fríggjadagur 25. mars 2011síða 4
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
nr. 36 · 25. mars 2011
4
VIKUSKIFTI
Samrøða
Barbara Holm
barbara@sos.fo
Ein teirra, sum í kvøld skal standa á
X-Factor pallinum í Parkini, er 15 ára
gamla Sarah Skaalum Jørgensen.
Dómararnir hava fleiri ferðir víst á,
at Sarah ikki hevur ta sterkastu røddina
í kappingini, men kortini hevur tað
eydnast henni at vinna sæti í finaluni.
Eg væntaði ikki, at eg fór at koma so
langt í kappingini. Men eg haldi, tað er
partvíst orsaka av, at eg eri trúgv móti
mær sjálvari allan vegin. Eg eri altíð
líka, óansæð hvar eg eri, ella hvønn eg
tosi við, sigur Sarah.
Mugu standa við sín samleika
Hóast bert 15 ára gomul, so hevur Sarah
víst, at hon hevur bein í nøsini, og hon
torir at standa við sín samleika.
Hon er samkynd, og hetta hevur
mill um annað skapt trupulleikar í
familju hennara, tí pápi hennara vildi
ikki góð taka hennara seksualitet. Men
kort ini valdi Sarah at standa við sítt.
Tú kanst ikki broyta tína persón-
ligheit ella tín samleika. Eg eri tann,
sum eg eri, og tað er millum annað ein
sam kynd genta, staðfestir Sarah.
Tá Sarah frætti um støðuna hjá sam-
kyndum í Føroyum, gjørdist hon ikki
sørt bilsin. Hon hevur uppruna í Før-
oyum. Abbi hennara var føroyingur, og
har kemur navnið Skaalum eisini frá.
Mítt besta ráð til samkyndar før-
oyingar er, at tit mugu verja tykkara
rætt til at liva, sum tykkum listir. Eingin
hevur rætt til at broyta tykkum, sigur
unga songkvinnan.
Sarah hevur hitt sína føroysku
familju, men hevur kortini ikki nógv
samband við Føroyar.
Anna og Linda eru fyrimyndir
Sarah skal í kvøld standa sína endaligu
roynd, tá hon trínur á stóra pallin í
Parkini frammanfyri 40.000 áskoðarum
og tveimum milliónum hyggjarum.
Hon hevur ongantíð verið ein favo-
rittur hjá dómarunum fyri sína rødd,
men hennara sterka persónligheit hevur
gjørt, at danir og dómararnir halda
hana hava júst tað, sum sendingin
hev ur til endamáls at finna, nevniliga
X-Factor.
Eg væntaði ikki, at eg fór at koma so
langt. Tað er óveruligt fyri mær, sigur
Sarah.
Hon sigur, at alt hevur gingið so
skjótt fyri seg, og tí hevur hon ikki havt
stundir at varnast, hvat er hent.
Eg haldi ikki, hetta hevur gingið upp
fyri mær enn. Eg eri kanska blivin kend,
men tað fari eg neyvan at fata fyrr enn
eftir fríggjakvøldið, sigur Sarah.
Hon hevur undanfarin ár, eins
og nógvir danir og føroyingar, sitið
framman fyri skíggjan, tá ið X-Factor
hev ur verið á skránni. Har hevur hon
mill um annað fylgt føroysku Lindu
Andrews og Annu Nygaard.
Linda og Anna eru ótrúliga kular.
Mær dámdi tær báðar ógvuliga væl, og
nú gangi eg í teirra skóm. Tað er heilt
ótrúligt, sigur Sarah.
Eins og tær báðar føroysku X-Factor
stjørnurnar, hevur Sarah bert góð
minnir frá X-Factor tíðini.
Eg havi fingið eina nýggja familju
hesir seinastu mánaðirnir. Tað verður
avgjørt ein stór broyting í mínum lívi
at siga farvæl við X-Factor familjuna,
sig ur hon.
Í kvøld skal slagið standa, men
óansæð hvør vinnur, so er Sarah væl
nøgd við kappingina.
Eg vóni, at vit øll kunnu vinna. Sjálv-
andi veit eg, at ein vinnari skal kjósast,
men eg verið helst líka errin, um tað
verður eg ella ein av hinum, sum fer
av stað við sigrinum, sigur Sarah.
Samkynd
skulu verja
sín samleika
Hesi eru ráðini frá X-Factor SaraH til føroysk Samkynd.
– eg Haldi, at tit mugu verja tykkara rætt og ikki finna
tykkum í, at onnur vilja Broyta tykkum, sigur SaraH
mynd: DR
Eg eri tann, sum eg eri, og tað er
millum annað ein samkynd genta