi og Írlandi í
trílandakapping í Dublin
Botndystur
í kvøld
KvinnuHondbóltur Skal
StÍF megna at koma av aftasta
plássinum fyri kappingarenda, skal
útidysturin ímóti VÍF vinnast
Savnsmynd
Skála best í Gøtu
Fótbóltur Finalan í Víkingakappingini í Gøtu um vikuskiftið
stóð millum kvinnurnar hjá Skála og Víking, meðan AB og
KÍ máttu taka til takkar við at spæla um triðjapláss
Kvinnusteypið klárt
Fótbóltur Lutakast hevur verið um, hvussu innleiðandi
umfarið og fjórðingsfinalurnar í steypakappingin
hjá kvinnum í fótbólti skal avgreiðast
Helgi javnt ímóti Svidler
talv IM Helgi Dam Ziska megnaði í gjár í EM-
kappingini at telva javnt ímóti einum av heimsins
bestu telvarum, GM Peter Svidler úr Russlandi