Sosialurinarkiv
Sosialurin 2011-03-25, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 25. mars 2011síða 4

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 25. mars 2011 · Nr. 36 4 Sosialurin Áki Bertholdsen - Tað verður ein stór av bjóð- ing at fylla skógvarnar eftir Inge borg Vinther. Tað ásannar Georg F. Han- sen. Hann er eitt sindur eyð- mjúk ur um tað stóra álitið, sum føroyska Arbeiðara- fjøld in vísti honum í gjár. Legendariska forkvinnan í Føroya Arbeiðarafelag, Inge- borg Vinther, legði frá sær sum forkvinna í felagnum eftir heili 31 ár í sessinum. Og á aðalfundinum í gjár var 58 ára gamli miðvingurin, Georg F. Hansen, valdur til nýggj an formann í felagnum. Hann varð einsamalt val- evni til formanssessin í Før- oya Arbeiðarafelag. Fleiri onnur uppskot vóru, men tey bóru seg øll und an. Ein av teimum var Jógvan Páll Johansen í Haldórsvík, men hann bar seg undan, tí hann metir, at hann hev ur ov lítlar royndir í fak felags- politikki. Eitt annað uppskot, Kar- la Einarsson í Rituvík, bar seg eisini undan, men hon kundi ikki skjóta seg inn undir at hon er óroynd í fak- felagsarbeiði, tí hon hev ur verið forkvinna í arbeiðara- felag num, Hæddini, í nógv ár, umframt at hon hevur ver ið nevndarlimur í Føroya Arbeiðar afelag í eitt langt áramál. Hinvegin sigur hon, at tey í nevndini høvdu tosað um, at Georg F. Hansen var tann mest nátúrligi arvatakarin eft ir Ingeborg Vinther. Tað halda tey, tí hann hev ur verið nevndarlimur í felagnum í 23 ár og hesi sei- n astu 10 árini hevur hann verið næstformaður og sostatt høgra hond hjá Inge- borg Vinther. Og tað endaði eisini við, at Georg F. Hansen varð valdur til formann uttan nakað mót valevni. Til reiðar Við hesum kann staðfestast, at tey í Føroya Arbeiðarafelag valdu ta tryggu loysnina við at velja ein formann, ið hev- ur so drúgvar royndir í felag- num. Og hóast nýggir for mað- ur in ásannar, at tað verður ein avbjóðing av teimum heilt stóru at taka við eftir Inge borg Vinther, er hann eisini ivaleysur í, at hann fer at klára uppgávuna. Hann sigur, at hann er væl kunnugur við Føroya Arbeiðarafelag og hann er somu leiðis væl kunnugur við tey mál, felagið arbeiðir við. Hann skal sostatt ikki brúka tíð at seta seg inn í fak felagsarbeiði ella tey mál, Føroya Arbeiðarafelag fæst við. Nýggir formaðurin í Før- oya Arbeiðarafelag ásannar sam stundis, at tað liggja nógv ar og stórar uppgávur fyri framman. Ein uppgáva, hann æt lar at átaka sær, er at styrk ja sambandið ímillum lokal- feløgini og Føroya Ar beiðara- felag. Har hevur kinkur verið í summa s taðni. Serliga kend er ósemjan, sum tók seg upp, tá ið fiskiflotin lá og talan varð um at íslendsk skip skul du avreiða í Føroyum. Føroya Arbeiðarafelag segði nei, men tað vildu feløg- ini í Fuglafirði ikki binda seg til at fylgja. Hesi viðurskiftini skulu fáast í rættlag, hevur nýggi for maðurin sett sær fyri og í hes um sambandi ætlar hann at vitja øll lokalfeløgini at tosa um viðurskiftini. Ein onnur uppgáva er ávirka ætlanina at gera eina nýggja pensjónsskipan, tí Før oya Arbeiðafelag heldur ikki, at ætlanin, sum nú er á borði num, kann góðtakast. - Vit krevja, at ALS, Barns burðargjald og onn- ur gjøld, eisini skulu vera eftir lønargevandi og somu- leiðis fyritíðarpensjón og forsorgarhjálp. - Annars verður verka- fjøld in nógv verri fyri á ellis- árum og tað kunnu vit ikki góð taka, sigur hanm. aki@sosialurin.fo Tað var ein spennandi løta, tá ið tríggir nýggir nevnd ar- lim ir skuldi veljast í Føroya Arbeiðarafelag í gjár. Frammanundan var greitt, at minst ein nýggjur nevndarlimur skuldi veljast, fyri Ingeborg Vinther, sum hev ur boðað frá, at hon tek- ur ikki við afturvali. Og eftirsum hon leggur fak felagsárarnar inn eftir 31 ár í formanssessinum í Føroya Arbeiðarafelag, skul- di eisini nýggjur formaður veljast ímillum teir sjey nevnd arlimirnar. Tríggir nevndarlimir stóðu fyri vali. Umframt Ingeborg Vinther, vóru tað Karla Einars son úr Rituvík og Jógvan Páll Johansen úr Haldór s vík og tey vórðu bæði afturvald. Triði nevndarlimurin er Suni Mortensen úr Hovi, sum sostatt er nývaldur. Vónbrotin Annars var skilligt, at feløg ini í Eysturoy høvdu framman undan tosað um at velja Harry Benkaminsen í nevndina. Men tað helt ikki, tí tá ið avtornaði, atkvøddu bara helvtin av teimum 50 eysturoyingunum fyri hon- um. Sostatt fekk hann bara 29 atkvøður og tað var alt ov lítið til ein nevndaresss, tí fyri at verða valdur, skuldi hann næstan fingið tvær ferð ir so nógvar atkvøður. Eftir valið duldi hann ikki fyri, at hann var vón- brot in og helt, at tað var sera vána ligt, at eysturoyingar skuldu standa so illa saman. Hinvegin fegnast suður- oy ing ar um at varðveita ein nevnd ar lim í felagnum, nú Inge borg Vinther er farin frá. Georg er til reiðar NÝGGUR FORMAÐUR Nýggi formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag er fullgreiður yvir, at hann fær stórar skógvar at fylla, men hann er til reiðar Frøi og vónbrot í Føroya Arbeiðarafelag Tað ligga nógvar stórar uppgávur fyri framman TRyGG lOysN Við at velja 58 ára gamla Georg F. Hansen til formann í Føroya Arbeiðarafelag, hava tey valt ta tryggu loysnina, tí hann er garvaður fakfelagsmaður og hevur verið nevndarlimur í Felagnum í heili 23 ár og av hesum hevur hann verið høgra hond hjá Ingeborg Vinther í 10 ár sum næstformaður í Føroya Arbeiðarafelag